mánadagur 16. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Eyðun á Borg
á Borg á Argjum á
mortansmessu 2015
MÁLBLANDARARNIR: Nú vóru
teir aftur, málbland-ar ar nir. Upp-
runa liga vóru tað bert nakrir fáir
”grumpy old men”, sum ætlaðu
at gera seg inn á mergin í móður-
málinum. Harmiligt at síggja, at
okkurt konufólk eisini er farið upp
í danskliga grátikórið.
ÓRÓGVA HÚSFRIÐIN: Nú í
heyst fóru tey so langt, at tey sendu
sítt heimagjørda, óføroyska stavrað
inn um hvørja húsagátt í landinum!
IKKI RÆTTLISIÐ: Ódámligt at
síggja danismur og onkra stavivillu
í einum málriti, sum verður sent í
hvørt hús!
”Orðaskifti” ella ”kjak” nevna tey
”debatt”. Síðani skriva tey ”daglig-
dagur”. Hatta er ikki føroyskt; á
føroyskum eitur tað ”gerandis-
dagur” ella ”yrkadagur”.
Hjá ”Lóður” skriva tey. Skal vera
”Lóðri” í hvørjumfalli. Benda tit ikki
í Foreiningini?
”Sítt tilmælið” skriva tey eisini.
Har skal einki ð vera.
Málfrøðingarnir
í
sama
grátriti tykj ast vera í so fegnir
um
bindistrikur:
”fremm anda-
orð”
skriva
teir
”fremmanda-
orð”,
”ment anar nevnd”
skriva
teir ”mentanar-nevnd” og ”rætt-
skriv ingar reglunum” skriva teir
”rættskrivingarreglunum”.
Veit
ikki, í hvørj um skúla hatta verður
lært!?!
Annars siga hasir málfrøðing-
arnir, at ”senti metur” skal skrivast
“cm”, men at ”sement” og ”sitat”
verða skrivað við ”s”! Illa stendur
til við stavingini, sum nú er. Við
málsliga
lóg loysin um
verður
hvaðna verri.
FØROYSK FÓLKANØVN: For-
einingin skrivar, at ”tey føroysku
fólkanøvnini krevja fult alfabet”.
Ja, har fullspotta tey seg sjálv,
sum orðið sigur. Tað, at danskt
yvirvald í Føroyum á sinni noyddi
føroyingar at skriva ”Jacob” (Jákup),
”Carl” (Karl), ”Zacharias” (Saka-
rias / Sakaris), ”Victor” (Viktor),
”Åge” (Áki), umframt dansklig
kvinnunøvn, marg hátt liga smíðað
donsk eftirnøvn o.s.fr., skal tað í
2015 vera grundgeving fyri at fáa
donsku bókstavirnar inn í okkara
føroyska stavrað? ”En røst fra
graven”! Halga fávitska!
QUILLING, JÚTTA MÚLLER,
TÓR og ÅGE SKAALE: Q skal við
í stavraðið, tí onk ur útlendingur
í Føroyum í gomlum døg um æt
”Quilling”. Foreiningin má ikki
úti hýsa teimum føroyingum, sum
standa nevndir í yvirskriftini. Hasi
mugu sleppa við í stavraðið. Tit
mugu víðka stavraðið við týskum
u við tveimum prikkum yvir, við
íslendskum thodn og við donskum
å ella kanska aa! Ziska og Wenzel
eru slopnir við, síggi eg. Kanska tí,
tit kenna teir!? (Hamm ers haimb
hevði annars ikki dupult v).
MÁLRÁÐIÐ:
8
málkønir
málvinir av 11 vilja varðveita
okkara føroyska stavrað. Hví?
Jú,tí endamál ráðsins er at røkja,
menna og verja føroyska málið.
3 limir av 11 vilja ikki verja borg
(ikki verja okkara viðbrekna mál) á
bókstavaøkinum. 8 av 11 er ein sera
stórur meiriluti. STUÐLARNIR:
Eitt sindur óhugnaligt og ræðandi
at síggja fleiri fólka vald seta
sítt navn undir sum stuðlar hjá
blandingsstavraðnum! Tit stuðla
trimum av ellivu í hesum valda
ráði!?! Okkurt eitur fólkaræði
(demokrati). Hugstoytt, sera hug-
stoytt!
