mánadagur 16. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Upprunaliga var ætlanin,
at
nýggja
landsstýrið
skuldi koma við fyrstu út-
meldingunum um hvørja
politisk kós tað hevur valt,
einaferð í dag.
Men útmeldingin kemur
ikki fyrr enn í morgin og
seinni í vikuni kemur so
broytingaruppskotið
til
fíggjarlógina fyri 2016.
Tað er soleiðis, at tað bert
er fíggjarnevndin, sum kann
leggja
broytingaruppskot
til fíggjarlógina fyri tingið,
men hesar seinastu vikurnar
hevur nýggja samgongan
saman við landsstýrinum ar-
beitt við hesum broytingum.
Tað sum hendir nú er so,
at hetta uppskotið fær við-
gerð í fíggjarnevndini áðrenn
tað so aftur verður lagt fyri
tingið við broytingum.
Fígg jarlógaruppskot
skulu leggjast fyri tingið
áðrenn 1. oktober, men av
tí at val var 1. september
og
samgongan
ikki
var
skipað fyrr enn hálvan sep-
tember, so var tað bert ein
framskrivað fíggjarlóg sum
var løgd fram.
Tað vil siga, at tað fíggjar-
lógaruppskotið
als
ikki
hevði fingið nakra politiska
viðgerð.
Stórt arbeiði
Tað liggur eitt stórt arbeiði
aftanfyri at gera broytingar
til tað framskrivaða upp-
skotið til fíggjarlóg, sum
var lagt fram seinast í sep-
tember.
Tað er ikki bert fíggjar-
lógin, sum skal ganga upp.
Fyri at tað skal lata seg
gera, so mugu nógvar fylgi-
lógir til fíggjarlógina eisini
broytast.
Og hendan samgongan
hevur boðað frá, at hon fer
at koma við broytingum.
Hetta ger, at samstundis,
sum arbeitt hevur verið við
at fáa fíggjarlógina at ganga
upp, so er eisini arbeitt við
broytingum í útvið 20 lógum,
sum ávirka fíggjarlógina.
Nú er samgongan so við
at koma á mál við politisku
átøkunum í fíggjarlógini,
umframt at væl er komið
áleiðis við broytingunum í
øðrum lógum.
Men harvið er ikki liðugt.
Sjálv
fíggjarlógin
fyri
2016 skal samtykkjast áðr-
enn nýggjár, men tað er í
einum fólkaræði ikki bert
samgongan,
sum
viðgerð
fíggjarlógina.
Nú skulu fundir til í
fíggjarnevndini, har broyt-
ingarnar í tí framskrivaðu
fíggjarlógini viðgerast.
Samgongan
eigur
for-
mannin í fíggjarnevndini.
Ruth Vang, Framsókn, skal
standa á odda fyri arbeiðnum
og skipa tað soleiðis, at fíggj-
arlógaruppskotið kann leggj-
ast fyri tingið fyri aðru ferð.
– Í veruleikanum er tað
soleiðis, at 2. viðgerð fer
at líkjast meira teimum 1.
viðgerðum, sum vit kenna,
tí tað uppskotið, sum fekk
1. viðgerð als ikki var eitt
uppskot frá samgonguni,
sigur
landsstýriskvinnan
SPENNANDI POLITISK
VIKA VIÐ BOÐUM UPPÁ
NÝGGJU FÍGGJARLÓGINA
Nýggja samgongan hevur fingið ómetaliga góðan frið at arbeiða, men
nú byrja spurningarnir – og nú kemur útmeldingin
Tríggjar 1.viðgerðir eru á skránni fyri tingfundin týsdagin – umframt at framløga verður
Løgtingið til arbeiðis at viðg
Árni Gregersen
Tað hevur ikki verið serliga
bundisligt at vera tinglimur,
tíðina síðani valið, men nú
kemur ferð á politiska ar-
beiðið.
Á tingfundi seinnapartin í
morgin hevur tingið tríggjar
1. viðgerðir og seinni í vikuni
kemur broytingaruppskot til
fíggjarlógina niðan í tingið.
Ikki tí, at hetta í fyrstu
atløgu skal viðgerast í ting-
salinum. Tað verður fíggjar-
nevndin, sum tekur sær av
hesum, men tað setir ferð á
politiska arbeiðið.
Tær tríggjar 1. viðgerðir-
nar í morgin eru fyrst og
fremst ein eykajáttanarlóg,
sum tingformaðurin, Páll á
Reynatúgvu, Tjóðveldi, hev-
ur lagt fram.
Tað snýr seg um, at Løg-
tingið skal átta hálvaaðru
milljón eyka. Peningurin skal
brúkast til at gjalda bíðilønir
til tingfólk, sum ikki vóru
vald aftur á ting 1. sept.
Bíðilønirnar gerast eitt
sindur hægri í 2015 tívalið
var longu 1.september, men
afturfyri verða tær heldur
lægri í 2016.
Uppskot frá Anniku
Eitt annað uppskot, sum
eisini fær 1.viðgerð er eitt
uppskot til samtyktar frá
Anniku Olsen, uttanflokka,
um at dagføra og endurskoða
føroysku revsilógina.
Uppskotið heitir á lands-
stýrið um eisini at tillaga
siðsemispartin til føroysk
viðurskiftir og at gera revsi-
lógina til føroyskt mál.
Sum er nú, so er føroyska
revsilógin skrivað á donskum
máli.
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið sigur uppskots-
stillarin, at síðani revsilógin
var yvirtikin í 2010, eru fáar
broytingar gjørdar í lógini.
Tá ið lógin varð yvirtikin var
sagt, at hetta fór at styrkja
løgfrøðina
og
gransking
innan hetta økið í Føroyum.
Tá ið lógin var yvirtikin,
var eitt revsirættarligt ráð
sett á stovn, sum skal ráð-
geva landsstýrinum og løg-
tinginum.
Annika
Olsen
skjýtur
upp,
at
arbeiðsuppgávan
hjá revsirættarliga ráðnum
verður víðkað, so ráðið kann
endurskoða, dagføra og gera
revsilógina á føroyskum.
Uppskot frá Elsebeth
Sjómenn og onnur, sum
eru serliga slitin av hørðum
arbeiði á arbeiðsmarknað-
inum, eiga at fáa ein serliga
pensjón um tey ikki megna
at arbeiða tilt ey eru 67 ár.
Tað mælir Elsebeth M.
Seinni í vikuni kemur landsstýriskvinnan við
fíggjarmálum, Kristina Háfoss, við uppskoti
til broytingar í fíggjarlógaruppskotinum,
sum var lagt fram seinast í september
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum,
er um at vera klárur við nevndini, sum skal gera uppskot
til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Annika Olsen, uttanflokka,
vil hgava revsilógina
dagførda og skrivaða
á føroyskum máli