mánadagur 16. november 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Endurprent frá Vikuskiftis Sosialinum 13. mars 2015
IS er komIð
Eydna SkaalE
Y
nskið hjá IS er at etablera
kalifatið áðrenn dóma
dag, og tey, sum eru í
kalifatinum dómadag,
sleppa beinleiðis í Paradís. At stovna
kalifatið er ein gamal muslimskur
dreymur, sum nú er veruleiki. IS er
ein politisk rørsla, sum hvílir á einum
teo kratiskum grundlarlagi, vísir
Heini í Skorini á.
Men hví fær ein so víðgongd rørsla
so stóra undirtøku – eisini millum
fólk, sum eru fødd og uppvaksin í
Vestur heiminum?
– Meðan boðskapurin hjá Al Qaeda
var: Kom upp í okkara felagsskap,
krógva teg í fjøllunum í Afghanistan
og sprong teg sjálvan í luftina, so
er boðskapurin hjá IS: Kom upp í
okkara felagsskap, tak familjuna við
til kalifatið, vit hava ein stat her, og
vit skulu taka okkum av tykkum. Tað
er ein stórur munur, vísir Heini á.
IS er eftirhondini ein funktionellur
statur. Ein nógv betri skipaður felags
skapur, nógv ríkari og nógv greiðari
í sínum máli, enn Al Qaeda var. Tí
kunnu hesir felagsskapirnir als ikki
saman berast í dag.
Etnisk útreinsan
Ein av orsøkunum til, at teir eru
so víðgongdir og drápssinnaðir, er
ynskið um ein homogenan sunni
muslimskan stat. Hetta merkir eisini
etnisk útreinsan av øllum, sum ikki
eru rætt trúgvandi, so IS fær eina
so einstáttaða fjøld av íbúgvum í
kalifatinum sum gjørligt. Um tað
bert er ein einstøk trúgv í statinum,
er størri møguleigi fyri at skipa eina
støð uga eind, sum ikki syndrast
innaní frá.
– IS hoyrir til sunnimuslimsku
trúnna, og tað er hana, teir vilja
verja. Tí verða bæði kristin og jødar,
men eisini shiamuslimar og kurdar,
slaktað frá hond, sigur Heini.
Hann vísir á, at økið leingi hevur
verið óstabilt, og við Irakkrígnum
og arabiska uppreistrinum, sum vit
í vesturheiminum naivt trúðu, fór at
gera alt betri, varð vegurin slóðaður
fyri IS.
– Tað kom eitt vakuum eftir
Saddam Hussein í Irak og kríg num
móti Assad í Sýria. Vit í vestur
heiminum hildu, at tað fór at vera
viljin til demokrati, sum fór at sigra,
men tey, sum ynsktu demokrati, vóru
ov fá og ov illa skipað.
Heini vísir á, at aftanfyri herrópini
um demokrati á gøtunum í teimum
stóru býunum, lá ein onnur massiv
muslimsk rørsla og bíðaði.
– Tað, at so nógvir smáir terror
felagskapur svørja IS trúðskap,
vísir, at teir hava eina sera sterka
savnandi megi, og teir hava
longu vunnið eitt stórt økið
í Irak og Sýria, og teir savna
hermenn úr øllum heiminum.
Tað er órealistiskt at hugsa, at
vit nakrantíð kunnu sleppa av
við IS aftur – felags skapurin
er tíverri komin
fyri at vera.
Tvístøðan fyri vesturheimin
Heini hevur sett seg væl inn í tingini
viðvíkjandi IS og sambært honum er
statsprosjekið væl ávegis.
– Teir ynskja at skipa eitt mus
limskt kalifat, og tað er nógv, sum
bendir á, at teir eru við at megna tað
nú. Teir hava longu átikið sær ymsar
statsligar uppgávur
í øki num, so
sum at skipa
fyri
skúla,
sjúkrahúsi,
mati, vatni,
infra kervi og
so víð ari.
Teir ráða yvir stórum oljufeltum,
sum fíggja allar statsfunktiónirnar,
men eg vænti ikki, at teirra ekspan
sión heldur fram.
– Men hóast vit ikki vilja viður
kenna IS sum ein sjálvstøðugan
stat, so er tað skjótt, at vit so ella so
verða noydd at fyrihalda okkum til
tann veruleikan, at teir agera sum
ein sjálv støðugur statur. Kunnu vit
sleppa undan at skapa onkur sløg
av diplomatiskum sambondum við
ein stat, sum er á stødd við Stóra
Bretlandi við 6 milliónum íbúgvum
mitt í Miðeystri?
– Teir eru rík ir og sita á stór um
olju felt um, og vandin er sjálv andi,
at økið verður eitt nýtt Afghanistan
áðrenn 2001. Tað vil siga ein klekingar
maskina fyri terror istar, sum fara at
fremja álop á vestur heimin.
– Leypa vit hinvegin á, brúka teir
tað í síni rekruttering av nýggjum
fólki. Hvørjaferð vesturheimurin
leypir á, bumbar ella annað, fóðra
vit teirra propagandamaskinu og
hat urin ímóti vesturheiminum, og
har við økist talið av hermonnum,
sum fara upp í IS.
– Vit síggja, at teir knúsa ment
anar arvin í økinum, fleiri túsund
ára gamlar standmyndir, teir for
fylgja minnilutum á ræðuligan hátt,
teir hálshøgga fólk og leggja tað út
á Youtube og so víðari, og hetta eru
alt liðir í ætlanini um, at vestur
heimurin skal hoppa í felluna, lata
seg provokera og skipa fyri bumbu
álopum. Men jú oftari vit bumba, jú
fleiri sivil doyggja, og jú meiri vind
fær IS í seglini har á leiðini.
Álvarsamt
IS er nógv tann ríkasti yvirgangs
felagsskapurin í heiminum. Teirra olja
verður seld á svarta marknaðinum
fyri fleiri milliardir árliga, og teir
pengarnir verða millum annað nýttir
til vatn, skúlar, infrakervi og annað.
– Ynskið er at fáa stabilitet í tí
økinum, teir nú hava og skipa ein
stat. Men tað skapar ein stóran og
»IS hoyrir til sunni-muslimsku
trúnna, og tað er hana, teir vilja
verja. Tí verða bæði kristin og jødar,
men eisini shia-muslimar og kurdar,
slaktað frá hond«
Heini í Skorini, Ph.D.-lesandi
– Tað verður trupult at oyða IS, og fyrr ella
seinni verða vit tíverri noydd at fyrihalda
okkum til hendan nýggja og ræðuliga statin.
Tað sigur Heini í Skorini, Ph.D.lesandi,
sum hevur skrivað nógv um miðeystur
Heini í Skorini.
Isis
stendur fyri
»Islamskur Statur
Irak Sýria«, og IS
stendur bara fyri
»Islamskur
statur«.