Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 35 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá systrunum Oleu og Onnu, har onnur doyði. Eisini verður greitt frá hvussu hesir meslingarnir komu út á bygd. júst tá eg kom oman. Tá hann sá meg, kom hann rennandi ímóti mær, og bað meg skunda mær aftur til Syðrugøtu at krógva sprittdunkin í hjall­in­um. "Ger bara skjótt av, og goym hann í klædna­skápinum uppi á loft", segði hin gamli. Tað var soleiðis, at vit á Toftini seldu spritt, sum ann­ars varð nógv brúkt tá á døgum. Nú grind var, visti abbi, at tað uttan iva vóru nógvir grinda­menn, sum aftaná drápið fóru at hugsa um at fáa fatur á einum ráka, men vit høvdu ikki loyvi at selja spritt at drekka, og tað vildi abbi heldur ikki. Tað var bert ein dunkur í hjallinum, og hann var heldur ikki heilt fullur. Eg bar hann upp á loft og setti hann í klædnaskápið, sum abbi hevði sagt. Vanlukku grindadansur Um kvøldið var grindadansur í Norðragøtu. Ein lítil dansistova stóð niðanfyri vegin, á Oyr­ini omanfyri har, sum Fiskavirkið er nú, har var fult av fólki. Onkur í dansinum hevur havt meslingar, ella í hvussu er smittuna, tí øll, sum tað kvøldið vóru í grindadansi fingu mesl­ingarnar, um tey ikki høvdu havt teir fyrr. Men tað kom fyrst fram seinni, og grindin bleiv nevnd meslingagrindin. Tað komu nógvir grindamenn inn á Toftini. Allir fingu okkurt at eta. Grind varð kókað alla náttina, og so hvørt sum menn troyttaðust í dans­inum, komu alt fleiri á gátt. Nógvir av­bygd­ ar­menn svóvu hjá okkum, og bæði í køk­in­um og í stovuni lógu menn á gólvinum. Eg minn­ ist, at tað vóru gjáarmenn, sum vóru í stovuni. Onkur fór upp á ovastaloft eftir seyðaskinnum frá árinum fyri, sum vóru vaskað, og nú lógu har til turkingar. Tey vóru nú kastað niður, og breidd út á gólvini at liggja á. Øll fingu meslingar Sofus og Óla Jákup vóru báðir smittaðir av mesl­ingum. Mammubeiggi passaði Sofus, hann var yngri og altíð nakað forkelaður, með­ an abbi passaði Óla Jákup. Nú var tað so, at tað gingu tvey sløg av meslingum. Tað slagið, har útslettið varð myrkari, var nógv tann verra sjúk­an, og ta smittuna hevði Óla Jákup fingið, með­an Sofus hevði nógv mildari meslingar. Nakað aftaná løgdust teir báðir, Sámal Ják­ up og abbi, við meslingum, smittaðir av teim­ um, ið teir hvør í sínum lagi, høvdu passað. Har var tað sama galdandi, abbi gjørdist nógv sjúk­ ari enn mammubeiggi, ja, hann var so sjúk­ur, at hann mundi doyð, og lítið mót var um, at hann fór at koma fyri seg aftur. Eg fekk eisini meslingar og legðist í songina sjálv­an jólaaftan. Eg minnist, tá ið eg vaknaði jóla­morgun, at eg føldi so góðan lukt úr køk­ in­um, steikt lambskjøt. Eg lá og gleddi meg til ein leskiligan bita. So kom onkur umsíðir upp við døgurðanum, men tá var tað bara kókað kálvakjøt og eplir, og eg var sera skuffað. Men Lisa­beth segði tá, at tey, sum høvdu fepur, skuldu ikki eta nakað sterkt ella steikt og held­ur ikki sós, so eg mátti lata mær lynda við kálva­kjøtinum. Nógv