mánadagur 16. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein nýggjur, altjóða flogvøllur í Føroyum er framtíðin, bæði fyri ferðafólk og fyri
vinnulív, men hann kann kann eisini fáa stóran, hernaðarligan týdning
VILJA KNÝTA FØROYAR
FLOGOYGGJ
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein veldugur
møguleiki. Men vit eru eisini
greið yvir, at hetta er ein
veldug íløga.
Tað siga teir báðir arki-
tektarnir, Jóannes Petersen
og Albert Isfeld.
Teir báðir eru við í einum
fyrireikingarbólki, sum tók
øll á bóli fyri einum ári síð-
ani, tá ið teir løgdu eina
ætlan fram um at byggja ein
risastóran, altjóða flogvøll í
Tangafirði.
Ætlanin var rætt og slætt
at fylla grót í Tangafjørð við
Flesjarnar, og at gera eina
oyggj afturat. Hetta skuldi
vera 19. oyggin í Føroyum
og tí fekk verkætlanin eisini
navnið, Airport 19, og tá ið
hon er liðug, skuldi hon hýsa
einum altjóða flogvølli upp
á 3300 metrar, og einum
krossvølli upp á 2500 metrar,
umframt eini djúphavn við
eini atløgubryggju upp á
minst 1500 metrar, við øllum
hentleikum, ein slíkur vøllur,
og ein slík havn, krevja av
farstøð, pakkhúsum, o.s.fr.
Fyri alt Norður-
atlantshav
Hetta skal ikki bara verða ein
flogvøllur og ein djúphavn til
Føroyar.
– Hetta skal vera ein
norðuratlantiskur flogvøllur
og ein norðuratlantisk djúp-
havn, sum fer at knýta allar
Føroyar upp í allan heimin,
og sum fer at knýta allan
heimin upp í Føroyar.
Teir báðir sita, at verður
hugsað um útnyrðingsleiðini
og landnyrðingsleiðini norð-
anfyri, verða stórveldi sum
Japan og Kina nógv nærri
Evropa.
– Í hesum sambandi eru
Føroyar ikki eitt fjarskotið
land, tvørtur ímóti verða
vit ein miðdepil. Tí eiga
vit at hugsa stórt, og at
hugsa langt fram í tíðina,
og sostatt skulu vit longu
nú fara undir at fyrireika,
hvussu vit fáa knýtt tað
nógv øktu ferðsluna upp
í okkum, bæði sjóvegis og
loftvegis ferðsluna, áðrenn
Íslendingar, ella onkur ann-
ar, loftar teimum.
Síðani teir løgdu ætlanina
fram, hava fleiri av okkara
fremstu
vinnulívsfólkum
víst á, at tað er ikki neyðugt
við eini slíkum, altjóða flog-
vølli.
– Bakkafrost flytir nógv-an
laks sjóvegis og landvegis til
London, haðani hann verður
førdur longur út í heim við
flogførum, men vit fáa okkum
ikki at trúgva, at tað ikki skal
vera bíligari og lættari at fáa
fiskin í flogfør á Tangafirði,
enn at føra hann heilt til
London, siga teir báðir.
– Við einum altjóða flog-
vølli ber til at avskipa stór
flogfør við fiskavørum ella
øðrum vørum í Føroyum
og tað er eyðsýnt, at tað er
lættari enn at avskipa hann
úr Føroyum, enn í London,
ella aðrastaðni.
Teir vísa á, at ætlanin er at
knýta nýggja flogvøllin upp
í undirsjóvartunnilin undir
Tangafirði og sostatt verður
hann ein lætt atkomuligur
miðdepil í føroyum.
Teir
hava
tosað
við
leiðsluna í felagnum, sum
fyrireikar Eysturoyar-tunn-
ilin og haðani eru boðini,
at tað er einki í vegin fyri,
at
flogvøllurin
bindur
í
undirsjóvartunnilin einaferð
seinni, so at koyrandi verður
á og av flogoynni.
Hermálsligan týdning
Nú
hernaðarliga
støðan
er við at verða spent aftir,
serliga eftir at Russland er
farið at reiðrast, kann ein
stórur flogvøllur eisini fáa
stóran hermálsligan týdning,
bæði fyri USA og fyri ES.
– Hermálsliga sleppa vit
ikki undan at taka støðu,
halda teir báðir. Og tað er
væl eingin sum ivast í, at
vit eru ein partur av vestur-
heiminum, leggja teir báðir
afturat.
Síðani teir løgdu ætlanina
fram hava vit ikki hoyrt so
nógv um hesa ætlan. Men
tað merkir als ikki, at hon er
slept.
– Teir siga, at teir hava
alla tíðina arbeitt í tí stilla,
men nú verður farið ígongd
aftur av álvara.
Hesa tíðina hava teir
brúkt til at tosa við komm-
unurnar rundan um Skála-
fjørðin og ætlanin er eisini
at koma á tal við Tórshavnar
Kommunu og Klaksvíkar
kommunu, at greiða teimum
frá ætlanunum.
Samstundis
hava
teir
eisini kannað ymsar fígging-
armøguleikar. Teir siga, at
áhugi er ymsastaðni, men
enn hevur kortini ongin
sagt seg sinnaðan at vera
við at fíggja eina slíka ætlan.
Men tað er ein spurningur,
teir fara at taka upp aftur,
so hvørt meiri kjøt kemur á
ætlanina.
Annars vita tey heldur
ikki um landið er sinnað at
vera við í eini slíkari ætlan.
Vekja áhuga
Jóannes Petersen og Albert
Isfeld vísa á, at, hetta er
nakað spildurnýtt og ókent,
og sostatt ber ikki til at gera
nakrar kostnyttu kanningar.
Av tí at ætlanin er komin
so stutt, hava fyrireikar-
arnir heldur ikki lagt nakra
tíðarætlanin fyri verkætl-
anina.
ÓAVMARKAÐIR MØGULEIKAR
Soleiðis fer flogoyggin at taka seg út í Tangafirði,tá ið alt er gjørt. Ein stórur, altjóða flogvøllur fer at geva okkum óavmarkaðar
møguleikar at flúgva til og úr Føroyum. Tað eru fyrireikararnir samdir um og tí fara teir nú at royna at fáa undirtøku fyri ætlanini