mánadagur 16. november 2015síða 57
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
25
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Bókajól
bókalistin
bókadeild føroya lærarafelags
UNGDÓMSBØKUR
Aðrar útgávur
TEKSTBØKUR TIL BØRN
Elin á Rógvi
Eg sá ein eingil
Eg sá ein eingil var send sum
útvarpsleikur undan jólum í 2010 og er
nú gjørdur til spennandi bók at lesa. Við
í bókini er fløgan við øllum sangunum,
sum hoyra til søguna.
186 bls/innbundin við fløgu
Prísur: 180 kr.
Ingun Christensen
Rani II – Vár og vónir
Rani er spakuliga við at fóta sær í
nýggja heimstaðnum og saman við
nýggjum vinum. Men honum leingist
eftir pápanum, sum nú er fluttur saman
við nýggjari konu og børnum. Tað kann
vera trupult bæði hjá Rana og systrini
at góðtaka.
74 bls./heft
Prísur: 130 kr.
PAX 1: Níðstongin
Pax 2: Grimurin
Beiggjarnir Alvi og Viggo eru útvaldir
at verja tað loyniliga bókasavnið undir
kirkjuni í Mariefred – men fyrst skulu
teir standa eina óvanliga og ikki sørt
vandamikla roynd!
Súsanna Berg týddi
144 bls./innbundnar
Prísur: 112 kr. hvør
J.K.Rowling
Harry Potter og
vitramannasteinurin
Vøkur myndprýdd útgáva av fyrstu
bókini um víðagitna drongin við ývna
hárinum og sermerkta arrinum í pannuni
- Harry Potter.
Bergur Rasmussen týddi
248 bls./innbundin við leysakápu og
lesibandi
Prísur: 348 kr.
Charles Dickens
Eitt jólaævintýr
Klassiska søgan um tann gíriga
Ebenezer Scrooge, sum hatar jólini, men
teljast millum best kendu jólasøgurnar
yvirhøvur. Tað finnast fleiri filmar bygdir
á søguna og orðið Scrooge er komið inn í
enska málið við týdninginum gírigheit og
mannahatur.
Lena Jacobsen týddi
136 bls./innbundin við leysakápu
Prísur: 248 kr.
Håkon Øvreås
Brúni
Um dagin er Rúni Rúni, men um náttina
er Rúni Brúni - superhetjan, sum ikki
er bangin fyri nøkrum. Kann Rúni gera
við, at Brúni málar súkklurnar hjá
dreingjunum? Ein bók um vinalag, dirvi
og um at hevna seg.
Jákup Sørensen týddi
136 bls./innbundin
Prísur: 168 kr.
Patrick Ness
Eitt skrímsl kemur
Mamma Conor hevur krabbamein og
er ógvuliga sjúk, og Conor er bangin,
bangin fyri at missa mammuna.
Ása Ellefsen týddi
216 bls./heft við klaffum
Prísur: 198 kr.
Malala Yousafzai
/Patricia McCormick
Eg eri Malala
Malala er vorðin ein altjóða ímynd
fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum
nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn
Nobels. Í hesari bókini greiðir Malala frá
sínum merkisverda lívi. Í bókini eru eisini
nógvar myndir av lívi hennara.
Jenny Johannessen týddi
262 bls./heft við klaffum
Prísur: 180 kr.
Sally Green
Half Bad
16 ára gamli Nathan livir í einum búri:
bankaður og bukaður, og vandur at
drepa. Í hesi nútíðarsøguni um tveir
stríðandi bólkar av heksum í Onglandi, er
Nathan eitt andstyggiligt frábrigdi - hálv
hvítheks og hálv svartheks.
Bergur Rasmussen týddi
217 bls./heft við klaffum
Prísur: 220 kr.
Ingun Christensen
Skuggamyndir
Hugsa tær at sita í einum bussi, har
øll hava sína egnu søgu! Í teimum
níggju stuttsøgunum, ið hava støði í
okkara gerandisdegi og samtíð, letur
høvundurin fólk siga sína søgu. Søgurnar
flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit
so ella so hava ávirkan hvør á annan.
80 bls./heft við klaffum
Prísur: 149 kr.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
So hon stardi inn í veggin
Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki
tekur røttu avgerðirnar ella leggur
á annan bógv. Men hvørjar avgerðir
eru tær røttu? Ógvuliga forvitnisligir
tekstir, har høvundurin spælir sær
við skrivikynstrið. 12 stuttsøgur eru í
savninum.
120 bls./heft við klaffum
Prísur: 149 kr.
Olav Schneider
Seyður og seyðahald
Við nógvum forvitnisligum myndum,
ið neyvt lýsa seyðahald árið íkring,
orðafrágreiðingum, talvum og
faktaboksum er bókin ikki bara ein sonn
fragd fyri eyga, men eisini ein sannur
gripur av upplýsingum og frágreiðingum
um seyð og seyðahald.
262 bls./innbundin
Prísur: kr.
SKUGGA
MYNDIR
SKUGGA
MYNDIR
SKUGGA
MYNDIR
SKUGGA
MYNDIR