mánadagur 16. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
KJAK
LÝSINGARTORGIÐ
Thormund
Johannesen
Skipsførari og
skipsverkfrøðingur
M.Sc.
Fiskimálaráðharrin hevur valt, at
geva øllum, sum hava veiðiloyvi,
møguleika at fiska meirlutaða
svartkjaftin sum felagskvotu.
Hóast samdur um tað óhepna
við felagskvotu, so verjir land-
sstýrismaðurin seg við, at hetta
bert er eitt stig á vegnum til eitt
rættvísari býti av fiskatilfeinginum.
Tá
ið
landsstýrismanninum
hvørki hóvar fast ásett kilogjald
ella politiska útlutan, mugu vit
vænta at síggja fiskatilfeingi á upp-
boðssølu um ikki so langa tíð.
Tankin um, at øll skulu hava
møguleika at sleppa uppí part, er
í grundini góður, men verða tað
nú tey røttu, tey sum duga best,
og sum verða flestum at gangi, ið
sleppa framat fiskatilfeinginum?
Um so skal vera, er fyrsta treyt,
at øll hava somu møguleikar, og
longu har haltar, sum fiskivinnan
í dag er skipað.
Helst vera tað uppsjóvarkvotur
og kanska eisini botnfiskakvotur
á Flemish Cap, sum í fyrstu atløgu
verða seldar á uppboðssølu, og
tá er onki at taka seg aftur í, at
ávikavist verandi nótaskip og
barentshavstrolarar hava besta
kappingarføri.
Ikki tí, aðrir hava eisini møgu-
leikan, og man ikki onkur duga at
sleppa sær uppí part?
Taparin í hesi tilgongd verður
tó heilt víst siðbundni føroyski
fiskimaðurin og reiðarin. Teir
sum fiska á føroyaleiðini undir
fiskidagaskipanini. Tí orsaka av
teim avmarkingum, sum fiskidaga-
skipanin leggur á skipini, hava
teir nógv verri fortreytir enn
aðrir, at bjóða seg fram, tá ið
uppsjóvarfiskur og botnfiskur á
fremmandum leiðum verður boðin
út á uppboðssølu. Teir hava ikki
tey egnaðu skipini, og ei heldur
møguleikan at skaffa sær tey.
Tíverri vera teir helst eis-
ini taparar, tá fiskidagar undir
Føroyum verða seldir á upp-
boðssølu, tí munnu ikki tey pen-
ingasterku reiðaríini, tey sum fiska
uppsjóvarfisk og barentshavstosk
undir
kvotaskipanum,
fara
at
leggja tey loyvini undir seg eisini.
Tann gongdin er longu byrjað.
Vandi er tí fyri, at fiskivinnu-
nýskipanin ikki fer at vera tí
siðbundna
fiskimanninum
og
reiðaranum til gangs, men har-
afturímóti stórreiðarum og kanska
onkrum spekulantum eisini. Og
tað er ikki ókent aðrastaðni, har
fiskivinnunýskipanir eru farnar
fram.
Er so nøkur vón fyri tí siðbundna
føroyska fiskimanninum?
Jú, um fiskadagaskipanin verð-
ur avtikin, og fiskiskapur undir
Føroyum reguleraður við kvotum í
staðin, uttan avmarkingar á skipini.
Tí so fáa reiðarar í heimaflotanum
í hvørfall somu møguleikar sum
aðrir, at ogna sær egnaði skip, til
tess at bjóða seg fram aðrastaðni,
sum til dømis í uppsjóvarvinnu og
á Flemish Cap. Ein eykavinningur
hevði so verið, at teirra fiski-
skapurin undir Føroyum gjørdist
effektivari og lønsamari.