fólk í Syðrugøtu lógu hesa tíðina av meslingum. Mangul uppá líkberarar Meslingarnir kravdu fleiri mannalív í Gøtu. Nevn­ast kunnu Óla Jákup á Túgu, sum bert var um 22 ára aldur, og tvær ungar systrar úr Norðra­gøtu, sum vóru so ringar, at onnur teirra doyði, meðan tað stóð um lív hjá mongum øðrum. Eisini doyði ein eldri kona, sum vit nevndu Birita hjá Hendrikki, systir Poul á Rætt. Van­ligt var, at kist­an varð borin allan vegin úr Syðru­ gøtu í kirkjuna í Noðragøtu. Men so var ikki, tá Birita skuldi jarðast. Flestu mennirnir í bygdini lógu við meslingum, tí vóru teir ikki mannaðir at bera. Tískil bleiv kist­an rógvin til Norðragøtu við einum árabáti. Hetta kvøldið í grindadansinum sótu tveir fitt­ir søldfirðingar uppi á bitanum og hugdu at dansinum. Annar pilturin var hin tá 8 ára gamli Asaf Olsen, sum eisini var tann fyrsti í Søld­ar­firði, sum legðist við meslingum. Stutt eft­ir vóru tey flestu í Søldarfirði eisini smittaði við meslingum, og støðan har var næstan eins ring og í Gøtu. Vaksinering Tá bar eisini til at vaksinera fyri meslingar, og um onkur hóast vaksinuna fekk sjúkuna, so varð hon ikki so ring sum annars. Meðan sjúk­an herjaði uppá tað mesta í Syðrugøtu, kom Elia í Guttastovu, sum tá hevði boðstøð, nið­an at siga við Lisabeth, at Koefod, læknin á sjúkrahúsinum í Klaksvík, spurdi, um hann ikki kundi sleppa at brúka stovuna uppi á Toft­ ini at vaksinera í. Jú, tað var ikki at siga, Lisa­ beth segði ikki nei, og so kom Koefod til Gøtu at vaksinera. Vaksinan tá var blóð frá fólki, sum høvdu havt meslingar. Av tí at vaksinan var við at ganga undan, skuldi Elia eisini heilsa frá Koe­fod, um at heita á fólk, um at koma at geva blóð. Kanska onkur í Gøtu bjóðaði seg fram, tað skal eg ikki siga, men eg minnist, at bóndin í Lamba, hann vit nevndu Jóannes á Sýnini, kom heilt úr Lamba at geva blóð. Hetta varð so sproytað inn í eina æðr í lærinum og virkaði sum vaksina. Tá vaksinatiónin byrjaði eitt kvøldið aftaná nátt­urða, varð eg koyrd í song, so eg veit ikki, hvør kom har í stovuna, eg hoyrdi bara, hvussu tey hostaðu. Helst hava tey flestu longu tá verið smittað. Men abbi bleiv so vaks­in­er­aður, og tað gekk ikki so gott. Meðan hann ta náttina lá og svav, fór tað at bløða úr æðrini, har hann var sproytaður, og hann hevur helst bløtt meginpartin av náttini. Tá hann vakn­aði, var alt tað bera blóð. Eg minnist, hvussu eg vaml­ að­ist av madrassuni, sum bleiv burturbeind ella brend. Abbi fekk meslingar, og hann var so ringur, at hann mundi doyð. Hetta eru húsini á Brúnni í Norðragøtu, har Anna Sofía var í karantenu, og har hon doyði av meslingum. Abbi Jacobinu, Jákup Frederik á Toftini, var sjálvsagt til dystin fúsur, nú endiliga grind var í Gøtu eftir meira enn 50 ár. Børnini hjá Onnu Sofíu avmyndað í 1915. Drongurin aftanfyri vinstrumegin er Jógvan Martin. Hin drongurin er Høgni. Frammanfyri f.v. eru Lisa, Marsanna og Johannes. Jacobina í Lambanum hevur varðveitt stóran part av søguni um meslingagrindini í 1935.