Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ISIS – eIn hóttan úr mIðeyStrI Isis ella Is – er ein tann størsta hóttanin móti okkara vestur - lendska livihátti og demokratii. Eydna SkaalE A nnar er persónligt sam band við IS­fólk, sum bara hava til upp gávu at lokka menn (og kvinnur) at berjast fyri IS, og hin er eitt óvanliga væl út­ bygt netverk á netinum, har øll nýggj sam skiftistøkni verður nýtt fyri at lokka fólk til. Mett verður, at umleið 20.000 útlendskir her menn úr mist 90 yms um londum eru og í Sýria og Irak og berj ast fyri IS. Teir kunnu skift ast í fýra høvuðs bólk­ ar, og londini eru sett í rað­ fylgju alt eftir, hvussu nógvir menn eru mettir at vera farnir til Sýria og Irak at berjast fyri IS: Norðurafrika og miðeystur 1: Tunesia, 2: Saudiarabia, 3: Marokko, 4: Jordan, 5: Libanon, 6: Libya, 7: Egyptaland, 8: Ageria, 9: Ísrael, 10: Yemen, 11: Sudan, 12: Somalia, 13: Kuwait Lond frá fyrrverandi Sovjetsamveldinum 1: Russland, 2: Uzbekistan, 3: Turkmenistan, 4: Kazakstan, 5: Tajikistan, 6: Kirgistan, 7: Ukraine Vesturevropeisk lond 1: Frakland, 2: Stóra Bretland, 3: Týskland, 4: Belgia, 5: Holland, 6 Svøríki, 7: Danmark, 8: Eysturríki, 9: Italia, 10 Finnland Onnur lond: Turkaland, Pakistan, Bosnia, Kina, Australia, Kosovo, USA, Kanada. Tað eru í høvuðsheitum tveir mátar, sum IS nýtir fyri at fáa ungar, út­ lendskar menn at berjast fyri seg IS hevur fleiri ymsar aggressivar samskiftisstrategiir, sum allatíðina verða tillagaðar útlendskir IS-hermenn Vælsmurda samskiftismaskinan ■ Mett verður, at einir 3.400 borgarar eru farnir úr Vesturheiminum. ■ Í tølum eru flestir úr Fraklandi, men prosentvís í mun til fólkatalið eru flestir úr Belgia, og næstflestir úr Danmark. ■ Mett verður, at eisini 550 vesturlendskar gentur eru farnar til Sýria við lyfti um hjúnarband við IS­hermenn. ■ Eitt samt ST hevur hert revsingina fyri tey, ið ætla at fara ella hava verið við frontin og barst fyri IS. ■ Í USA hava tey nýtt nógva orku uppá at læra lokalar myndugleikar at eyðmerkja møgulig »ferðafólk«, sum fara til Sýria í kríggj. ■ Allir hermenn fáa eina ideologiska og religiøsa indoktrinering, eftir islamistisku tulkingini hjá Isis. ■ Teir fáa somuleiðis eina grundleggjandi militera útbúgving. ■ Hareftir fáa teir eina neyva útbúgving, alt eftir hvørjar uppgávur, teir skulu gera. ■ Uppgávurnar kunnu vera at handfara serlig vápn, spreingievni, handvápn, ella innan samskifti. ■ Útbúgvingin kann vara fleiri mánaðir. Ein ódeyðiligur felagsskapur Onkuntíð verður sagt, at Al Qaida var sum ein høgguslokkur. Tað ganga nógvir og langir armar út frá eini høvuðseind. Drepur tú »kroppin«, drepur tú alt dýrið. IS verður hinvegin samanborið við ein tallerk av spagetti. Tað er ein stór fløkja av sambondum allar vegir um allan heimin, tað er einki høvuðsstýri, og tí er tað nógv verri – kanska ómøguligt – at steðga teimum. 1 ReLigiøSt Islam er grundin undir rørsluni, og endamálið er at skapa eitt mus­ limskt kalifat. Hetta er nakað, sum nógvir muslimar droyma um og hava ynskt at endurinnføra, eftir at vestur lendsk lond syndraðu seinastu kalifatini. Nógvir muslimar finna seg í brutala framferðarháttinum, tí málið, kalifatið, er so stórt, gott og rætt. Alt verður gjørt í navni Allah. 2 POLitiSkt Í nærøkjunum í Sýria og Irak átaka teir sær uppgávur, sum statir eiga at gera. Rætttrúgvandi muslimar fáa vatn, mat, el, hospital og vernd, og hesin boðskapurin verður eisini væl og virðiliga blástur út um allar geilar har. Av tí sama hava teir ein ávísan væl vilja frá fólkinum í økinum, sum hevur upplivað ótryggleika og óstøðug leika í longri tíð. 3 ÓttaSkaPaNdi Sum kontrast til tað, teir kunna »rætttrúgvandi« muslimar um, stendur teirra brutalitetur og ótta­ skap andi samskifti, sum serliga er vent móti vesturheiminum og móti van trúgvandi har í økinum. Amboðið er ráur og brutalur óndskapur. Til samskiftið við vesturheimin nýta teir vesturlendskar sam skiftis­ leiðir, sum Youtube, Facebook, Twitter, propaganda­avísir á enskum og so víðari, men í nærøkinum eru teir støðugt til staðar við álop um, inhumanum avrættingum, hóp dráp­ um, neyðtøkum, trælahaldi, gísla­ tøkum og øðrum. Eingi tøl eru yvir, hvussu nógv Isis­fólk arbeiða við samskifti burtur­ av, men tað er greitt, at tað er eitt høgt tal – og tað eru væl útbúgvin fólk, sum standa handan samskiftið. eydna@sosialurin.fo Appelsingulu økini vísa hvar IS herjar, og reyðu økini á kortinum vísa økini, teir hava tamarhald á. iRak Saudi aRabia iRaN SÝRia tuRkaLaNd jORdaN Endamálið er at skipa eitt Kalifat, ein homo genan islamskan stat, sum er eitt einaræðisveldi og ein greiður mótsetningur til demokratiið.