HEIMSINS MONGU STAVRØÐ:
Stavrøðini eru mong í tali kring
heimin. Í fólkaskúlanum læra vit
fyrst og fremst hesi trý: føroyskt,
danskt og enskt, men vit mugu
ikki blanda tey saman. Latið
okkum heldur vera errin av okkara
serstaka, føroyska stavraði, sum
t.d. hevur bókstavin ”fyrra a”. Tað
hevur helst einki annað stavrað.
FYRRA A: Í Pisubókini søgdu
vit ”fyrra a, apa”. Onkustaðni havi
eg sæð ”a sum appilsin”. Tað er
eitt sindur óheppið, tí so missa vit
”fyrra a” ljóðið. Tykkara ólógliga
stavrað hevur tó bæði apu og abba,
og tað er ikki so galið, men onkur
vil vera við, at hatta er ”a sum
afturpartur”.
Ð: Tykkara ”lítla edd” er broytt
til d, so har stendur helst ”skíd”
í staðin fyri ”skíð”. Gott er; hatta
er bara ein føroyskur bókstavur.
Tað hevði helst verið verri, um t.d.
útlendska ”kuið” var bronglað.
I: Mær hevði dámt betur, um
prikkur varð settur yvir ”stóra i”, tí
”stóra I” og ”lítla l” eru líkir stavir.
Tað er so ikki tykkara skyld.
W: Vesi, ”dupult v”? Løgið!
Y: Har mugu tit hava tvey
”y”. Fyrst tað føroyska ”seinna
y”, sum yvirskegg, síðani tað
danska-grikska ”y” (ypsilon), sum
verður brúkt í støddfrøði, og sum
nógvir føroyingar brúka skeivt í
føroyskum orðum, t.d. krydd.
Æ: ”Seinna æ”. Okkurt barn spyr
helst, hví veðrur ella veðurlamb
stendur hjá ”æ”.
Góðu
tit
í
”Málfelagnum”!
Verið nú hampilig og latið okkara
móðurmál fáa frið! Gevist eisini
við júkingini um skert stavrað og
útihýstar bókstavir! Hasir stavirnir
eru útlendskir og hava ongantíð
verið í føroyska stavraðnum!
Hví seta tit ”móðurmálinum at
frama” aftan fyri Málfelagið? Har
má okkurt broyt ast.
Góðar tekningar annars.
E.S.:
Tann
fúkandi
óði
stjórnmálafrøðingurin fær eisini
eina lítla kvøðu seinni, somuleiðis
stavblandaraopnan í ”Sosialinum”.
E.E.S: GEKKURIN í SVF! Gott í
tykkum! Tit í tjóðarkringvarpinum
hava skyldu til at broyta útlendska
geksstavraðið til føroyskt stavrað!
Hatta hevði ikki borið til aðrastaðni.
Við føroyamálskvøðu.
Alfabetið hjá Sprokforeiningini
Málsligt lógloysi
Henrik Weihe
Joensen
ráðgevi í trygdar-,
verju- og til-
búgvingarmálum
Týdningarmikið, at Landið
skipar so fyri, at tryggingar-
viðurskiftini hjá sjálvbodnu
bjargingarfólkunum
koma í rættlag
Í gjárkvøldið frættist í fjølmiðl-
unum, at Landsfelag fyri Bjarg-
ingarfeløg metir tað ikki vera
forsvarligt, at senda sjálvboðin
bjargingarfólk
út
til
ymisk
átøk á sjógvi og landi. Hetta tí,
at
tryggingarviðurskiftini
hjá
bjargingarfólkunum eru ógreið.
Tískil er virksemi hjá bjargingar-
feløgunum fyribils steðga.
Hetta er ein álvarslig støða,
tí tey mongu sjálvbodnu bjarg-
ingarfólkini
eru
saman
við
kommunalu- og landstilbúgvingini
bulurin í føroysku tilbúgvingini.
Bjargingarfólkini eru tøk døgnið-
og árið runt fyri at hjálpa borg-
arum og tryggja virðir í føroyska
samfelagnum.
Hetta
er
ikki
vandaleyst arbeiði, og tí mugu
tryggingarviðurskiftini vera í lagi.
Landið má toghalda
og skipa so fyri, at
tryggingarviðurskiftini
hjá bjargingarfólkunum
koma í rættlag
Tilbúgvingarlógin
ásetir,
at
tað er landsstýrismaðurin í til-
búgvingarmálum, sum sambært § 5,
stk. 2 samskipar tilrættisleggingina
av samstarvinum millum ábyrgdar-
partarnar
í
landstilbúgvingini,
bjargingarfeløg og onnur sjálv-
boðin.
Í viðmerkingunum til lógina
stendur skriva m.a. soljóðandi um
fortreytirnar hjá teimum sjálv-
bodnu bjargingarfólkunum, sum
skulu virka í tilbúgvingini:
”Persónligur førleiki, útbúgving,
venjingar, góðkendur útbúnaður
og útgerð eru bert nakrar for-
treytir fyri, at tey sjálvbodnu á
tryggan hátt kunnu loysa tilbúgv-
ingaruppgávur saman við almennu
myndugleikunum”.
Tryggingarviðurskifti
eru
– saman við omanfyri nevndu
fortreytum - ein týdningarmikil
fortreyt fyri, at sjálvboðin bjarg-
ingarfólk
kunnu
útinna
til-
búgvingar-uppgávur á landi og
sjógvi á einum tryggum grundar-
lagi. Í framroknaða fíggjarlógar-
uppskotinum fyri 2016 viðvíkjandi
tilbúgving, verður eisini mælt til,
at bjargingarfeløg saman við Vørn
gera eina innanhýsis góðskuskipan
við greiðum mannagongdum fyri
virksemi hjá bjargingarførunum,
soleiðis at virksemi er trygt og
nøktandi. Neyðugir myndugleikar
skulu kunnast um hesa innanhýsis
góðskuskipan.
Landsstýrismaðurin
í
til-
búgvingarmálum
saman
við
landsstýrismanninum
í
sam-
ferðslumálum, sum umsitur van-
lukku- og tryggingarmál, og í
einum samstarvi við umboð fyri
bjargingarfeløgini og tryggingar-
feløgini, má toghalda og skipa so
fyri, at ein loysn verður funnin
skjótast til ber. Hetta soleiðis,
at
tryggingarviðurskiftini
hjá
sjálvbodnum
bjargingarfólkum
eru nøktandi og at virksemi hjá
bjargingarfeløgunum kann halda
áfram.
Tá ein loysn er funnin er
týdningarmikið,
at
tryggingar-
viðurskifti verða skrivaði inn í
góðskuskipanina sum ein av for-
treytunum fyri, at virksemi hjá
sjálvbodnum
bjargingarfólkum
verður útint á ein tryggan og full-
góðan hátt.
3. Sjálvboðin bjargingarfólk
hava uppiborið, at
Landið tryggjar teimum
góðar karmar
Bjargingarfeløgini hava meira enn
fimti ár á baki, og eru stovnaði
við tí endamáli, at veita bráðhjálp.
Bjargingarfeløgini, sum í dag eru
tíggju í tali, eru mannaði við sjálv-
bodnum og óløntum fólkum.
Løgmaður er verji hjá sjálvbodnu
bjargingarfólkunum og tað er sum
áður nevnt landsstýrismaðurin
í tilbúgvingarmálum, sum vegna
Landið samskipar virksemi hjá
bjargingarfeløgunum í mun til
tilbúgvingina hjá landinum, komm-
ununum og privatum fyritøkum.
Tilbúgvingarlógin
var
gjørd
millum annað við tí endamáli, at
tryggja sjálvbodnum bjargingar-
fólkum góð kor at virka undir. Í
viðmerkingum til lógina er hetta
endamál staðfest á henda hátt:
”Bjargingarfeløgini og onnur
sjálvboðin eru tøk til fleiri ymisk
endamál, men í hesum sambandi
eru tey ikki skipað og lívgað á ein
hátt, tey hava uppiborið. Lógin skal
veita sjálvbodnu feløgunum eina
tryggari grund at virka út frá”.
Hoyvík, 13. november 2015
Fáið tryggingarviðurskiftini hjá
bjargingarfólkum í rættlag