Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 32 ítróttur Tróndur Arge S amstarvið millum Maluna og Pál, sum hendan dag­in kom Páli til góðar í svimji­ hyl­inum, byrjaði fyri níggju ár­um síðani. Pál Joensen og Malan Vita­lis møttust sum óvitar, og blivu par tíðliga í 2007. Og í summar gift­ ust tey í Føroya fyrsta langhyli við navninum Páls Høll. At tey bæði hava eitt serstakt samband í svimji­ sam­an­hangi er tí ikki óvæntað. Men at Pál skuldi minka um tíðina við fimm sekundum orsaka av ráðum frá Mal­uni, er tað, sum tey flestu okkara helst ikki vita um parlag teirra. Tað var í Dubai í farnu viku, at Malan vísti hvussu væl hon kendi mann sín og hansara styrkir og veikleikar í hyl­inum. Hon kom við einum djørv­ um taktiskum uppleggi, eftir at Pál hevði staðið seg minni væl fáar dagar framm­an­undan í Doha. Hann kendi seg tung­an av nógvu venjingini, og trúði ikki heilt upp á seg sjálvan. – Malan sannførdi meg um, at broyta taktikkin, sigur Pál Vitalis Jo­ en­sen, sum ásannar, at ongin kennir seg betri enn konan sjálv. Eftir minni góða avrikið beit Mal­ an tenninar saman, og segði tað hon hugs­aði. – Eg veit, at við ráðunum átti eg mína skyld, um tað ikki riggaði, men eg kenni Pál so væl eftirhondini, sigur Mal­an. Pál kom á mál á triðja plássi. Kona og venjari Hendingin fór fram til World Cup stevn­una í Dubai. Fáar dagar framm­ an­undan hevði Pál Joensen verið í aðr­ari World Cup stevnu í Doha í Katar. Hvørki Stefan Hansen ella Nick Juba, sum eru dagligir venjarar hjá Páli, kundu koma við til World Cup kappingarnar, sum ikki eru so týdn­ ing­ar­miklar, ið navnið gevur ábend­ ing­ar um. Tí vóru boð eftir Mal­uni, sum trúðfast hevur fylgt Páli sein­ astu níggju árini. Hesa ferð var upp­ gáv­an tó meiri umfatandi. Malan var ikki bara stuðul og kona, men nú eis­ ini venjari. Malan hevur fylgt mær longri enn venj­ar­arnir, hevur eina bakgrund í svimj­ing og kennir meg betri enn nak­ar. Tí var tað heppið, at hon kundi koma við, sigur Pál. Í fyrstu kappingini í Doha gongur ikki heilt sum væntað hjá føroyska 1500 metra svimjaranum. Hann kem­ ur á mál sum nummar fimm við tíðini 15:13.69. Eftir kappingina eftirmetir parið svimj­ingina, sum tey oftani hava gjørt fyrr. Malan kennir á sær, at Pál hevur nógva orku eftir. Tí eru hennara boð, at Pál skal skifta taktikk. Hann skal ikki leggja so hart út, men seta á í seinnu hálvu av teininum. Nakað sum eydnaðist væl í Berlin í fjør. Tað var meðan Malan stóð við stopp­urinum og tók tíð, at hon legði merki til, at Pál bleiv betri og betri fyri. Høvðuspersónurin sjálvur helt ikki, at hann hevði neyðugu orkuna, at gjøgn­umføra djarva taktikkin. Eg trúði ikki upp á, at eg hevði ork­ una, men Malan minti meg á Ber­lin. Eg endaði við at svimja nógv skjót­ari í seinnu hálvu av teininum. Hon sann­ førdi meg um, at eg hevði orkuna – og tað hevði eg, greiðir Pál frá og leggur aft­urat: Tað var deiligt, at uppliva hvussu væl hon kennir meg. Venjararnir vita ikki alt, men Malan kennir meg bæði í og uttanfyri hylin. Hon veit hvussu eg hugsi, tá eg komi í torførar støð­ur. Hon dugur eisini væl at avlesa hvørj­ ari kropsligari støðu eg eri í, sigur Pál víð­ari. Pál fær ikki gron Tað er ikki hvør sum helst, ið torir at fortelja Páli hvussu hann skal svimja. Tað torir Malan tó. Tey hava ver­ið saman í níggju ár, og tað verið níggju ár við bæði upptúrum og nið­ ur­túr­um. Nú hevur Pál lært at lurta eftir kon­uni, sigur Malan brosandi. Hon er er­lig, bersøgin og sigur tað, sum hon heldur eigur at verða sagt. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg havi giv­ið honum ráð, men tað er ikki altíð at hann tekur tey til eftirtektar, sigur Mal­an. Tað er fyri henni natúrligt at geva manninum ráð, tá hann skal svimja. Svimj­ingin hevur verið ein felags­ nevn­ari fyri tey bæði síðani tey møtt­ust. Bæði tvey leggja tey dent á, at tey tosa væl saman, tá tey skulu eft­ir­meta svimjingar og kappingar. Tað er natúrligt fyri okkum. Eg havi altíð tosað við hann og kenni hann so væl eftirhondini. Oftani síggi eg, tá hann er á veg eitt stað, har hann ikki skal fara. Tað er ein fyrimunur, bæði sum par og sum venjari í hes­um førinum, greiðir Malan Vitalis Jo­en­ sen frá. Í hesum førinum visti hon eisini, at Pál var móttakiligur fyri at góðum ráð­um. Tað er hann altíð. Pál dugur at taka kritikk, tí hann er so vanur við at fáa afturmeldingar um alt hann ger. Hann fær ikki gron, tí onk­ur sigur okkurt, men arbeiðir við tí. Hann er ikki altíð samdur og svar­ar aftur, men tað er ongantíð so, at hann ikki tímur at tosa um tað. Honum dámar væl at koma til botns við ting­unum, sigur Malan og leggur aft­ur­at: Eg kann sikkurt verða eitt sindur hørð til tíðir. Pál hekk eitt sindur við høvd­inum, men um eg ikki kendi hann, so hevði eg kanska ikki tora at sagt hvat hann skuldi gera betri, sig­ ur Malan, ið einum løttum, og til tíðir skemti­ligum tóna. Alt annað enn einfaldur Tey flestu munnu minnast løtuna, tá tað stóð greitt, at Pál Joensen ikki kom í finlauna í 1.500 metra frí til OL í London. Pál er ikki eitt einfalt menniskja, og ei heldur ein einfaldur svimjari. Tað staðfestur Malan eisini. Pál er hugsunarsamur og setur spurn­ingar við ting, sum onnur ikki hugsa um. Hann tímur eisini væl at tosa um ting, ið onnur kanska bara góð­taka. Av tí sama, so veit hann eis­ ini nógv spennandi at tosa um, sigur Mal­an, ið leggur afturat, at Pál er alt ann­að enn ein einfaldur persónur og svimj­ari. Tað er eisini myndin tú fær av Páli, tá hann kemur inn á avrikið í Lon­ don á sumri 2012. Pál hevði fleiri ferð­ir prógvað, at hann hoyrdi heima mill­ um átta teir bestu í heiminum, men í innleiðandi umfarinum gekk alt gal­ ið. Pál rakk ikki dreyminum um eitt pláss í OL finaluni. Pál hugsar eina løtu áðrenn hann svarar. Tekniskar broytingar í svimj­ ing­ini, sum ikki blivu royndar nóg oft­ ani er ein orsøk. Men Pál kemur eisini Svimjing ”Tú hevur orkuna til at broyta strategi. Tað síggi eg á tíðini”. Orðini komu frá Maluni Vitalis Joensen stutt undan, at Pál skuldi leypa í hylin til finaluna í World Cup í Dubai. Sjálvsálitið var ikki av tí besta hjá føroyska elitusvimjaranum. Nakrar dagar frammanundan gjørdist hann nummar fimm. Eitt avrik, sum hann ikki var nøgdur við. Og hendan dagin vóru tað ráðini frá Maluni, sum bjargaði honum sessin sum nummar trý. Pál lurtaði eftir konuni Ein ung útgáva av Pál og Maluni frá 008