hósdagur 12. november 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
33
inn á tað, sum fyrigongur í
høvdinum. Hann hevur í ov
stóran mun latið tankarnar
ferðast frítt, meðan hann
svimur. Tað kann órógva
avrikið.
Eg royni at hugsa meiri
rationelt. Eg royni at hugsa
meiri um tilgongdina, og um
at fáa mest møguligt burtur
úr hvørjum takið. At hugsa
um smátingini, og ikki hugsa
um úrslitið. Tað er skjótt, at
tankarnir fara at ferðast, tá
tú er kropsliga trýstur, og letur
teg ríva við, tá tað gongur tær
í móti í hylinum, greiðir Pál
Vitalis Joensen frá.
Hann leggur eisini eitt við,
at hann ger ikki somu mistøk
undan OL í Rio komandi
summar. Hann hugsar ikki
um úrslitið á talvuni, men
bara um, at tilgongdin skal
vera røtt. Soleiðis kemur Pál
skjótast fram á teir 1500 metr
arnar.
Malan aftur kona
Pál og Malan eru nú komin
aftur til Danmarkar, har tey
hava sína dagligu gongd.
Malan hevur einki ilt hoyrt
frá venjarunum hjá Páli, so
hon gongur út frá, at teir eisini
eru nøgdir við ráðgevingina í
Dubai.
Fyri Pál er talan aftur um
vanliga gerandisdagin, har
hvør dagur er eitt stig á leiðini
at blíva til reiðar til OL í Rio de
Janeiro komandi summar. Pál
hevur ikki endaliga vunnið
sær pláss til summarleikirnar.
Hann skal klára donsku krav
tíðin til Danish Open í mars
mánaði komandi ár. Svimji
teknikkurin verður ikki
broyttur fram til OL, men
arbeitt verður nógv við ilt
upptøkuni.
Heima við hús eru Malan
og Pál aftur kona og maður –
so nógv sum tað nú eina ferð
ber til.
trondur@sosialurin.fo
Starvsfólk til Trivnaðardepilin
– Eind 8
Í Trivnaðardeplinum – eind 8, eru fólk sum
hava sálarliga sjúku og fólk sum hava
seinheilaskaða.
Søkt verður eftir starvsfólkum at byrja so
skjótt sum til ber. Arbeiðstíðin er 40 tímar
um vikuna, men kann hettar møguliga
broytast, um ynski er um tað.
Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og í
vikuskiftunum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardepilin – Eind 8. Tann, ið
settur verður, má tola broytingar í starvinum,
og at hetta kann verða umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjar mála-
ráðið og Føroya Pedagogfelag; Ergo- og
Fysioterapeutfelag Føroya og Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 27.11.2015 klokkan 12.00
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Nú hevur Pál lært at lurta
eftir konuni«
Malan
Myndir: MirIam & Janus