hósdagur 12. november 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
34
Óli Jacobsen
Meslingagrindin
í Gøtu í 1935
Tann 27. november eru 80 ár síðani ta kendu meslingagrindina í Gøtu. Hetta
er bæði ein partur av okkara grindasøgu og av okkara meslingasøgu
1. partur
T
ær grindir, sum hava eitt serligt
heiti, har er tað ikki fyri tað góða.
Fyrr í ár greiddi vit frá skaðagrindini
í Sandvík í 1915, tá ið 14 mans doyðu.
Hetta er ein grind, sum ikki verður gloymd.
Fyri 80 árum síðani, í 1935, var tann so
kallaða meslingagrindin í Gøtu. Hon førdi
til sorgarleikir um alt landið. Nógv fólk vóru
smittað og nokk so nógv av teimum doyðu.
Meslingar er ikki nakað, sum tosað verður
um í dag. Sjúkan er stórt sæð ókend, tí nú verða
øll børn vaksinerað fyri hana.
Men tað var tann tíð, tá ið fólk ræddust
meslingar meira enn nakað annað. Hjá børnum
var hon meinaleys, men vórðu vaksin smittað,
kundi tað fáa álvarsligar avleiðingar.
Meslingarnir í 1916
Fyrst skal greiðast frá meslingum í Gøtu fyri
nærum 100 árum síðani, nevniliga í 1916.
Júst henda søgan byrjar við, at Tummas i
Funningsfirði, abbi m.o. Anfinn Kallsberg, kom
aftur av skipi. Meslingar høvdu gingið umborð.
Tá var tað ein føst mannagongd, at fólk, sum
høvdu verið í smittuvanda máttu fara í karan
tenu, inntil vissa var fyri, at viðkomandi ikki
var smittaður. Tað fór Tummas eisini. Hann var
í karantenu í 10-11 dagar. Roknað varð við, at
hetta var tann tíðin, sum gekk frá tí, ein var
smittaður, til sjúkan breyt út.
Nú vandin var hildin at vera av fór Tummas
til hús. Hann var við suðuroyaskipi og er helst
komin norður við Smirli. Tann seinasti teinurin
var til gongu til Funningsfjarðar.
Kona Tummas, Johanna Sofía, var ættað
úr Norðragøtu. Sjálvur átti hann tvær systrar
har. Tær vóru Frederikka, gift við Óla Jákup
Zachariassen, í Jákupsstovu, og Anna Sofía, gift
við Jóan Fredrik Lervig, á Kletti.
Nú avráða Anna Sofía á Kletti, systir Tumm
as, og Anna Louisa í Jákupsstovu, sum var
svigarinna Tummas, at tær skulu fara norður
til Funningsfjarðar at bjóða Tummasi væl
komnan aftur.
Tær fara til gongu allan henda langan teinin
og vita ikki, at Tummas er útbrotin við mesl
ingum á veg til hús. Frásøgn hjá landslæknan
um fyri 1916 sigur, at tað fyri hesar meslingar
var galdandi, at tað tók longri tíð enn vanligt
frá tí fólk vórðu smittað til tey gjørdust sjúk.
Tá tær síggja støðuna hjá Tummasi kúvenda
tær og fara aftur til Norðragøtu. Tummas var
so ringur,at hann doyði tveir dagar seinni.
Komnar til Gøtu fara tær báðar beinleiðis í
karantenu, so tær ikki skuldu koma at smitta
onnur, um illa vildi til.
Seinni koma tær eftir, at tær skuldu fara
í hvør sær, so um bert onnur var smittað, so
skuldi hon ikki smitta hina.
Men ólukkuligvís er Anna Sofía smittað.
Hon verður sjúk, men eingin torir at koma
henni nær vegna smittuvandan. Hetta var
eisini galdandi fyri mann og børn.
Tað var ein hella frammanfyri húsini á
Brúnni, har hon búði. Her var maturin settur,
so Anna Sofía kundi fara út eftir honum, tá ið
tann, sum hevði borið matin, var komin út um
smittuvanda!
Eftir sat maðurin Joen Frederik við fimm
børnum. Ein sonur var Høgni Lómstein. Hann
var ein teirra, sum í 1979 skrivaði til Føroya
Fornminnisfelag um "Føroyar í slupptíðini".
