Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ítróttur Pætur Albinus Fyrsti langhylurin í Før­ oy­um er fyri stuttari tíð síðani vorðin veruleiki í Páls­høll í Vági, men vænt­ andi gongur ikki rúm tíð áðrenn Føroyar fara at fáa enn ein langhyl. Tað ætlar Tórshavnar komm­ una sær í øllum førum at syrgja fyri. Fíggjarætlanin verður løgd fyri býráðið 1. desemb­ur, og Helena Dam á Neystabø, for­kvinna í menta­mála­nevnd­ini, sig­ ur, at tað væntandi verða settar um­leið 50 milliónir av til ítróttar­anlegg. Sosialurin hevur spurt hana, hvørjar ítøkiligar ætlanir tey ætla at fremja komandi fíggjarár, og tað er svarið til hendan spurn­ing, sum avdúkar, at ein partur av pengunum skal nýtast til at fyrireika ein 50m-langhyl. – Rættilig ferð kom­ in á at fyrireika ein 50 metra-svimjihyl í Gunda­ dali. Byggiskráin verður lið­ug fyrst í komandi ári, og sum vónandi gerst til veru­leika um nøkur ár, sigur Helena Dam á Neystabø. Havnar Svimjifelag sendi fyri trimum ár­um síðani uppskot til Tórs­ havnar Býráð, har skotið varð upp at gera 10 geilar í einum langhyli, sum skal útbyggjast tann vegin, har gamla ÍSF-húsið stendur í dag. ÍSF hevur stutt eftir staðfest, at ÍSF-húsið ikki er tíðarhóskandi longur og at tað harumframt er ov lítið. Tískil tykist tað ikki ósannlíkt, at tað er í ta ættina, at útbyggingin til fyrsta langhylin í høvuðs­staðnum skal fara fram. Í uppskotinum hjá Havnar Svimjifelag varð mett, at kostnaðurin fyri útbyggingina fór at verða 35 milliónir krónur, og at tað skuldi taka 14 mánaðir at byggja. Tórshavnar kommuna fer í komandi fíggjarári at seta pening av til at fyrireika ein langhyl í Gundadali. Tað váttar Helena Dam á Neystabø, forkvinna í menta­málanevndini, sum vónar, at hylurin verður klárur at taka í nýtslu um nøkur ár Fyrireika 50 metra hyl í Gundadali