mánadagur 16. november 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
yvirgangur
Yvirlit yvir
yvirgangsálopini
í Paris
Seks støð í Paris vóru fríggjanáttina fyri yvirgangi, og minst 128 eru deyð
orsaka av hesum. Her er eitt yvirlit yvir hendingarnar. Kelda. dr.dk
Anonymous
fer í kríggj móti IS
Barbara Holm
Fríggjadagin
21.20 Fyrstu álopini hendu á tjóðar
leikvøllinum Stade de France,
har Frakland og Týskland leiktu
vinardyst. Franski forsetin var
ímillum áskoðararnar, og hann var
fluttur frá staðnum. Minst ein varð
dripin.
21:25 Álop á Le Carillon og Le Petit
Cambodge. Skotálop á fýra mat
stovur, minst 12 vórðu dripin.
21:30 Seinna álopið á sama leikvøllin. Ein
aftrat lat lív.
21.32 Álop á Casa Nostra matstovuna.
Minst fimm dripin.
21.36 Álop á La Belle Equipe matstovuna.
Minst 19 dripin.
21:43 Álop á matstovuna Comptoir
Voltaire. Ein yvirgangsmaður lat
lív, tá ið hann sprongdi seg sjálvan í
luftina.
21:49 Álop á spælistaðið Bataclan, har
amerikanski bólkurin Eagles of
Death Metal spældu. Her vóru
fólk hildin sum gíslar. Seinni vóru
eksplosiónir, og løgreglan leyp á.
21:53 Triðja álopið á Stade de France.
Minst ein dripin.
22:55 - Undantaksstøða verður lýst í
Fraklandi av forsetanum Francois
Holland. Landamørkini vera stongd,
og herurin trínur á gøturnar í Paris.
Leygardagin
Frá 23.30 - 00.30. Løgreglan leypur á
spælistaðið Bataclan. Minst 82 fólk
vóru dripin her. Ein løgreglumaður
varð særdur og fýra yvirgangsmenn
vórðu dripnir. Tríggir orsaka av
sjálvmorðsbumbum.
04:36 Franska løgreglan upplýsti, at átta
brotsmenn vóru dripnir.
09:45 Deyðstalið verður upplýst at vera
127 fólk, harav 180 særd. 80 teirra
álvarsama særd.
11:30 Forsetin Francois Holland sigur, at
álopini á Paris fríggjanáttina vóru
framd av IS. Hann kallar álopini fyri
eina krígshandling framd av einum
yvirgangsheri, og sigur, at Frakland
fer at vera náðileyst.
11:45 IS boðar alment frá, at tey standa
aftanfyri álopini á Paris.
12:46 Eitt sýriskt pass verður
funnið saman við einum av
sjálvmorðsbumbu monnunum.
13:43 Frakland lýsir tríggjar dagar
landasorg.
14:21 Eiffeltornið verður latið aftur.
14:31 Hóast forboð móti at savnast,
savnast fólk við Place de la
République.
18:49 Tað verður váttað, at
yvirgangsálopini í Paris hava
samband við Belgia. Ein franskur
maður varð handtikin við franska/
belgiska markið.
19:33 Belgiska løgreglan rannsakar fleiri
heim í býarpartinum Molenbeek.
Býarparturin er kendur sum
evropeiski høvuðsstaðurin hjá jihad.
Sunnudagin
14.55 Tað verður váttað úr Belgia, at tveir
av yvirgangsmonnunum í Paris vóru
úr Brússel.
16:41 Franska løgreglan eftirlýsir
yvirgangsmanni. Talan er um
tann áttanda av mistonktu
brotsmonnunum. 26 ára gamli Salah
Abdeslam frá Brússel.
21:45 Frakland slepti 20 bumbum niður
í býin Raqqa í norður Sýria. Raqqa
verður mett at vera háborgin hjá IS.
Álopini vórðu framd av 10 fronskum
flogførum.
Mánadagin
00.10 Sambært New York Times
var samband millum IS og
yvirgangsmenninir stutt áðrenn
álopini byrjaðu fríggjakvøldið.
04:00 Í franska býnum Toulouse fór
ein størri løgregluætlan í gongd.
Sambært fronskum miðlum vóru
200 vápnaðir løgreglumenn á
staðnum.
07:00 DR skrivar frá AFP og Guardian,
at løgregluætlanin í Toulouse
hevði einki beinleiðis samband við
yvirgangsálopini fríggjakvøldið.
Heldur var ætlanin ein liður í einari
antiterror-ætlan, og tríggir persónar
eru handtiknir.
09:00 Franski forsætisráðharrin Manuel
Valles sigur sambært DR, at
løgreglan hevur rannsakað 150 heim
í nátt. Harav 30 í Paris-økinum, tó
eingin rannsókn hevði beinleiðis
samband við álopini fríggjakvøldið.
Tiltiknu
teldusníkarnir
handan felagsheitið Anony
mous eru nú farnir í kríggj
móti IS.
Teldusníkarnir hava lagt
eina kykmynd á YouTube,
har ein talsmaður fyri bólk
in sigur:
"Anonymous kring allan
knøttin fara at forfylgja
tykkum. Tit skulu vita, at
vit finna tykkum, og vit lata
tykkum ikki sleppa".
"Vit fara at fremja størstu
aktión nakrantíð móti tykk
um. Tit kunnu vænta tykk
um ógvuslig telduálop. Vit
lýsa kríggj. Fyrireiki tykk
um".
Kykmyndin kemur í kjal
arvørrinum av álopunum
í Paris. Hetta er ikki fyrstu
ferð, at Anonymous hótta IS.
Eisini eftir álopini á Charlie
Hebdo fyrr í ár, hótti Anony
mous við cyberkríggi móti
yvirgangsfelagsskapinum.