mánadagur 16. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
ítróttur
Russland og Kina
undir stórum trýsti
Altjóða samgongan fyri frælsan ítrótt, IAAF, umhugsar at útihýsa Russland frá frælsum ítrótti. Illgruni
er um, at russiska sambandið hevur staðið fyri skipaðari doping. Sami illgruni er um Kina í svimjing
Pætur Albinus
Hetta seinasta árið hevur
eitt myrkt skýggj kastað
seg inn yvir frælsan ítrótt í
Russlandi, har ein íðkari fyri
og annar eftir eru avdúkaðir
fyri at hava dopað seg. Tað
hevur elvt til rembingar í
ovastu leiðsluni í russiska
sambandinum fyri frælsan
ítrótt, og seinastu tíðindini
eru, at altjóða sambandið
fyri frælsan ítrótt, IAAF, hev
ur sett eina nevnd at kanna
allar dopingssakirnar, og at
Russland møguliga verður
útihýst úr IAAF fyri at hava
staðið fyri skipaðari doping
nýtslu.
Niðanfyri er ein saman
umtøka av rokinum í frælsa
ítróttinum í Russlandi.
3. desembur 2014: Týska
sjónvarpsrásin ARD vísir
eina sjónvarpssending, har
russiskur
ítróttur
verður
ákærdur fyri svik og fyri at
tilætlað hava fjalt positivar
dopingroyndir. Ákærurnar
koma frá vitnum og loynilig
um upptøkum.
12. desembur 2014: Gabriel
Dolle, formaður í antidoping-
nevndini í IAAF, sigur seg
sjálvan úr starvi.
16. desembur 2014: Altjóða
antidoping-felagsskapurin,
Wada, setir tríggjar mans í
eina nevnd, sum skal kanna
ákærurnar um skipaða dop
ing. Fyrrverandi WADA-for
setin, Dick Pound, er for
maður.
20. januar 2015: Russiski
antidoping-felagsskapurin,
Rusada, útihýsir fimm íðkar
ar innan kappgongd fyri at
hava dopað seg. Tríggir teirra
hava verið OL-meistarar.
23. januar 2015: Russiski
landsliðsvenjarin í frælsum
ítrótti, Valentin Maslakov,
sigur seg sjálvan úr starvi.
30.
januar
2015:
Yuliya
Zaripova,
OL-meistari
og
fyrrverandi heimsmeistari í
3000 m-forðarenning, verður
útihýst fyri at hava dopað
seg.
17. februar 2015: Valentin
Balachnitschev tekur seg
aftur sum leiðari fyri russ
iska sambandið fyri frælsan
ítrótt.
Avloysarin
eitur
Vadim Zelichnok.
2. august 2015: ARD og
Sunday Times fáa fatur
á einum lista við 12.000
dopingroyndum av 5.000
rennarum. Royndirnar eru
tiknar tíðarskeiðið 2001 til
2012, og tað kemur fram,
at 800 dopingroyndir hava
ábendingar um doping.
19. august 2015: Bretski
Sebastian Coe verður valdur
sum nýggjur forseti fyri al
tjóða sambandið fyri frælsan
ítrótt, IAAF.
4. novembur 2015: Fyrrver
andi forsetin í IAAF, Lamine
Diack, verður ákærdur fyri
at hava framt mutur og hvít
vasking av pengum.
5. novembur 2015: Fimm
russiskir íðkarar verða úti
hýstir fyri at hava dopað seg.
6. novembur 2015: Franski
ákærin,
Eliane
Houlette,
ákærir Lamine Diack fyri
at hava tikið ímóti einari
millión evrum fyri at hava
fjalt positivar dopingroyndir
meðan hann sat sum forseti
í IAAF.
9. novembur 2015: Saman
setta nevndin hjá Wada al
mannakunnger kanningina.
Viðmælt verður, at IAAF
fyribils útihýsir Russland,
og at fimm íðkarar og fimm
venjarar
skulu
útihýsast
restina av lívinum.
9. novembur 2015: IAAF
umhugsar at gera eftir við
mælinum frá nevndini og at
útihýsa Russland frá felags
skapinum.
11. novembur 2015: Russiski
forsetin,
Vladimir
Putin,
blandar seg. Hann slær fast,
at Russland sjálvt eigur at
standa fyri kanningunum,
men leggur afturat, at tey
seku tó skulu revsast. Hann
krevur opið samastarv ímill
um altjóða felagsskapir og
sambond. Putin sigur seg
halda, at revsingarnar skulu
vera til teir seku einstak
lingarnar og ikki alt tað russ
iska sambandið.
17 ára gamla Qing Wenyi úr Kina andaðist bæði
óvæntað og brádliga, men foreldur hennara noktaðu at
fremja líkskurð fyri at staðfesta deyðsorsøkina
Doyði helst av doping
Pætur Albinus
Kina hevur mist eitt av
sínum
størstu
talentum
innan svimjing. 17 ára gamla
Qing Wenyi vann í síðsta
mánað tvær gullmedaljur
í
ungdómsmeistaraskap
inum í Kina, men fyri
einari viku síðani doyði
ungi svimjarin. Rúmfelagi
hennara á eini venjingar
legu vaknaði mitt á nátt av
einum skríggi frá henni, og
tá ið viðkomandi royndi at
vekja hana, fekst ikki lív
aftur í hana. Hon var deyð.
Foreldur hennara nokt
aðu at fremja ein líkskurð
fyri at staðfesta deyðs
orsøkina, og 48 tímar seinni
varð líkið brent. Tað kann
tískil ikki prógvast, at Qing
Wenyi doyði av ovurnýtslu
av doping, men tað er í
øllum førum tað, sum ser
frøðingar meta sum mest
sannlíkt. Hildið verður, at
foreldur
hennara
vórðu
trýst til at nokta líkskurðin
av einabarni teirra.
Fleiri onnur dømi eru
at finna á kinesisku lands
liðnum, har svimjarar hava
sett heimsmet í sera ungum
aldri, og stutta tíð eftir hava
svomið tíðir, ið ikki eru nær
við at vera eins góðar.
Illgrunasomu hendingar
nar hava nú fingið fleiri
svimjivenjarar, nevndarfólk
og serfrøðingar at halda, at
Kina er í holt við tað sama,
sum Russland er undir
illgruna
fyri;
nevniliga
at standa fyri skipaðari
dopingnýtslu.
albinus@sosialurin.fo
Yuliya Zaripova
var dopað, tá ið hon
rann fyrst um mál
strikuna í London