Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 Deyðiligastu yvirgangsálopini Allur heimurin brennur 11. septembur 2001. 2996 fólk lata lív, tá fýra flogfør verða rænd av yvirgangsmonnum frá al Qaida. Tvey teirra verða flog­in inn í World Trade Center, eitt inn í Pentagon og tað fjórða dettur niður á einum akuri, aftan á at ferðafólkini grípa inn. 3. til 7. januar 2015. Yvir 2000 fólk lata lív, tá islamski upp­reistr­ar­bólkurin Boko Haram loypir á fleiri bygdir har norð­uri í Nigeria og drepur frá hond. 14. august 2007. 796 fólk lata lív, tá fýra sjálvmorðsbumbur bresta samstundis í yazidisku býunum Kahtaniya og Jazeera, nærindis Mosul í Irak. 11. juni 1990. 774 løgreglumenn lata lív, tá tamilskir upp­reistr­ar­menn leypa á løgreglustøðir ymsa staðni har eyst­uri í Sri Lanka. Løgreglumenninir fáa lyfti um trygga far­leið, um teir leggja vápnini. Tá teir so gera, verða teir leiddir inn í regnskógin, har teir verða skotnir. 19. august 1978. 470 fólk lata lív, tá islamskir upp­reistr­ar­menn seta eld á Rex biografin í Abadan, Iran. Eldsbrunin var ein av týdningarmestu hendingunum, ið elvdu til ir­ansku kollveltingina í 1978. 5. og 6. mai 2014. 310 fólk verða dripin, tá Boko Haram loypir á býirnar Gamboru og Ngala í Nigeria. Uppreistrarmenn lupu á við bilum, motorsúkklum og jeepum. Fyrst løgdu teir á eitt marknaðarstað, síðani settu teir eld á hús og skutu fólk, sum royndu at flýggja úr húsum sínum. 1. til 4. septembur 2004. 334 fólk lata lív, av teimum 186 børn, tá tjetjenskir uppreistrarmenn loypa á ein skúla í Beslan. Gíslatøkan endar, tá russiskir hermenn leypa á skúl­an. 23. juni 1985. 329 fólk lata lív, tá eitt flogfar hjá Air India fór í luftina í írskum loftrúmi. Uppreistrarmenn av sikh upp­runa standa aftan fyri álopið, sum er ein hevnd móti ind­isku stjórnini fyri harðrendu framferð hennara móti sikh­um. 23. oktobur 1983. 307 amerikanskir og franskir hermenn vóru dripnir, tá tveir lastbilar vóru nýttir at bumba tveir bygn­ing­ar í Beirut í Libanon sum hýstu hermonnum, sum luttóku í altjóða friðarvarðveitandi herliðnum undir lib­ an-es­iska borgarakrígum. 21. desembur 1988. 270 fólk lata lív tá eitt flogfar hjá Pan Am á veg úr Frankfurt til Detroit brestur yvir lítla býnum Locker­ bie í Skotlandi. 11 fólk í Lockerbie doyðu eftir at tey vóru rakt av vraklutum. Libyskir uppreistrarmenn, all­ar­helst við stuðuli frá Muammar Gadaffi, stóðu aftan fyri álop­ið. #ParisonFire, París brennir, varð nýtt sum sermerki á sosialu miðlunum um yvirgangsálopið móti París fríggjakvøldið. Sannleikin er, at tá tað kemur til yvirgangsálop, so stendur allur heimurin í ljósum loga. yvirgangur yvirgangur na Álopið á franska høv­uðs­ staðin París fríggjakvøldið var tað 297. yvirgangsálopið í ár. Tað svarar til gott og væl eitt yvirgangsálop um dagin, nú vit í dag hava 320. dagin í ár­in­um. Yvirgangsálop eru framd í 37 londum higartil í ár, á øllum heimspørtum utt­ an Suðuramerika. Higartil í ár hava minst 6.500 fólk latið lív í einum yv­ir­gangsálopi.­ Heili 71 av hes­um yvirgangsálopunum kravdu fleiri enn 20 manna­ lív. Hesi 71 álopini kravdu minst 5580 manna­lív til­ sam­ans. Tað eru kend nøvn á listanum yvir hvørji yv­ ir­gangs­felagsskapir fremja blóðig­astu álopini. Boko Har­am og IS eiga ábyrgd av flestu av blóðigastu álop­un­ um, men al Shabaab, Taliban og al Qaida eru eisini at finna á listanum. Flestu álopini eru framd í Ísrael og á palestinsku økj­un­um. Har eru 55 álop framd í ár. Tað er nærum tvær ferðir so nógv sum á næsta landi á listanum, sum er Nigeria, har tað eru fram 32 yvirgangsálop í ár. 29 álop eru framd í Irak, 24 í Af­gani­ stan, 18 í Pakistan og 17 í Egypta­landi. Í Evropa eru tað Turka­land, við sjey álopum, og Ukraina og Frankaríki við fimm álopum hvør, sum eru oft­ast rakt. Blóðigasta yvir­gangs­ álopið er uttan iva, tá Boko Har­am, frá 3. til 7. januar, lupu á fleiri bygdir har norð­ uri í Nigeria og drupu frá hond í fleiri dagar. Yvir 2000 fólk vóru dripin hesar dag­ ar­nar.