Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 yvirgangur Fleiri álop eru ávegis Fraklendingar royna at liva sum vant Franski forsætisráðharrin ávar­ar nú um, at fleiri álop eru ávegis. Ikki bara í Frak­ landi, men í fleiri londum í Ev­ropa. Sambært Reuters sigur franski forsætisráharrin, Manu­el Valles, at stjórnin í Frak­landi visti, at fólk í land­inum vóru í gongd við at fyri­reika eitt yvir­gangs­ álop. Samstundis sigur hann, at hann er vitandi um, at enn fleiri yvirgangsálop verða fyri­reikað nú í Frak­ landi og kring Evropa. Franska løgreglan hevur rann­sak­að heim hjá fólki, sum eru undir illgruna fyri at vera radikalir islamistar. – Vit gagnnýta okkara jur­id­isku rættindi í und­ an­taks­støðuni fyri at av­ hoyra fólk, sum eru partur av radikalum jihadista net­ verki, og øll tey, sum fremja hat­ur móti republikkini, sig­ ur Manuel Valles sambært Reu­ters. Barbara Holm Fríggjakvøldið var Hanna Jen­sen í Keypmannahavn. Or­søk­in var, at allir fransk­ ir konslar í danska rík­ in­um skuldi hittast hjá franska sendimanninum til eina viðgerð um fram­tíð­ ar virksemi. Men fund­ar­ virk­semi varð merkt av, at franski høvuðsstaðurin varð fyri yvirgangi. – Tað kendist løgið at sita har. Tá tú ert á fronsku sendi­stovuni, ert tú í veru­ leik­anum á franskari jørð, og tað kendist á ein hátt gott, og á ein hátt skeivt, at vera har og fylgja við, sigur Hanna. Á sendistovuni varð eft­ir­ litið beinan vegin hert. Fleiri løgreglufólk vóru um sendi­ stovuna, og tað var týði­ligt, at óttin eisini var til stað­ar í franska blettinum í Dan­ mark. – Vikuskiftið fór sjálvandi við at fylgja við í hvat hendi har, og tað var týðilig, at fólk vóru sera merkt av tí, sum hendi, sigur Hanna. Fraklendingar vilja ikki lata seg kúga Fyrr í ár vóru vit vitni til eina yvirgangsatsókn á blað­ið Charlie Hebdo. Hesin yv­ir­ gang­urin ávirkaði allan vest­ ur­heimin, tí skrivi og tali­ frælsið var har fyri álop­ið. Sam­bært fronsku mynd­ug­ leik­unum hava tey verið vit­ andi um, at fleiri álop hava verið undir uppsigling móti Fraklandi og øðrum lond­ um í Evropa. Men fyri tey flestu okkara komu álop­ini fríggjakvøldið sum eitt snar­ ljós á klárum himli. – Frakland er merkt av yvir­gang­inum. Men fyri frak­lend­ing­ar hevur tað al­ stór­an týdn­ing at sláa fast, at tað eru tey, sum seta dags­ skránna í Fraklandi og ikki yv­ir­gangsfelagsskapir sum IS, sigur Hanna Jensen. Hon vísir á, at Frakland hev­ur mett hetta at vera eitt krígsálop og hevur svar­ að aftur við at bumba IS høvuðsborgina í Raqqa í Sýria. Og í Fraklandi er eft­ ir­lit og trygdarátøk skerpað. – Spurningurin er hvussu hetta fer at ávirka Paris og Frakland í síni heild. Um enn fleiri militer og løg­reglu­ fólk vera at síggja á gøt­ un­um, ella um tað eydnast fronsku stjórnini at basa yv­ ir­gangshóttanunum so mikið væl, at eftirlitið á gøtunum kann minka við tíðini, sigur Hanna. Í dag eru útvald støð í Paris fyri herdum trygd­ar­ átøk­um í tann mun, at mili­ ter og løgreglufólk eru um bygningarnar, og spurn­ing­ ur­in er hvussu leingi hetta fer at merkja gøturnar í Par­ is. – Ivaleyst verður Paris meira merkt av militerinum og løgregluni, men vónandi fer tað at eydnast at basa yv­ ir­gangsfelagsskapinum, so eft­ir­litið kann avtaka heldur enn at økjast, sigur Hanna Jen­sen. barbara@sosialurin.fo­ Franski konsulin – Hóast ótti sjálvandi merkir Paris og Frakland í hesum døgum, so eru fraklendingar sera tilvitaðir um at varðveita sítt frælsi, og sjálvi seta dagsskránna í egnum landi, sigur Hanna Jensen, franski konsulin í Føroyum.