Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ítróttur Pætur Albinus Er støðan ikki nøktandi, hvat ítróttaanleggum við­víkur, so er hon als ikki nøktandi, tá tað snýr seg um hølisumstøðurnar hjá ÍSF. Tað er partur av niðurstøðuni hjá ÍSF í kann­ingini “Íðkandi og ítrótta­anlegg í Føroyum. Gamalt Húsið í Gundadali var upprunaliga gamla fel­ ags­húsið hjá Neista­num. Tað varð bygt í 1964, og ÍSF flutti inn í tað 25. juli í 1975. Í 1982 varð húsið høvuðsumvælt og út­ bygt. Liðin eru sostatt 33 ár, síðan veruligar ábøtur vórðu gjørdar á hølisu­ miðstøðurnar hjá ÍSF. – Ein og hvør, sum hevur sína gongd í ÍSF húsinum, sær, at hús­ið er ov lítið. Summi ser­ sam­bond hava eina lítla skriv­stovu at húsast í, men fleiri hava onga, og sal­urin á ovastu hædd er so trongur, at tá 30-40 fólk eru inni, er fullsett og ógvu­liga heitt, siga tey í ÍSF. Ambitiónir Í ÍSF halda tey, at tað er umráðandi at hava eitt tíðarhóskandi hús, ið avspeglar ambitiónirnar hjá ítróttunum, sum eru sjóvaðir saman undir ÍSF. – Eitt høvuðssæti vísir, hvørja ambitión tey hava, sum húsast í tí. Før­oyskur ítróttur hevur stórar altjóða ambitiónir, og ÍSF má tí fáa eitt sæti, sum endurspeglar hend­ an veruleika. Nýggja høvuðs­sætið hjá ÍSF skal gerast sendistovan hjá føroyskum ítrótti og miðdepilin í allari ítrótta­ ligari menning næstu ár­ ini, siga tey í ÍSF og halda fram: Verða ongi stig tikin til at byggja nýtt sæti, fer orkan at verða nýtt til at pjøssa upp á og við­líka­ halda verandi bygning, og tað verður ikki nøktandi. Áheitan Tað er ikki so sjáldan, at útlendsk fólk eru í Før­ oy­um í sambandi við ymiskt hjá ÍSF, og tá er 40 ára gamla húsið ikki júst nakað, ið tey eru errin av at sýna fram. – Havast skal í huga, at ÍSF høvuðssætið er bygn­ingurin, sum eisini út­lendskir gestir og fjøl­ miðlar verða bodnir inní, tá teir vitja. Í verandi húsi er ikki so frægt sum ein skrivstova tøk at bjóða gestum og fjølmiðlum at brúka. Haraftrat er heldur ongin lyfta til fólk, ið bera brek. Fólk mugu tí lyftast upp ígjøgnum trappurnar, tá fundur er í salinum á loft­ inum, vísir ÍSF á, sum tí hevur eina áheitan: – ÍSF heitir á lands­ myndug­leikarnar um at seta pening av til at byggja nýtt høvuðssæti, sum kann gerast karmur um eina líka stóra menn­ ing í føroyskum ítrótti næstu næstu 25 árini sum farnu 25 árini. albinus@sosialurin.fo Høvuðssætið hjá ÍSF í Gundadali er eitt 40 ára gamalt hús, sum í mangar mátar er vorðið ótíðar­hóskandi og har­afturat ov lítið. Nú ynskir felags­ skapurin sær eitt nýtt hús ynskja nýtt høvuðs­sæti Savnsmynd illgruna Har ringast stendur til Sambært kanningini hjá ÍSF eru tað serliga tríggjar ítróttar­ greinar, sum hava tørv á betri umstøðum. Niðurstøðan um tær tríggjar ítróttargreinarnar hevur ÍSF lýst niðanfyri, eins og formenn stutt taka samanum standin Bogaskjóting ÍSF: Umstøðurnar hjá bogaskjóting eru út av lagi vánaligar, tí ongin boga­skjótibreyt er í landinum. Hetta er ein andsøgn, tá havt verður í huga, hvussu væl bogaskjúttar hava staðið seg mangan. »Tað er ein sannroynd, at vit seinastu fýra árini fram ímóti seinastu oyggjaleikunum als ikki hava ment okkum, meðan hinar oyggjarnar hava tikið okkum aftur og helst eru farn­ ar fram­við okkum. Hetta meti eg avgjørt vera tí at vit ikki hava havt nøktandi uttan­dura um­støður.« Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya Borðtennis ÍSF: Ongin høll til borðtennis er bygd, og hon má koma, skal ítrótta­ greinin vaksa. Borðtennis var næsta ítróttagreinin, ið fekk altjoða viður­kenn­ing, men er í ólukkumát eftir­bátur. »Lækkandi luttakaratalið boðar týðiliga frá, at nú er eitt lág­mark rokkið, ið ikki skal lækka meir, tí annars doyr borð­tennis­ítróttin í Tórshavnar kommunu.« Peter H. Nicalsen, formaður í borðtennisfelagnum Tór Judo ÍSF: Judo er somuleiðis ítróttagrein, sum er eftirbátur, tí ongin judohøll er í Føroyum. Tað er eitt knoss at halda lív í ítróttagreinini, og ábøtur krevjast skjótt. »Tað er ongantíð blivið til meir enn tos, og eg eri bangin fyri, at tað heldur ikki blívur til meira enn tos. Eg trúgvi ikki upp á politik­ararnar. Eg haldi tað vera so langt úti, at eg havi ikki orð.« Jan Günther, formaður í Havnar Judofelag