Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. november 2015 · Nr. 132 ítróttur Hon veit enn ikki at siga, um hon fer at fáa undirtøku í býráðnum fyri at gera eina squash-høll. – Hetta var eitt hugskot, sum eg kom við. Vit hava tosað um tað, men vit eru ikki endaliga liðug enn, sigur Halla og vísir á, at fíggjar­ ætlan­in skal leggjast fyri býráð­ið 1. desembur. Býráðs­ fund­ur verður aftur 19. novemb­ur, men tað kemur javn­an fyri, at eykafundur verður stutt áðrenn fíggjar­ ætlanin verður løgd fram. Stuðul Halla heldur ikki, at kostn­ aðurin at gera eina squash- høll neyðturviliga fer at verða ein millión, tí, sum hon sjálv sigur, so skuldi møgu­ leiki verið fyri at fingið til vega onkran bygning, ið long­ur er gjørdur. Eisini sigur hon seg hava funnið útav í Danmark, at tað møgu­liga ikki er neyðugt við einari heilari høll, tí ein squash-vøllur verður sett upp í einum, sum minnir um eitt glas­búr. Hon sigur seg vera var­uga við, at formenn í ítróttar­ feløg­unum gjørt vart við vána­ligu umstøðurnar, og at tær eiga at bøtast. Tá ið hon verður spurd, um hon kenn­ir til ÍSF-kanningina, ið stað­festir, at nógvar ítróttar­ greinar líða undir vánaligum um­støðum, er svarið nei. Eitt hugskot hjá henni er, at sett verður á stovn ein stuðulspulja, har ítróttar­ grein­arnar sjálvar kunnu søkja um at fáa stuðul til eitt­ hvørt, júst sum tón­leikur og list í løtuni hava møguleikan til. Tað er eisini á hendan hátt, at squash kundi verið sett á stovn í Føroyum, sigur hon og vísir á møguligu stuðuls­puljuna, har tey, ið hava hug at seta okkurt nýtt á stovn, eisini skulu hava møgu­leikan at søkja. albinus@sosialurin.fo Borðtennis og judo Pætur Albinus Teir báðir, sum seinastu tíð­ina hava staðið fyri teim­um hvassastu at­finn­ ing­unum hvørjar umstøður Tórs­havnar komm­una hevur at bjóða teirra ítróttar­grein­um, eru Peter H. Niclasen, for­mað­ur í borð­tennis­felag­num Tór, og Jan Günther, for­mað­ur í Havnar Judofelag. Okkurt bendir á, at mynd­ug­leikin í høvuðs­ staðnum hevur hoyrt neyðar­róp teirra, sum m.a. gingu upp á, at vandi er fyri at borðtennis og judo dettur niðurfyri, um um­ støð­ur­nar ikki batna skjótt. Í øllum førum hevur borgarstjórin, Heðin Morten­sen, bjóðað teim­um báðum á fund hós­morg­ unin. Hetta má sigast at vera beint áðrenn aftur­ latingartíð, tí seinni henda sama dag verður seinasti býráðsfundur áðrenn fíggjar­ætlanin verður løgd fyri býráðið 1. desembur. Neyðarrópini hjá borðtennis og judo hava møguliga givið úrslit. Borgarstjórin hevur nú kallað formenninar í borðtennis- og judofeløgunum í Havnini saman til fund Bodnir á fund – Eg havi nevnt tað nakrar ferðir, at um ein kann hjálpa teimum ítróttar­greinum, sum eru í dag, so er tað rættast at gera tað. Tað er ikki eitt must at fáa squash-høllina, sigur Halla Samuelsen Ein squash-vøllur er 9,75m langur og 6,40m breiður