Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ítróttur hondbóltur sum H71 hevur spælt ímóti í ár, hava valt at taka Krogh úr spælinum við at mansverja hann. Í dystinum ímóti VÍF í gjár slapp tvíhenti danin tó at spæla sítt vanliga spæl, tí at hann varð nærum ongan­ tíð mansvardur í gjár. Tó varð onkuntíð skermað av so­leiðis, at Krogh ikki kundi fáa bóltin, og tað var eyð­sæð, at vestmenningarnir beinan­ vegin vóru uppi á tærnum, tá ið danin við 45-talinum á rygg­inum fekk bóltin. – Sjálvandi er tað stutt­ ligari, tá ið man ikki verður mans­vardur. Fyri meg hevur tað ikki verið stuttligt at stað­ið og hugt á miðuni, með­ an hinir spæla, men í dag var tað frálíkt, at eg fekk loyvi at spæla á jøvnum føti við allar hinar. Tað var stuttligt at spæla í dag, sigur Peter Krogh, og leggur hann síðani afturat: – Undan kappingarárs­ byrjan var eg tó fyrireikaður uppá, at eg væl kundi enda við at blíva mansvardur nógv. Eg eri eisini blivin mans­vardur nógv, tá ið eg havi spælt hondbólt heima í Dan­mark, so tað er ikki nakað, sum eg eri óvanur við. Men man verður noyddur at til­laga seg og flyta seg, so at liðið fær nyttu av tær. Peter Krogh greðir víð­ari frá, at tað ger ikki liðið hjá H71 veikari, at hann verð­ ur mansvardur so nógv, sum hann verður. Held­ur tvørturímóti, so gevur tað meira pláss til við­leik­arar­ nar, ið eisini eru góðir hond­ bólts­spælarar. – Til venjing venja vit ofta, at eg ikki eri partur av spæl­inum. Tískil brúki eg eis­ini nógva tíð upp á at venja at vera í verjustøðu, tí at har verði eg jú ikki mans­ vardur. Men tað er framvegis soleiðis, at vit eisini eru fyri­ reik­aðir uppá, at eg kann blíva ein partur av spælinum. – Vit hava ymisk system, ið leggja upp til, at eg verði mansvardur. Í dag (í dyst­ inum ímóti VÍF) royndu vit eitt sindur av hesum system­ um. Eg haldi tó í roynd og veru, at liðið verður betri, tá ið eg blívi mansvardur, tí at tá verður meira pláss til við­leik­ararnar, ið eisini eru góðir. Tað kann kanska blíva til ein veikleika fyri okkum at blíva fullmannaðir í álop­ inum, tí at nú hevur liðið vant seg við at spæla fimm ímóti fimm í álopsstøðu.  Skrivaði undir við H71 fyrsta dagin Tað kann tykjast undrunar­ vert, at H71 megnaði at lokka slíkan leikara til Føroya at spæla í FTZ-deildini. Orsøk­ in til sambandið og nú sam­starvið ímillum H71 og Peter Krogh er hin danin, sum spælir á besta liðnum hjá H71. Hann eitur Mark Lausen-Marcher. – Mark og eg kennast væl, og eg skrivaði við hann, tá ið hann spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma ein túr til Føroyar og vitja í Hoyvík fyri at vita, hvat hetta var fyri eitt felag. Tað segði eg ja til, tí at eg helt tað ljóða spennandi við einari nýggjari avbjóðing. Eg bleiv beinanvegin berg­ tikin av felagnum og land­ inum, og tískil valdi eg at skriva undir við H71 sama dag, sum eg kom til Føroya. Meg minnist, at tá ið eg fór avstað, gleddi eg meg bara at sleppa aftur til Føroya at spæla hondbólt, sigur Peter Krogh um, hvussu skiftið til H71 bleiv veruleiki. Mark og Peter kenn­ast umvegis Viborg Håndbold College, ið virkar sum ein eftir­skúli og sum klek­ingar­ depil fyri hond­bólts­spælarar at menna seg í. Tveir av lokalu hoyvíkingunum hjá H71, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal, hava eisini gingið á Viborg Håndbold College.  Peter leggur eisini dent á, at H71 er eitt framúr gott felag at vera í. Serliga tí at saman­haldið er so sterkt. – H71 er so nógv tað besta felagið í Føroyum. Saman­ haldið er ótrúliga gott, og ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava klárað okkum so væl higartil er, at vit tosa nógv saman og hjálpa hvørjum øðrum, um tørvur er á tí. Eg eri sera glaður fyri at vera ein partur av felagnum, og eg haldi tað vera sjúkliga kul at vera her, sigur Peter Krogh um sterka samanhaldið, sum er í Hoyvík ímillum leik­ ararnar hjá H71. Eisini nevn­ir hann, at tað er sera stutt­ligt at ball­ast saman við lið­feløg­ unum, tá ið høvið býðst til slíkt.  Hondbóltur skal ikki vera ein tøseítróttur Prátið fellur inn á hond­ bólts­liga munin ímillum før­oyskan og danskan hond­ bólt. Krogh dámar væl slagið av hondbólti, sum verður útint í Føroyum, og eisini nýtir hann høvið at rósa før­ oysku dómarunum. – Eg haldi, at føroyska deildin er ógvuliga kropslig í mun til danskan hondbólt. Menn eru grótharðir her, og tað dámar mær serstakliga væl, at vit sleppa at takkla og kanska eitt sindur afturat. Fyri meg skal hondbóltur ikki vera »tøsebold«, har leik­arar fáa tveir minuttir fyri líka at nerta hvønn ann­ an. Dómararnir loyva hørð­ um spæli, og tað skulu teir eiga rós fyri. Soleiðis fer tað vón­andi eisini at verða fram­ yvir, sigur Peter Krogh um føroyskan hondbólt. Veit ikki hvat fram­ tíðin hevur at bjóða At enda situr man við kensl­ uni av, at hesin maðurin í veru­leikanum ikki burdi spælt hondbólt í Føroyum, tí at tað er hann snøgt sagt nógv ov góður til. Sum nú er hev­ur Peter Krogh tó ongar ætlanir um at skunda sær úr H71 og Hoyvík. – Jú, kanska burdi eg spælt á hægri støði. Eg taki tó eitt fet at gangin, og so fáa vit at síggja, hvat tað verð­ur til í framtíðini. Beint nú eri eg í Hoyvík í Føroyum, og her dámar mær sera væl at vera. Millum annað tí, at saman­ haldið er so gott, sum tað er.  Okkara lið stendur í stór­ ari menning í løtuni. Eg veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men eg vænti tó, at sum minst spæli eg eis­ini við H71 í komandi kapp­ingar­ ári, vóru seinastu orðini frá frynt­liga Peter Krogh í hes­ um umfari. H71 hevur vunnið tvey meist­ara­heiti í søgu felags­ ins. Hetta var í 2009 og 2012. Við Peter Krogh á lið­ num tykist tað at vera sera sann­líkt, at triða meistara­ heitið verður vunnið í 2016. Hópurin er breiður, leik­arar­ nir eru væl samans­pældir, og kemur liðið í trupulleikar, so hevur H71 altíð ein trumf, ið næstan kann skjóta mál eftir vild við báðum armum sínum. Hesin trumfurin eit­ ur Peter Krogh, og tað er eitt framíhjárættindi fyri hoy­ vík­ingar at hava slíkan mann á besta mansliði sínum. neli@sosialurin.fo Hvonn deildin: Stjørnan - VÍF 21-26 (11-14) Stjørnan: Nada Pavlov 6, Durita Thomsen 4, Tóra Eliasen 4, Marta Begic 3, Edith Hansen 2, Kristina Poulsen 1 og Hervør Olsen 1. VÍF: Liljan Djurhuus 9, Marianna Holm Jacobsen 6, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 3, Ronja Johannesen 2, Randi Virgarsdóttir 2 og Jórunn Gudmundsen 1. Kyndil - VB 26-17 (11-9) Kyndil: Anna Brimnes 12, Turið A. Samuelsen 5, Irena Dam 4, Bára K. Hansen 2, Bjarta Johansen 1, Gudrun Restorff 1, Anja H. Hammer 1. VB: Gurið K. Mortensen 5, Rúna M. Jacobsen 5, Helga Ey. Kjærbo, Svava Vestergaard 2, Danijela Mistric 1 og Una J. Nolsøe 1. FTZ-deildin: H71 - VÍF 28-24 (16-13) H71: Jónas Djurhuus 7, Peter Krogh 6, Mark Lausen Marcher 4, Rúni V. Højgaard 4, Helgi Hoydal 3, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Tróndur Arge VÍF: Filip Jojic 8, Áki Egilsnes 8, Sjúrður Olsen 2, Danny Brandt 2, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 2