Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Álitispersónar innan tær smærru ítróttargreinarnar hava seinastu tíðina funnist at vánaligu umstøðunum í høvuðsstaðnum, men nú eru loysnir ávegis. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, sigur, at 50 milliónir krónur eru settar av til endamálið Pætur Albinus Fleiri av ítróttargreinunum í høvuðsstaðnum hava sein­astu tíðina funnist at hvussu vánaligar umstøður tær hava at virka undir, og hetta uppá­haldið fær stuðul frá um­fat­andi kanning hjá ÍSF, har tað verður staðfest, at summar ítróttargreinar bein­leiðis hava út av lagi vána­ligar umstøður. Somuleiðis verður stað­ fest, at hallartímarnir hjá hond­bólts- og flog­bólts­feløg­ um eru ov fáir í tali. 50 mió. Helena Dam á Neystabø, for­ kvinna í mentamála­nevndini í Tórshavnar kommunu, sum varar av ítróttinum, lovar nú betri umstøður til ítróttin í høvuðsstaðnum. 1. desembur verður nýggja fíggjarætlanin løgd fyri býráðið, og fyri tær ítróttargreinar, ið eru um at hokna undan vánaligu um­ støðunum, kann hetta gerast til ein lagnudag. Helena Dam á Neystabø vissar tó um, at kommunan fer at arbeiða hart fyri at finna fram til eina loysn, ið gagnar so nógv­ um sum møguligt. – Tað eru rættiliga fitt av pengum settir av til ítróttar­ anlegg. Í 2016 hava vit umleið 50 milliónir at arbeiða við, og vit arbeiða við fullari orku at finna fram til tær loysn­ ir, sum á bestan hátt loysa so nógvar avbjóðingar sum møguligt innan venj­ing í ítróttar­høll, tað er hond­ bóltur og flogbóltur, og fyri judo og borð­tennis, sigur Helena og heldur fram: – Tað hevur verið ein ætlan at byggja Gundadals­ høll­ina út, men enn eru ikki allir spurningar av­klár­aðir viðvíkjandi hesum, um­ framt at tað er sera trongt í Gundadali. Tí verður eis­ini arbeitt við øðrum hallar­ loysnum, sum, sum sagt, eis­ ini kunnu loysa hølis­trupul­ leikarnar hjá ítróttargreinum sum borðtennis og judo. Um árslok verður heilt vist klárt at taka støðu til ta verk­ ætlan, sum loysir so nógv­ar av hes­um avbjóð­ing­unum sum møgu­ligt. Tað er sera um­ráðandi at fá nógv fleiri hallar­tímar til venjing í ítróttar­høll, stað­festir for­ kvinn­an í menta­mála­nevnd­ ini. Hon vísir á, at í skúlanum á Fløtum, sum verður bygd­ur í Marknagili, verður ein høll við umleið 400 áskoðara­ pláss­um, og at tað harafturat verður ein ítróttarhøll í skúl­ anum í Marknagili. Hon sig­ ur seg vóna, at hesar hallir verða nýttar til felags enda­ mál eftir vanliga skúlatíð. Skjótibreyt Áður nevndu kanning, har ÍSF hevur staðfest hvør ítróttargrein tørvar hvat, kennir Helena Dam á Neysta­ bø væl til. Kann­ing­in stað­ festir millum annað, at um­ støð­ur­nar hjá bogaskjóting eru út av lagi vánaligar, og tá ið formaðurin í Boga­ skjóti­sambandi Føroya, Schandorff Vang, í Sosial­ inum varð spurdur, hvat teir kundu gera sum sersamband, var svarið, at teir ætlaðu sær at senda umsókn til Tórs­ havnar kommunu um at fáa útvegað eitt øki til skjóti­ breyt. Hendan umsóknin er liðugt gjørd og hevur funnið sær veg til kommununa. – Tórshavnar kommuna hevur fyri fáum døgum síð­ ani fingið eina umsókn og eina verkætlan frá Boga­ skjóti­felag­num, sum sær áhuga­verd út, staðfestir Helena. – Hon er staðsett í Kolla­ firði, og hana fara vit sum skjótast at viðgera. Eg vóni, at tað fer at eydnast at finna eina loysn her, sigur Helena víðari. Hóast formenn hjá borð­ tennis- og judo í høvuðs­ stað­num hava sagt við Sosialin, at tað stendur um lív hjá teimum báðum ítróttar­greinunum, so metir Helena sambært kann­ingini, at størstu av­bjóð­ingarnar liggja hjá hond­bóltinum og flog­bólt­inum. – Sama kanning, sum tú vísir til, vísir so eisini, at nógv tann størsta avbjóðingin hjá ítróttargreinunum í Tórs­havnar kommunu er vant­andi hallartímar hjá hond­bólti og til deils hjá flog­bólt­inum. Og har verður farið til verka beinanvegin, sigur Helena Dam á Neystabø. Lyfti Hjá borðtennis og judo hev­ ur misnøgdin verið stór, nú teir ár eftir ár hava fingið lyfti um egna høll, sum eftir hondini vísir seg at vera einasta gongda leiðin fyri at halda lív í teimum ítróttar­ greinunum, sum krevja, at tunga útgerðin til at íðka tær greinarnar altíð stendur frammi og ikki skal dragast fram og aftur. Áður hevur kommunan sett sjey milliónir krónur av til endamálið, men eftir umraðfestingar varð hend­ an játtan tikin av aftur, og pen­ingurin fór heldur til fót­ bólts­vøll í Hoyvík. Men skal ein trúgva for­ kvinnuni í menta­mála­nevnd­ ini, so nýtast borð­tennis og judo ikki at stúra longur. Nú kemur nevniliga ein loysn, lovar hon. – Tað verður við 100 prosent vissu farið undir at byggja eina høll, sum kann loysa trotið á venjingar­ tím­um í høll, og sum kann loysa hølis­trupul­leikar hjá til dømis borð­tennnis og judo, sigur Helena Dam á Neystabø. albinus@sosialurin.fo 50 milliónir til betri umstøður Helena Dam á Neystabø, for­ kvinna í menta­mála­nevnd­ini í Tórshavnar kommunu Savnsmynd Helena Dam á Neystabø