mánadagur 16. november 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
24
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Bókajól
bókalistin
bókadeild føroya lærarafelags
MYNDABØKUR
SMÁBARNABØKUR
Dýrabók
Fittu dýrabørnini fáa sær at eta, hvíla
seg, leita og spæla saman við mammu
og pápa sínum. Og aftast í bókini kanst
tú læra teg at telja upp í fimm.
36 bls./pappbók
Prísur: 80 kr.
Jenny Kjærbo
Áh Óh
Alt er so gott, men so knappliga ein
dagin er eitt egg í holuni, og nú verður
lundapisan so ill, at hon sparkar eggið ...
20 bls./innbundin
Prísur: 68,-
Sven Nordqvist
Kennir tú Pettson og Findus?
Millum akrar og eingir er ein lítil garður.
Har búgva Pettson gamli og frensurin,
Findus. Ein dagin finnur Findus upp á
eitt spæl.
14 bls./pappbók
Prísur: 75 kr.
Anita Bijsterbasch
Øll geispa
Øll tey lítlu dýrini geispa. Spakuliga
hart og øgiliga leingi. Og barnið, vil tað
eisni sova? Alt hetta sært tú hesari fittu
bókini við klaffum.
28 bls./innbundin við klaffum
Prísur: 120 kr.
Tadhg Mac Dhonnagáin
Dávur. Hvar er bamsan?
+ Eg havi hoyrt okkurt!
Dávur er ein lítil fittur tikari, sum er
forvitin sum børn flest. Hjálp honum at
leita eftir bamsuni og kanna øll ljóðini,
sum hann hoyrir.
12 bls./pappbøkur
Prísur: 60 kr. hvør
Eric Hill
Buggelingabókin hjá Flekk
At liggja á búkinum og spæla við Flekk,
tað er stuttligt! Børnum fara at dáma
hesa blonku, stuttligu og øðrvísi bókina
við nógvum bleytum og ruflutum at
nerta við.
Pappbók
Prísur: 140 kr.
Ranvør Isholm
Alda
Pápi Aldu siglir úti. Ein dagin í
barnagarðinum fara børnini at leita eftir
pápanum. Tey uppliva mangt og hvat á
ferðini. Eitt flott teknað heimskort fylgir
við bókini.
32 bls./innbundin
Prísur: 145 kr.
Elsubeth Fossádal
Drongurin í grønum
gummistivlum
Ein drongur í grønum gummistivlum
dettur ein dagin á ein rustaðan nagla.
Hann noyðist beint á skaðastovuna at
seyma holið í pannuni aftur. Tíbetur er
har ein lækni í grønum tuflum.
18 bls./innbundin
Prísur: 130 kr.
Bjørn F. Rørvik
Bukkarnir Brúsi koma aftur
Stórubrúsi vil niðan í feitilendið, soleiðis
sum bukkarnir gera hvørt summar. Tað
halda hinir vera so keðiligt. Stóribrúsi
roynir at lokka við trøllinum undir
brúnni og við ísi. Men hvat er vorðið av
trøllinum?
Pauli Hansen týddi
42 bls./innbundin
Prísur: 148 kr.
Rosie Dickens
Ævintýr fyri songartíð
Lat bókina upp og fyll dreymarnar
við álvagentum, tosandi kettum,
hjálpsomum álvum og søgum, har tey
liva eydnusom alla ævi sína…
Guðrið Rubeksen týddi
96 bls./innbundin
Prísur: 140 kr.
Kirsteen Robson
Myndaputlibók
Ein stuttlig dagdvølja við 25 opnum við
eini ørgrynnu av dýrum og lutum, sum tú
kanst leita eftir, telja og tosa um.
Marna Jacobsen týddi
32 bls./pappbók
Prísur: 145 kr.
Julia Donaldson
Gruffalo + Gruffalodiddan
Ein mús fer sær ein túr í skógin, har
hittir hon fyrst ein rev, sum spyr hana,
hvagar hon fer. Músin er skjót at siga,
at hon fer at hitta gruffalo. Men hvør er
Gruffalo? Tvær fittar søgur, sum bera
upp á rím.
Anna Maria Reinert týddi
30 bls./heftar
Prísur: 88 kr. hvør