hósdagur 12. november 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 131
36
Starvsfólk til
Sjóvi nnustýrið
Sjóvinnustýrið søkir eftir
leiðsluskrivara v.m.
Vit sóknast eftir samstarvssterkum persóni, sum
er før/ur fyri at skipa skrivstovuna hjá leiðslu
stovnsins. Arbeiðið at skipa skrivstovuna krevur gott
yvirlit, evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og at
samskifta við okkara samstarvspartnarar í Føroyum
eins væl og úti í heimi.
Viðkomandi skal verða før/ur fyri at málsviðgera
innan øllum tættum av skrivstovu yrkinum og
annars rætta eina hjálpandi hond til onnur fólk í
Sjóvinnustýrinum.
Afturat uppgávuni sum leiðsluskrivari eru
tilknýttar uppgávur til marknaðarføring av altjóða
skipaskránni FAS, herundir at skipa og leiða sølu
átøk sum t.d sølumessur, skipa/framleiða sølutilfar
og røkt av heimasíðum stovnsins www.fma.fo og
www. fas.fo.
Fakliga skal viðkomandi tí verða ein sannur
høgguslokkur og annars hava hug og dirvi at veita
tænastu í einum alheims umhvørvi.
Vit vænta:
• at tú hevur holla praktiska og ástøðiliga
útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi
útbúgving
• at tú ert før/førur fyri at málbera teg á
føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• at tú hevur góðan telduførleika, hevur gott hegni
at seta teg inn í nýggjar skipanir
• at tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• at tú hevur góð samstarvsevni
• at tú hevur jaligan hugburð
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt starv í einum góðum umhvørvi, sum
tú eisini sjálv/sjálvur er við til at skapa, fjølbroyttar
uppgávur í tøttum sambandi við vinnulívið og eitt
starvspláss, sum setur høg krøv um at røkka sett
mál.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið í Tórshavn.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sum skjótast.
Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum skulu verða
Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 1. des.
2015, kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Hans
Johannes á Brúgv, stjóra,
tlf. 355600.
Umsóknir skulu sendast til:
Sjóvinnustýrið
Sigmundargøta 13
FO-100 Tórshavn
ella fma@fma.fo.
Broyting av byggisamtyktum
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar
kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 29. oktober 2015 hevur samtykt uppskot
til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu og serstøku byggisam-
tyktini fyri matr. nr. 1227a og 1228a við
Oyggjarvegin í Tórshavn.
Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu
Ætlaða broytingin er, at víðka B1 øki í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu við
uml. 124.000 fermetrar í sambandi við broyttu
ætlanina um útbyggjan av Eystara havnaøki.
Broyting í serstøku byggisamtyktini fyri
matr. nr. 1227a og 1228a við Oyggjarvegin
Ætlaða broytingin er at ásetingarnar í §4 verða
broyttar soleiðis, at byggjast kann í 3 hæddum á
grundstykkjunum matr. nr. 1228d, 1228e, 1228f
og 1228g, Tórshavn.
Ætlaða broytingin fevnir um matr. nr. 1228d,
1228e, 1228f og 1228g, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir uppskot til broytingum av
byggisamtyktum, liggur frammi í Snarskivuni á
Vaglinum, frá 16. november til og við 7. desem-
ber 2015, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00
til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða
at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í
seinasta lagi 4. januar 2016.
torshavn.fo
LIKVIDATIÓN
Sambært eykaaðalfundarsamtykt
frá 30. oktober 2015 er Sp/f Trónd
Hansen, skrás. nr. 2545, farið í
likvidatión við undirritaðu sum
likvidatori.
Vísandi til § 227, stk. 3, jfr. § 221,
stk. 1, í vinnufelagslógini verða
kreditorar felagsins bidnir um innan
tríggjar mánaðir frá hesi lýsing at
boða frá og skjalprógv krøv síni fyri
undirritaðu.
Tórshavn, tann 11. november 2015
Fríða Patursson, adv.
AdvokAtskrivstovAn
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
LISTAFELAG
FØROYA
skipa í vetur fyri eini skeiðsrøð
um vesturlendska list við danska
listafrøðinginum Mette Wivel
undir heitinum:
“Den vesterlandske kunst
– ryk for ryk”
3. skeið verður vikuskifti
21.-22. november 2015 við heitinum
“Manierisma um barokkin til
impressionismuna 1500-1800”
Lærari: Mette Wivel, mag.art. listfrøðingur
Stað: Jonas Broncksgøta 25, veghædd
(yvirav kisosk Aktiv)
Tíð:
21. nov. 2015
kl. 10:00 – 15:00
22. nov. 2015
kl. 09:00 – 13:00
Nøkur pláss eru eftir.
Tilmelding fer fram við at boða frá á
listafelag@olivant.fo og rinda
Kr. 500,00
á konto í Eik Bank, 9181-439.954.6 í seinasta
lagi mikudagin tann 18. november