Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 POLITIKKUR við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi. Stórur spenningur Millum fólk er spenn- ingurin stórur til broytingar- uppskotið til fíggjarlógina verður alment kent. Tað hendir seinni í hesi vikuni. Samgongan hevur boðað frá broytingum og sein- astu vikurnar hava fleiri leysatíðindi gingið um, hvat samgongan ætlar. Vinnan hevur roknað við, at har fara broytingar at henda, men fyri fiskivinnuna hendan neyvan tær heilt stóru broytingarnar fyrr enn á ólavsøku. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sigur, at hann hevur eina nevnd klára, sum skal gera uppskot til broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, men at hann ikki enn kann siga hvør tað er, tí partar í politisku skipanini og í vinnuni fyrst skulu melda aftur til landsstýrismannin. Samgongan hevur bæði undan og eftir valinum boðað frá, at lág- og meðal- inntøkurnar fáa ein skatta- lætta frá 1. januar. Aksel V. Johannesen, løg- maður, hevur fleiri ferðir sagt, at talan verður um eina lætta uppá á leið 700 krónur um mánaðin hjá einari lág- inntøku. Sum skilst verður ein partur av skattalættanum, at botnfrádrátturin hækkar. Hetta gongur í fyrstu atløgu útyvir kommunurnar, sum fáa minni inn í skatti, men eftir hvat frættist, so fáa tær nakað av endurgjaldi fyri mistu inntøkurnar úr landskassanum. Lítið er frætt um, hvagani nýggjar inntøkur skulu koma til at gjalda fyri skatta- lættan og fyri at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Vinnan skal nokk gjalda ein part av tí, men aðrar broytingar verða helst eisini gjørdar. Tað hevur ljóðað, at tey sum koyra bil skulu bera ein part av kostnaðinum. Togan hevur verið aftur og fram í samgonguni um hesin peningur skal takst inn við at leggja hægri gjald á brennievni ella um tað er gjøgnum vegskattin, at pen- ingurin skal takast inn. Verður avgjald lagt á brennievnið, so eru tað tey, sum koyra nógv sum gjalda, meðan hækking av vegskattinum meira er eitt solidariskt gjald. Kringvarpgjaldið er eisini í spæl. Har er fleiri ferðir nevnt, at tað eigur at takast inn gjøgnum skattin heldur enn sum eitt serstakt gjald, sum nú. – Eg kann bara siga so mikið, at sæð samlað, so verð≠ur skattur og av- gjøld ein fyrimunur fyri lágu inntøkurnar, hevur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Há- foss, sagt. era uppskotini Gunnlaugsdóttur, Fólka- flokkurin, til í einum upp- skoti til samtykar, sum fær 1. viðgerð í morgin. Hon vísir til eitt svar, sum hon fekk frá táverandi landsstýriskvinnu við al- mannamálum, Anniku Olsen, sum í svari uppá spurning um hvør fekk fyri- tíðarpensjónir, at: • 259 fólk fáa hægstu fyri- tíðarpensjón (135 menn, 124 kvinnur) • 350 fólk fáa miðal fyri- tíðarpensjón (219 kvinnur, 131 menn) • 163 fólk fáa lægstu fyritíð- arpensjón (109 kvinnur, 54 menn). Uppskotsstillarin sigur í viðmerkingunum, at hend- an pensjónin til serliga slitin fólk, skal vera ein skipan, sum virkar til pen- sjónsnýskipanin fer at virka av álvara. Á tingfundinum í morgin skal Kristina Háfoss, lands- stýriskvinna, eisini svara ein- um fyrispurningi um tulking av samgonguskjalinum, sum Jenis av Rana hevur sett henni. 120.000 tons av svartkjafti klár at fiska afturat Føroysk skip kunnu fiska 120.000 tons av svartkjafti, sum eru eftir av kvotuni fyri í ár. Tey 120.000 tonsini eru felagskvota Árni Gregersen Klárt er hjá føroyskum skipum at søkja um loyvi at sleppa at fiska 120.000 tons av svartkjafti, sum eru eftir at fiska av kvot- uni fyri 2015. Øll føroysk skip, sum hava veiðuloyvir, kunnu søkja um loyvi at fiska burturav kvotuni, sum er skrivað út sum felags- kvota. Men ivasamt er, hvussu nógv skip fara at søkja, tí skipini skulu eisini hava møguleikan at fiska svart- kjaftin. Uppsjóvarskipini eru tilreiðar og útgjørd at fiska svartkjaftin, men tað er meira ivasamt, hvussu onnur skip eru fyri at fiska svartkaft. Ludvík við Stein, reið- ari, segði í Útvarpinum, at teirra ætlan er at søkja um, at Fram sleppur at fiska svarkjaft. Asbjørn Senior, sum er uppsjóvarskip,er komin undir føroyskt flagg, og alt bendir á, at hann eisini fer at royna at sleppa at fiska av felags føroysku svatkjaftakvotuni. Trolarar og línuskip Bæði trolarar og línuskip kunnu søkja um at sleppa at fiska burturav kvotuni. Trolararnir kunnu fiska svartkaft, men sum flotin er samansettur, so fara teir neyvan at gera tað. Skipini eru ikki útgjørd til svartkjaftaveiðu og motor- orkan er heldur ikki nóg stór. Tað er soleiðis, at trolararnir kunnu ikki taka onnur skip inn at fiska svartkjaftin fyri seg, men tað kunnu línuskipini hinvegin gera. Tá ið talan hevur verið um svartkjaft, so hava línuskipini kunna leigað onnur skip inn at fiska makrelin, men tað fer neyvan at bera til nú heldur. Løgtingsins Umboðs- maður hevur víst á, at hetta neyvan er tað rætta samband galdandi lógum, so hetta fer neyvan heldur at bera til nú, tá ið talan er um svartkjaft. Avgjald á svartkjaft Í kunngerðini, sum er lýst um svartkjaft stendur í grein 3: “Av kvotuni, sambært § 2, stk. 1, verða 120.000 tons latin sum felags árs- kvota til fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3 í løgtingslógini. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.” Tað eru hesi 120.000 tonsini, sum ætlanin eisini var at legga eitt avgjald á uppá 20 oyru fyri hvørt kilo, men hetta er ikki gjørt enn. Orsøkin er, at avgjald skal leggjastá í lógini og tá ið lógin verður kunngjørd. Tað er ikki gjørt enn, men tað er soleiðis, at eitt uppskot verður lagt fyri tingið týsdagi, har 20 oyra avgjaldi á hvørt kilo, verður staðfest. Í tekstinum fer at standa, at avgjaldið fær gildi frá tí løtu uppskotið er lagt fyri tingið. Prísurin á svartkjafti er í løtuni millum 1,50 og 2,00 krónur fyri hvørt kilo. Asbjørn Senior er til reiðar at fara at royna eftir svartkjafti av felagskvotuni uppá 120.000, men spurningurin er um hann sleppur framat Elsebeth M. Gunnlaugs- dóttir, Fólkaflokkurin, mælir til eina serliga pensjón til niðurslitnar sjómenn og arbeiðsfólk