mánadagur 16. november 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Tað er als ikki einfalt at skil
greina, hvat yvirgangur er.
Ymiskir bólkar hava ofta
stóran egináhuga í, at skil
greina yvirgang á ein hátt, ið
tænir sínum egna endamáli
best. Hetta merkir, at tað
eru ymiskar meiningar um,
hvat skal roknast sum yvir
gangur og hvat ikki. Ein
yvirgangsmaður í mínum
hugaheimi kann vera ein
frælsisstríðsmaður í tínum
hugaheimi, til dømis. Vanlig
asta skilgreiningin er tó nak
að soleiðis:
Yvirgangur er skipað nýtsla
av harðskapi ella oyðing
– ella hóttanum av hesum
– av ikki-statligum pørtum
móti ikki-stríðandi við tí
endamáli at skapa ótta, fáa
uppmerksemi um eitt mál
og at ávirka atferðina hjá
øðrum enn teimum, sum
eru beinleiðis ávirkaði av
yvirganginum.
Yvirgangur er eitt slag av
harðskapi, eins og gerilja
kríggj, vápnaður uppreistur
og sabotasja, fyri at nevna
nøkur. Eitt, sum vanliga eyð
kennir yvirgangsatsóknir er
tó, at tær hava eitt greitt pol
itiskt mál. Ein treyt fyri, at
eitt álop skal nevnast fyri eitt
yvirgangsálop er, at tað er
framt av einum felagsskapi
og ikki eini tjóð. Við øðrum
orðum, so eru tað ikki-stat
ligir leikarar, sum fremja
yvirgangsálop, tó at mangir
yvirgangsfelagsskapir hava
fingið stuðul frá stjórnum
í ymiskum londum, so sum
Hizbollah úr Iran.
Endamálið við yvirgangi
er eittans – at skapa ótta.
Málið í sjálvum sær er ikki
at spreingja eitt flogfar, at
drepa nakrar teknarar ella
steðga eini konsert og skjóta
frá hond. Yvirgangsálopini
spæla ein leiklut í eini størri
heild, tað er eitt tól fyri at
røkka einum hægri enda
máli.
Alfred Hitchcock, meist
arin innan ræðufilmar, verð
ur endurgivin fyri at hava
sagt, at ræðslan er ikki í sjálv
um brestinum, men í varhug
an av brestinum (The terror
is not in the bang, it is in the
anticipation of the bang).
Tað er júst hesum, yvirgangs
kroppar gera sær dælt av.
Við at fremja yvirgangsálop
loypa teir ótta á fólk, óttan
fyri, at hetta kann henda aft
ur, nær sum helst, hvar sum
helst.
Nógvir bólkar royna eis
ini at nýta yvirgang sum
eitt amboð fyri at fáa upp
merksemi. Eitt stórt yvir
gangsálop verður heilt víst
endurgivið í øllum heimsins
miðlum, og tú fært øll
heimsins eygu vend móti
tær. Hetta gevur tær góðan
møguleika at breiða tín boð
skap ella leggja trýst á ávísar
myndugleikar.
Tær fýra bylgjurnar
Granskarar tosa nú á døg
um um fýra bylgjur av yv
irgangi. Frá 1880 til 1920 er
anarkistiska bylgjan, sum
byrjaði í Russlandi. Fremstu
yvirgangsatsóknirnar hesa
tíðina vóru avrættingar av
stjórnarleiðarum.
Frá 1920 byrjar yvirgang
ur móti hjálandaveldunum
at gerast alsamt vanligari,
serliga eftir at sáttmálin í
Versailles varð undirskriv
aður í 1919. Endamálið var
tjóðskaparligt frælsi, málið
fyri atsóknunum vóru ofta
løgregla og hermenn og yvir
gangsatsóknir spældu ein
týðandi leiklut í stovnanini
av tjóðum sum Írlandi, Ísrael,
Kypros og Algeria.
Frá 1955 byrjar bylgjan við
vinstravendum
yvirgangi.
Vietnamkríggið
veitti
nú
íblásturin og vóru tað nú
í stóran mun vinstrahallir
felagsskapir, ið fingust við
yvirgang. Hesir felagsskapir
rændu 700 flogfør upp á 30
ár og vóru eisini kendir fyri
at taka gíslar. Eisini gjørdist
tað nú alsamt vanligari at
gera seg inn á USA og amer
ikanskar borgarar. Hendan
bylgjan byrjaði av álvara at
fána burtur eftir at kalda
kríggið endaði. Tað skal tó
sigast, at seinastu árini er tal
ið á vinstrahallum yvirgangi
farið at veksa aftur.
Frá
1979
og
fallinum
hjá Shahinum í Iran byrj
ar fjórða bylgjan, sum er
átrúnaðarliga bylgjan. Í 1968
var eingin yvirgangsfelags
skapur mettur at hava eitt
átrúnaðarligt
grundarlag,
men í 1995 var umleið helvtin
átrúnaðarligir bólkar, og tað
er ikki til at dylja yvir, at
ein stórur partur av hesum
vóru
islamskir.
Talið
av
átrúnaðarliga
grundaðum
yvirgangsálopum er serliga
voksið síðani 2001. Álopið,
sum japanska sektin Aum
Shinrikyo framdi móti und
irgrundsbananum í Tokyo í
mars 1995 verður ofta mett
sum fyrsta álopið í hesi
nýggju bylgjuni av átrúnað
arliga grundaðum yvirgangi.
Nýggju
átrúnaðarligu
yvirgangskropparnir
vóru
mettir at vera vandamiklari,
atsóknirnar deyðiligari, og
ikki minst, sannlíkindini at
teir nýttu sjálvmorðsálop
ella hóptýningarvápn væl
størri. Gransking vísir tó,
at hesar metingar eru ikki
heilt sannar. Átrúnaðarlig
yvirgangsálop eru ikki meiri
deyðilig í sjálvum sær, men
hægra talið á álopum ger
at fleiri doyggja tilsamans.
Hóast átrúnaðarligir yvir
gangsfelagsskapir
ofta
nýta
sjálvmorðs-atsóknir,
so er tað als ikki teirra van
ligi taktikkur. Hóptýning
arvápn eru ikki nýtt enn,
í øllum førum ikki síðani
Aum Shinrikyo nýtti nerva
gass í undirgrundini í Tokyo.
Harafturímóti gerst tað al
samt vanligari, at einsamall
ir persónar loypa á fólk við
knívum ella skotvápnum í
mannamúgvum. Hugsanin
er, at jú minni arbeiðið krevst
til fyrireikingarnar, sum til
dømis at nýta knív ella skot
vápn heldur enn bumbur, jú
minni eru sannlíkindini, at
trygdarløgreglan fær frænir
av tí, tú gert.
Tað er tíverri líkt til, at yv
irgangur fylgir sama mynstr
ið, sum annað lógloysi. So
hvørt, sum myndugleikarnir
læra seg at handfara ein
trupulleika, broytast for
treytirnar,
og
yvirgangs
kropparnir finna nýggjar
mátar og hættir at breiða sín
ræðuleika.
yvirgangur
Átrúnaðarligur
setur dagsskrán
Áður var talan í stóran
mun um yvirgang sprotnan
av hugsjónarligum ella
tjóðskaparligum ávum, men
seinastu 20 árini er hann í alsamt
størri mun vorðin átrúnaðarligur.