mánadagur 16. november 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Stór kanning hjá ÍSF steðfestir, at umstøðurnar hjá fleiri ítróttargreinum eru vánaligar. Petur
Elias Petersen, ÍSF-forseti, sigur, at hann hevði illgruna um, at hetta fór at gerast úrslitið
Pætur Albinus
Tað var í summar, at ÍSF
kunngjørdi
úrslitið
av
einari kanning, sum hevði
til endamáls at fáa greiðu á
hvussu umstøðurnar vóru
hjá teimum ymisku ítróttar
greinunum í Føroyum, sam
stundis sum yvirlit skuldi
fáast yvir hvussu nógv íðka
tær ymisku ítróttargrein
arnar.
– Hesa frágreiðing hevur
ÍSF latið gera fyri neyvari
at kunna vísa á tørvin við
víkjandi ítróttanleggum í
Føroyum samanborið við
fólkatal og tal á íðkandi í
ymsu
ítróttagreinunum.
Talan er um fólkatalið, sum
var 1. januar 2015. Talið á íðk
andi er frá 1. mai 2015, varð
skrivað í innganginum til
kanningina.
Illgruni
Petur Elias Petersen, ÍSF-
forseti, sigur, at tey í ÍSF
høvdu ein illgruna um, at
tað ikki stóð alt ov væl til,
og hetta skilst eisini á einum
parti av innganginum, har
skrivað stóð:
– Føroysk ítróttafólk hava
í mong ár stríðst ótroytt
iliga
í
nógvum
ymsum
ítróttagreinum, og mangan
hava tey staðið seg væl bæði
heima og úti. Men langt frá
altíð gjørdu umstøðurnar,
at
tey
skaraðu
framúr.
Sigast kann tvørturímóti,
at tey stóðu seg óvanliga
væl,
hóast
umstøðurnar
ikki vóru nøktandi, stóð at
lesa.
Petur Elias sigur, at tey í
ÍSF hoyrdu frá alsamt fleiri,
ið funnust at umstøðunum,
og at tað eisini var við til at
seta hesa kanningina í verk.
Úrslitið
Úrslitið av kanningini var
lítið at reypa av. Illgrunin um
vánaligu umstøðurnar var
grundaður, tí tað er í kann
ingarfrágreiðingini
púra
greitt, at nógvar ítróttar
greinar hava tað trongligt,
meðan
umstøðurnar
hjá
summum
ítróttargreinum
verða beinleiðis lýstar at
vera út av lagi vánaligar.
ÍSF-forsetin sigur, at tey
ikki vóru bilsin av úrslit
inum.
– Nei. Vit fingu bara stað
fest nøkur ting, og yvirskipað
eru vit ikki bilsin av tí, sigur
Petur Elias.
Hann sigur, at úrslitið av
kanningini eisini er ætlað
sum hjálp til politikarar, tí,
sum hann sjálvur sigur: – Nú
er greiningararbeiðið gjørt
fyri teir.
Í
kanningarskjalinum,
sum er til taks á heimasíðu
ÍSFs, stendur at lesa, at ÍSF
ætlar sær at fylgja neyvt
við hesum viðurskiftunum í
framtíðini, og at frágreiðing
in fer at verða dagførd tá ið
tørvur er á tí.
albinus@sosialurin.fo
Vit høvdu ein
ÍSF-forsetin