Hann sigur soleiðis um tíðina, tá ið hann
misti mammuna:
"Eg var 9 ár, tá doyði mamma av meslingum
32 ára gomul. Ein mánað eftir, at hon var deyð
fór eg til Syðrugøtu. Húsið bleiv upployst, tann
yngsti beiggin Jóhannes, sum var 3 ár, fór til
skyldfólk í Leirvík. Tann eldra systirin Lisa, sum
var 6 ár, fór í Blásastovu, sum var grannahús,
og tann yngra systurin Marsanna, sum var árs
gomul, fór í eini hús nær við hjá okkum (hjá
Miu og Petur, ein sonur teirra var Hans Jacob
Havstreym, sum júst var blivin formaður í
fiskimannafelagnum, tá ið hann gekk burtur
í 1932). Pápi og tann elsti beiggin Jógvan Martin,
sum var 10 ár, fóru til ein, sum tey kallaðu Lítli
Petur Hans. Hann var systkinabarn við pápa,
og hann hevði handlað í stovuni hjá okkum, tað
var áðrenn eg minnist. Nú hevði hann bygt sær
handil við íbúð og hevði eina gamla gentu sum
æt Petra Johannesen úr Leirvík, at halda hús.
Tá Lisa var konfirmerað, fór hon aftur á
Klett at halda hús við pápa. Eg kom soleiðis at
hava tvey barnaheim, eitt í Syðrugøtu og eitt
í Norðragøtu."
Systirin Marsanna livir enn, hon gjørdist
100 ár í september.
Meslingagrindin
Nú koma vit til meslingagrindina. Her hava
verið fleiri keldur. Tann fyrsta er Jacobina í
Lambanum í Fuglafirði, sum vaks upp í Gøtu.
Frásøgnin er niðurskrivað av soni hennara
Steinbjørn. Tað var so heppið, at hann fekk
skrivað hesa søgu niður, meðan tíðin var.
Jacobina var ættað úr Rituvík, men hon vaks
upp í Syðrugøtu hjá mammubeiggjanum, Sám
al Jákup á Toftini, og konu hansara, Elisabeth.
Í húsinum var eisini abbin, Óla Jákup.
Jacobina, sum var gift við Solberg í Lamb
anum í Fuglafirði, doyði fyri nøkrum árum síð
ani. Ein fosturbeiggi var Sofus, sum giftist við
Magnhild, systir Solberg.
Jacobina greiðir frá:
Fyrstu grindaboð í 53 ár
Á heysti 1935 varð rópt grindaboð. Tað var
Grækaris í Guttastovu, pápi Martinus og abbi
Haldgrím Gregersen, sum gjørdi gjørdi eitt
gallróp har niðri í Oyri. Hann hevði so kraftiga
rødd, at um tað var mitt á nátt, so hevði øll
bygdin vaknað, men hetta var nú um morgunin
Tá var rokan í bygdini, tí ikki var nøkur
grind deyð í Gøtu eitt mannaminni, so ein kann
ætla, at fólk gleddu seg. Eitt ótal av konum fóru
til handils, tí grindamenn krevja nógvan mat,
og flestu konurnar fóru at baka breyð. Tað
var ein hurlivasi í handlinum hjá Jóan Eliasi
(Gregersen), har hann við sveittabroti fylti mjøl
í posar, vigaði og tók fyri. Konurnar vóru so
ótolnar, at eg minnist fleiri, sum sjálvar fóru
innum at fáa sær, og tað var ikki vanligt tá. Eg
keypti eisini mjøl, tí Lisabeth, fosturmamman,
skuldi baka breyð.
Eftir at hava verið uppi á Toftini við mjøl
inum, fór eg rennandi til Norðragøtu, har
drápið longu var byrjað. Tá ið eg kom til Gøtu
gjáar, møtti eg Óla Jákup, beiggja Sofus, sum
fór eitt ørindi til Syðrugøtu, men har var einki
prát, tí vit skundaðu okkum bæði.
Stórur spritttørvur
Á sandinum í Norðragøtu stóð abbi, vátur upp
undir miðju og skar á háls. Blóð var í hárinum
og skegginum, har hann stóð og brýndi knívin,
Siðsøga
Anna Sofía og Jóan Frederik á Kletti. Anna Sofía doyði í einsemi av meslingum í 1916.