mánadagur 16. november 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
UPP Í ALLAN HEIMIN
FLOGOYGGJ
– Vit hava heldur ikki
merkt, at landsins myndug-
leikar hava tikið verkætl-
anina til sín, men nú fara vit
so at tosa við landsstýrið í
eini roynd at vekja áhuga
fyri ætlanini.
Fyrireikararnir eru fram-
vegis sannførdur um, at tað
er tað einasta rætta at hava
ein altjóða flogvøll, sum
hendan, í Føroyum.
Samstundis er tað púra
greitt, at ongir møguleikar
eru til at byggja vøllin í
Vágum meiri út, enn hann
er nú, har tað er ógvuliga av-
markað, hvørji flogfør kunnu
brúka hann.
Óavmarkað
– Hinvegin fer ein nýggjur,
altjóða flogvøllur at geva
okkum óavmarkaðir møgu-
leikar fyri at flúgva bein-
leiðis úr Føroyum, hvar tað
skal vera úti í heimin, ella
beinleiðis til Føroyar, sama,
hvaðani úr heimi tað er, og
sama hvørji flogfør, talan er
um.
– Samstundis hava kann-
ingar staðfest, at Suður-
streymoy er besta plássið í
Føroyum at leggja flogvøll á,
tí her er frítt fyri í allar ættir,
og sostatt lítlir, ella ongir
trupulleikar við turbulensi,
sigur fyrireikarin.
Sum vit lósu í Sosialinum
mitt í vikuni, fara fyrireik-
ararnir nú at søkja um at
økið, har ætlanin er, at flog-
oyggin skal vera, verður
løgd av til endamálið og
ikki verður tikið til onnur
endamál.
Annars er neyðugt at fara
undir ymsar fyrireikandi
kanningar, eitt nú vind-
kanningar og aldukanningar
Fyrreikarnir hava eisini
havt følarar úti at vita um
áhugi er at fíggja eina slíka
ætlan. Teir siga, at áhugin
er til staðar, men enn er
ætlanin ongan veg komin, so
tað er óvist, hvussu verður,
tá ið avtornar.
Annars vita tey heldur
ikki um landið er sinnað at
vera við í eini slíkari ætlan.
Av tí at ætlanin er komin
so
stutt,
hava
fyrireik-
ararnir
heldur
ikki
lagt
nakra tíðarætlanin fyri verk-
ætlanina, tí tað veldst alt um
nakar er sinnaður at vera við,
siga teir.
Tað verður ongin nýggjur flogvøllur bygdur, uttan at landið er við, er Poul
Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sannførdur um
Vil fegin verða við til at skumpa undir
Áki Bertholdsen
– Eg vil fegin vera við til at
skumpa undir, at vit fáa
ein altjóða flogvøll í Suður-
streymoy
Tað sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður í vinnu-
málum.
Og tað, hann hugsar um,
er ætlanin at gera eina flog-
oyggj á Tangafirði.
Fyri einum ári síðani, legði
ein bólkur eina stórfingna
ætlan fram um at gera ein
altjóða flogvøll, við djúp-
havn, í Tangafirði.
Síðani hevur ætlanin ligið
í dvala, men sum vit lósu
í Sosialinum mitt í vikuni,
og sum vit lesa aðrastaðni
í blaðnum í dag, fara fyri-
reikararnir nú at blása nýtt
lív í ætlanina.
Einasta rætta
Tá ið Poul Michelsen var
borgarstjóri í Havn á sinni,
legði hann nógv arbeiði í at
fáa ein flogvøll á Glyvurs-
nesi.
Hann var heldur ikki
serliga heitur fyri at leingja
flogvøllin í Vágum, tí hann
meinti, at ein nýggjur vøllur
skuldi gerast á Glyvursnesi.
Men tá ið tað kortini varð
samtykt at leingja vøllin í
Vágum, staðfesti hann, at nú
mátti landsstýrið seta sjøtul
á arbeiðið at gera ein altjóða,
flogvøll á Glyvursnesi, sum
framtíðartryggjar
okkara
ferðasamband
við
um-
heimin.
– Tíverri varð ætlanin
á Glyvursnesi av ongum,
men eg eri kortini so mikið
frelstur í míni sannføring
um, at tað er tað einasta
rætta at gera.
– Og eg haldi framvegis, at
vit eiga at gera ein flogvøll í
Suðurstreymoy, og tað vil eg
fegin stuðla uppundir, sigur
Poul Michelsen.
Hann sigur, at sostatt vil
hann fegin hyggja gjøllari
at ætlanini um at gera eina
flogoyggj í Tangafirði.
Tað sigur hann, hóast
hann viðgongur, at hann
ikki rættiliga skilir ætlanina
um at gera eina flogoyggj, tí í
hansara hugaheimi hevði tað
verið so nógv ómakaleysari
at gjørt hann á Glyvursnesi
ístaðin.
– Men tá ið fyrireikararnir
halda, at ein flogoyggj er
tað rætta, vita teir helst
okkurt, eg ikki veit og tí vil
eg avgjørt fegin frætta meiri
um ta ætlanina, sigur Poul
Michelsen.