Hvørjum fer fiskivinnunýskipanin at gagna?
proklama
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Kára á Rógvi,
undir Kongavarða 39, 2
hm., 160 Argir, føddur tann
4. mai 1973, deyður tann
14. februar 2015, og
eftirsitandi hjúnarfelaga
Jóhanna Olevina
Mikkjalsdóttir á Rógvi,
verða við hesum biðin um
innan 6 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
154/2015, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 10. november 2015
advokatfelagið
við Strond 4
YvIRI vIð STROnD 4
bOKS 359 · 110 TóRShAvn
TlF. 203040, FAx. 203041
lAwFIRM@lAwFIRM.FO
www.lAwFIRM.FO
Tvingsilssøla
yvir fesTibræv
Mikudagin tann 9.
desember 2015, kl.
13:30 verður á Dóm
ara skrivstovuni, rætt ar
sali VI, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn hildin
nýggj tvingsilssøla yvir
festibræv til matr. nr.
50a, Øravík. Hægsta
boð á fyrru tvingsils søl
uni varð kr.
1.000.000,00.
Festi er innangarðs
matr. nr. 50a, Øravík
sambært tingbókini
ikki víddarroknað
umframt uttangarðs 3
merkur í “Uppi í Haga”
matr. nr. 96, Øravík
sambært tingbókini
víddarroknað til
2864371 m2.
Tvingsilssølan er
um biðin av Inga Høj
gaard, adv., Yviri við
Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 203040, www.
lawfirm.fo (sak nr.
5850902), sum kann
geva nærri upplýsingar
um festibrævið.
Áhugað kunnu eisini
síggja søluuppstilling
og onnur skjøl í sam
bandi við tvingsils søl
una við at venda sær til
Dómaraskrivstovuna tlf.
311003 (sak nr. AS
211/2015).
FØroYA FúTAræTTUr,,
tann 12. november 2015
Tvingsilssøla
Mikudagin, 9. des
ember 2015 kl. 13.00,
verður á Dómara skriv
stovuni í rætt ar sali VI, C.
Pløyens gøta 1, 100
Tórshavn, hildin
tvingsils søla yvir matr.
nr. 367, Garða brekka
10, 900 Vágur.
Grundøkið er 232 m2,
av hesum er vegur 26
m2.
Húsini eru samanbygd
við grannaognina
(dupulthús). Kjallari,
miðhædd og loft.
Kjallarin er ikki
innrættaður.
Miðhædd: Gangur,
køkur, stova, spísistova.
Loft: Gangur, trý kømur,
baðiverilsi,
goymslurúm.
Húsini treingja til
ábøtur.
Nærri upplýsningar um
ognina fáast við at
venda sær til Fríðu
Patusson, advokatur,
Frúutrøð 4, Tórshavn,
tel. 353335 frp@jura.fo
(j.nr.20140469) ella
skrivaran Anniku
Reginsdóttir Olsen
aro@jura.fo
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201316 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging ella onnur fígging er
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans
2,208 mió. kr í 2016 til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
týsdagin 1. desember 2015, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2016.
FISKIVINNUROYNDIR 2016
Lýsing eftir umsóknum
Arbeiði
www.betongsaging.fo
TLF: 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,garðar,
o.a,ring og fá ein góðan prís.
www.betongsaging.fo
560056
Bátar og bátaútgerð
Bátaútgerð til sølu
16 fj. Furuno radari og ekkolodd
5 ára gamalt. 2 oljutrýst snellur
+ nýggjar slangur. Roðurgreiðir,
stempul og 2. pumpur. 60
litrar rustfríður dieseltangi.
Siglinarljós, 12 stampar av 3mm
línu á rustfríðum stokkum.
30 smáir gágguglúpar. Alt í
góðum standi, verður selt bíliga.
Tlf 447558 ella 747558
Býli í Føroyum
íbúð ynskist
33 ára gamal maður, ynskir íbúð
í Tórshavn fyri í mesta lagi 5000
kr. Royki og drekki ikki, og gjaldi
til tíðina.
226272
Innbúgv
Frystiboks til sølu
Ein stór brúkt frystiboks bíliga til
sølu, sær út sum nýggj.
312041