mánadagur 16. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
Longu nú tykist tað at vera mestsum greitt, at H71 verður annað
liðið í FM-finalunum á páskum. Ein av høvuðsorsøkunum til hetta er,
at á liðnum hjá H71 er ein danskur harri, sum hevur tann óvanliga
eginleikan, at hann skjýtur líka væl við báðum hondum. Sosialurin
hevur tosað við Peter Krogh, ið er sera glaður fyri tilveruna í Føroyum
Neli Heldarskarð
Í gjár vann oddaliðið í
FTZ-deildini, H71, 28-24 á
heimavølli ímóti VÍF, sum
er á øðrum plássi. H71 hev
ur spælt átta dystir í ársins
landskapping, og hvør ein
asti dystur er blivin vunnin.
H71 hevur varðveitt stóran
part av fólkinum, ið var við
í síðsta kappingarári, tá
ið hoyvíkingar taptu FM-
finalurnar ímóti VÍF, men
stóri munurin á liðnum hjá
H71 í ár er tann, at tað hevur
eydnast teimum at fingið
ein danskan stórspælara til
felagið.
Hann eitur Peter Krogh,
og er hann 25 ára gamal
dani. Tað hevur ikki eydnast
at útvega talið av málum, ið
danin hevur skorað fyri H71
í ár, men tey hava verið lut
falsliga nógv, tá ið hugsað
verður um, at Krogh fyri tað
mesta er blivin mansvardur í
hvørjum einasta dysti. Peter
Krogh er stórur av vøkstri,
og tað er snøgt sagt ikki
lukkuligt at standa fyri sum
verjuleikari ella málverji, tá
ið krútsterki danin kemur
rennandi ímóti verjuni við
fullari ferð. Hann brennir
næstan ongantíð, og onkun
tíð situr man sum áskoðari
við kensluni um, at hann
kann skora mál, tá ið hann
hevur hug til tað.
»Gamaní, Peter Krogh er
stórur og sterkur og skor
ar nógv mál, tað eru fleiri
hondbóltsleikarar av tí slag
num kring knøttin«, hugsar
kritiski
lesarin
kanska.
Tað, sum tó er sjálvt vøru
merki hjá Peter Krogh er,
at hann skjýtur líka væl við
báðum hondum. Tískil er
hann eitt nýbrot í føroysk
um hondbólti, tí at okkum
vitandi hevur tað ongan
tíð áður verið nakar ann
ar leikari, ið hevur havt
hendan
serliga
eginleika.
At Krogh kann skjóta við
báðum hondum merkir, at
mótstøðumenninir hjá H71
ongantíð kunnu vita, hvørja
síðu hann fer til, ella hvussu
teir skulu skerma hann av. Tí
óansæð hvat, so kann Peter
Krogh altíð skifta til seinnu
hondina, um tað ikki liggur
fyri at skjóta við fyrru hond
ini.
Byrjaði at venja hond
bólt sum 14 ára gamal
Tá ið Peter Krogh vaks upp
í Danmark lá tað tó ikki í
kortunum, at hann skuldi
enda sum eitt slag av einum
kollveltandi hondbóltsleik
ara. Sum barn spældi Peter
Krogh fótbólt, og tað var ikki
fyrr enn hann var komin í
konfirmatiónsaldur, at hann
fór til sína fyrstu hondbólts
venjing.
– Eg byrjaði ikki at spæla
hondbólt, fyrr enn eg var
blivin 14 ára gamal. Fleiri av
vinum mínum spældu hond
bólt og eggjaðu meg at byrja.
Eg helt tað vera spennandi
at hyggja eftir hondbólti, so
eg tók av. Eg helt tað beinan
vegin vera stuttligt at venja
hondbólt, so um hetta mund
ið steðgaði eg við at spæla
fótbólt. Valið fall á hond
bólt, og við tíðini hevur tað
so víst seg at vera ein góð
avgerð, sigur Peter Krogh í
samrøðu við Sosialin stutt
eftir dystarlok í gjár.
Stóri danin varð beinan
vegin bitin av hondbólti.
Skjótt varnaðust venjarar
hansara og Peter Krogh
sjálvur, at tað lá væl fyri at
kasta við báðum hondum.
Krogh svarar soleiðis, tá
ið yvirritaði spurdi hann,
hvussu hann fekk ta gávuna
at skjóta líka væl við báðum
hondum:
– Tá ið eg byrjaði at spæla
hondbólt hevði eg ikki ánilsi
fyri, hvørjari hond eg kastaði
við. Fyrst kastaði eg við
høgru og spældi á vinstra
vongi, men seinni varð eg
fluttur á høgra bakk. Tá bleiv
lagt til merkis, at eg kastaði
næstan líka væl við vinstru
hond sum við høgru. Vinstra
hond varð síðani vand upp,
og í dag kann tað gera tað
sama, hvørjari hond eg kasti
við. Eg haldi eisini sjálvur, at
tað er ein kulur eginleiki at
hava, greiðir Peter Krogh frá
um sítt sereyðkenni.
Sjálvt í altjóða topphond
bólti er tað nærum óhoyrt,
at nakar kann skifta ímillum
høgru og vinstru hond eftir
vild. Tað er tó ikki óhugsandi,
at vit í framtíðini fara at
síggja fleiri hondbóltsleik
arar, ið duga líka væl við báð
um hondum.
– Eg veit um ein einkultan,
sum spælir í næstbestu
deildini í Danmark, ið eisini
skjýtur við báðum hondum.
Annars veit eg, at fleiri eru
byrjaðir at venja at skjóta við
báðum hondum, bæði í Dan
mark og í Føroyum, tí at tað
er sjálvandi ein risastórur
fyrimunur at hava í mun til
aðrar leikarar.
Ikki hugaligt at
vera mansvardur
Hini liðini eru fullgreið um,
at Peter Krogh er størsta
hóttanin hjá H71. Hetta við
førir, at so at siga øll liðini,
Ongin
steðgar
Peter
Krogh
Navn: Peter Krogh
Føddur: 20. juli 1990. (25 ára gamal)
Feløg, ið hann hevur umboðað:
Aalestrup IF, Aars HK, Viborg HK,
Randers HH og H71
– Jú, kanska burdi eg spælt á hægri støði. Eg taki tó
eitt fet at gangin, og so fáa vit at síggja, hvat tað verð
ur til í framtíðini. Beint nú eri eg í Hoyvík í Føroyum, og
her dámar mær sera væl at vera, sigur Peter Krogh
Myndir: Álvur Haraldsen