Hann er framvegis sann-
førdur um, at vit eiga at
fáa ein altjóða flogvøll í
Føroyum, og allar kanningar
hava víst, at Glyvurnes er
best hóskandi pláss at gera
ein slíkan vøll upp á einar
3000 metrar.
Tó skal leggjast afturat,
at viðurskiftini á Tangafirði
eru ikki kannað í hesum
sambandi.
Ein spennitroyggja
Poul Michelsen er framvegis
av teirri heilt greiðu sann-
føring, at vøllurin í Vágum
er sum at lata Føroyar í eina
spennitroyggju.
– Vøllurin í Vágum er ov
avmarkandi fyri framtíðina,
sigur Poul Michelsen.
Hann staðfestir, at onnur
flogfeløg enn Atlantsflog,
aftra seg við at flúgva upp á
Føroyar, og hann heldur, at
umstøðurnar á flogvøllinum
er ein orsøk til tað.
– Tað er ikki bara, sum
at siga tað at flúgva upp á
Føroyar. Tað setir serlig krøv
til flogskiparar og støddin á
flogførum er avmarkað, og eg
meti, at hetta er ein orsøk til,
at flogfeløg halda seg aftur,
sigur landsstýrismaðurin í
vinnumálum.
Tí tekur hann væl ímóti
fólki, sum líta frameftir á
hesum øki, og hann sigur, at
sjálvandi fer hann at kunna
seg um ætlanina.
Men kann tað hugsast,
at landið verður við til at
fíggja ein altjóða flogvøll í
Suðurstreymoy?
– Tað er ein spurningur,
sum tað er ómøguligt at
svara upp á beint nú. Vit
hava stórar ætlanir, so hvar
ein flogvøllur kundi verðið
lagdur í eini langtíðarætlan,
ber ikki til at siga.
Men hinvegin er Poul
Michelsen sannførdur um, at
tað verður ongin flogvøllur
bygdur, uttan at landið er
við.
– Hann tekur undir við, at
nógv virksemi eigur at vera á
privatum hondum, men hann
heldur at undirstøðukervið
er eitt undantak.
– Undirstøðukervið er so
týðandi partur í samfelag-
num, at tað eigur at vera á
almennum hondum, og skal
ikki einskiljast, ella vera latið
upp í hendurnar á privatum
at reka, sigur landsstýris-
maðurin í vinnumálum.
Skulu hava
ætlanina fram
Tær heilt stóru íløgurnar,
undirsjóvartunlarnir,
eru
lidnir um fimm ár, og Poul
Michelsen heldur, at tað
kann væl vera, at spurn-
ingurin um ein nýggjan
flogvøll verður á skránni tá.
Ætlanin skal bara leggjast
fram og koma í skipanina,
og eg vil fegin gera mítt til
at ávirka støðuna, so at vit
framyvir fáa ein nýggjan
flogvøll afturat.
– Ein nýggjur flogvøllur
fer at lata marknaðin upp,
so at tað ber til hjá øllum at
flúgva upp á Føroyar. Fáa
vit ein nýggjan flogvøll, er
tað ein spurningur um at
altjóðagera okkum, tí tá
kunnu vit krøkja okkum upp
í tey stóru flogfeløgini.
– Flogvøllurin í Vágum
er ein leysur endi í flog-
ferðslunetinum, tí hann er
so avmarkandi. Tað er sum at
koyra á einum motorvegi við
fýra sporum, og sum brádliga
fer niður í tvey spor, leggur
hann afturat.
Men ein nýggjur flog-
vøllur
verður
eisini
ein
møguleiki afturat hjá allari
flogferðsluni yvir Føroyar at
brúka, eisini í neyðstøðum
av ymsum slagi, leggur hann
afturat.
5,2 milliardir
Ætlanin er, at flogvøllurin í Tangafirði skal byggjast í trimum.
Fyrsta stig fevnir um ein langan vøll upp á 2.800 metrar, umframt um
1.500 metrar av havn og eitt terminaløki við einum terminali upp á
7.000 fermetrar, og harafturat eisini verkstaðsbygningi, parkeringsøki og
uppkoyring frá Eysturoyartunlinum til.
Tað er mett at kosta 2.161 milliardir krónur.
Annað stig kann so byggjast, tá ið tørvur er á tí og tað fevnir um ein styttri
krossvøll upp á 2.500 metrar, ein størri terminal upp á minst 10.000
fermetrar, størri parkeringøki og verkstaðsbygning.
Tað er mett at kosta 1,501 milliardir krónur.
Triðja stig fevnir so um eina størri havn, størri terminal, størri
verkstaðsbygging, størri parkeringsøkið og at leingja tann longra vøllin upp í
3.300 metrar.
Tað er mett at kosta 1.543 milliardir krónur.
Sosatt er øll verkætlanin mett at kosta 5.205 milliardir krónur tilsamans.
LEYSUR ENDI
– Flogvøllurin í Vágum er sum ein leysur endi í loftferðsluni
um okkara leiðir so tað er kærkomið, at onkur lítur fram í
tíðina, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum