mánadagur 16. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Meðan nógvar ítróttargreinar skríggja eftir betri umstøðum, vil býráðspolitikari
hava høll til eina spildurnýggja ítróttargrein. Squash kallast tann ítróttargreinin,
sum eingin í Føroyum íðkar. Uppskotið hjá Hallu Samuelsen, býráðslimi, skapti
øsing ímillum nógv ítróttarfólk, og nú sigur Halla, at høllin ikki er alneyðug
Pætur Albinus
Tað
vakti
undran
hjá
mongum innan ítróttina í
høvuðsstaðnum, tá ið Halla
Samuelsen, býráðslimur og
limur í mentamálanevndini
hjá Tórshavnar kommunu,
í síðstu viku boðaði frá, at
hon ætlaði sær at leggja upp
skot fyri býráðið um at fáa
pening til vega at byggja eina
squash-høll.
Kostnaðurin
skuldi í fyrstu atløgu vera ein
millión, og tað fall mongum
fyri bróstið, nú fleiri for
menn í smærri ítróttarfeløg
um og stór ÍSF-kanning á
einum máli hava staðfest,
at fleiri ítróttargreinar hava
tørv á betri umstøðum alt
fyri eitt.
Ótrúligt
Ein, sum fanst hvassliga
at uppskotinum hjá Hallu
Samuelsen, var formaðurin
í Frælsum Ítrótti Føroya,
Hallur Holm.
– Tað er ótrúligt, at koma
við einum slíkum uppskoti,
uttan at taka atlit at tí tørv
inum, sum longu er. Um
framt borðtennis og judo, so
skríggjar hondbólturin eftir
eini altjóða høll, fótbólturin
skríggjar eftir eini fótbólts
høll, svimjifeløgini skríggja
eftir einum 50m hyli og
frælsi ítrótturin skríggjar
eftir eini innandurahøll.
–
Harumframt
vinnur
kurvabólturin frama í hesum
døgum, nú teir á fyrsta sinni
skipa fyri landskapping í
kurvabólti, men teir hava
heldur onga høll, segði hann
við in.fo.
– Tað er ómetaliga grunt
av einum valdum politikkara
at síggja burtur frá teimum
lyftum, sum longu eru givin,
fyri at byggja eina høll til
stuttleikar, til ein ítrótt, sum
eingin í Føroyum íðkar, segði
Hallur víðari.
Lyftini, ið hann sipar til,
eru tey, sum judo og borð
tennis fingu. Tær ítróttar
greinarnar fingu eina játtan
áljóðandi
sjey
milliónir
krónur at fáa útbygt Bad
mintonhøllina, men tann
játtanin varð seinni tikin av
aftur. Hon fór til fótbóltsvøll
í Hoyvík.
Eitt ynski
Halla segði í sambandi við
uppskotið um squash-høll
ina, at hon hevur verið í
sambandi við nógv fólk, sum
hava spælt squash uttan
lands, at tey øll lótu líka væl
at, og at squash samstundis
er ein ítróttur, har øll kunnu
vera við.
Við samrøðu við Sosialin
hevur Halla tó hug at leggja
dent á, at ætlanin við squash-
høllini ikki skal buldrast
ígjøgnum fyri einhvønn prís.
– Hatta við squash-høll
ini var bara eitt ynski, og eg
má siga sum er, at eg ikki
væntaði tað fór at fáa so
nógva umrøðu. Um vit held
ur kunnu hjálpa fleiri feløg
um, so bukki eg meg, sigur
Halla, sum undir samrøðuni
var stødd í Danmark, har hon
hevði nýtt høvið at kanna
hvussu danir hava bygt
squash-hallir.
So ítróttargreinar, sum
hava kært sína neyð, skulu
ikki lúta fyri eini squash-
høll?
– Nei, als ikki. Eg havi
nevnt tað nakrar ferðir, at
um ein kann hjálpa teimum
ítróttargreinum, sum eru í
dag, so er tað rættast at gera
tað. Tað er ikki eitt must at
fáa
squash-høllina,
sigur
Halla Samuelsen.
Halla Samuelsen
Um vit heldur kunnu
hjálpa fleiri feløgum,
so bukki eg meg
Squash-
høllin
er ikki
alneyðug
Hallu Samuelsen, býráðslimur