Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 26 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Føroyskar BØKUR Robert Joensen Seyðabókin Hvussu duga menn at seta við? Hvussu fæst glærfitað kjøt? Skal brundseyðurin vera síðullaður? Kann framsperran siga vektina? Skynar seyður á flóð og fjøru? Smakkar skoraseyður serliga væl? Hvussu verður krov býtt? Hvussu verður virðið í einum stykki roknað? At tosa um seyð er eins vanligt millum menn og at tosa um veðrið. Eisini tó at so nógv er broytt seinastu hálvu øldina. Tíðliga í farnu øld var tað hildið løgið at skriva um alt hetta, sum allir menn altíð høvdu vitað. Eina hálva øld seinni er henda mentanin og nógv av niðurarvaða hjartatáttinum í føroyska gerandisdegnum í øldir langt frá hvørs mans ogn. Robert Joensen gav sær stundir at skriva alt hetta tilfarið niður, og tað var í tøkum tíma, at hann skrásetti prátingarlagið og arbeiðslagið og mentanina. Nú bera vit boðini longur fram við einari bók, ið hóskar okkara tíð, og sum vísir, hvussu tað farna hevur funnið sær nýggjar røkur í nútíðini. Alexandur Kristianssen, Knút Olsen og Bárður Jákupsson Og várið kom Tríggir teirra, ið hava lagt fagrar og sjónskar slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina, savnast sum fullbúnir og vísir listamenn í hesum verki. Allir tríggir eru teir lærarar. Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning í hjartakistlinum alt lívið. Carl Jóhan Jensen Bókin um tað góða Frásøgumaðurin sigur okkum, at um hálvan tíma verður andlát hansara. Hesar minuttir, ið eftir eru, rekir hann sína fløktu og dravutu lívsleið uppaftur. Hann greinar í afturlitinum, hví hann er endaður í teirri støðu, hann er í. Í einum slavnum kjallarakamari í Havn, har hann um hálvan tíma fer at andast.Bókin er ein ferð inn aftur í uppvøksturin og upp­havið, ta indrimissiónsku lívs­ógleð­ ina, ið stjórnaði barnaárunum, til tann órætt­vísa lúsingin, ið sang í heysinum á honum alt lívið, kærleikan, ið avlagaðist, og hvussu umstøðurnar róku hann fyri sær út hagar, hann ongantíð hevði ætlað sær. Tað verður reikað ímillum útlond og Havnina. Læsingar og opinleiki skiftast, og eisini verður tað bragd nýtt, at umframt ítøkiligar staðarlýsingar verða navn­fram fólk í Havnini bregdað inn í skald­søguna við størvum og útsjónd og navni. Bókin er skipað soleiðis, at ein maður sendi einum høvundi eitt handrit til ummælis. Hann fær ikki tikið seg saman at lesa tað. Ein dagin hoyrir hann, at mað­urin er deyður. Hann fer eftir hand­rit­inum, ristjórnar tað, og knýtir eitt for­mæli uppí, sum á sín hátt greinar verkið. Hann greiðir Bókina um tað góða til prent. jóannis Sørensen Hválv HVÁLV er bók, sum varðveitir nakrar fáar, rárar løtur av teimum mongu, vit kunnu liva her í Føroyum. Fest í smáar bygdir, fjallarustir og firðir leiðir mynd eftir mynd okkum inn á endaleysar fløtur við norðlýsi, stjørnum og stjørnubreytum. Tú starir upp í endaleysa hválvið, og alt hevur sítt rætta pláss. Tú varnast, at til ber bæði at vera menniskja við hesum víddum í huganum og at skilja allar smálutir í hesum lítla samfelag. Mina Reinert Vágamentan So langt aftur, sum eg kann minnast, havi eg hoyrt fólk siga, at tíðin undir bretsku hersetingini 1940-45 elvdi til so stórar broytingar í Vágum, at tað var torført at siga frá teimum. Tí fekk eg hug at kanna, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok. Tíðarskeiðið, sum verður við­gjørt, er sostatt í høvuðsheitum frá umleið 1930 til 1960. Eg var áhugað í at finna fram broytingar, sum hendu, tá ið Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Oddfríður Marni Rasmussen Av heilum hjarta Oddfríður skrivar: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar. Haiku er japanskt yrkingarlag, sum er hvatskrivað og hevur ein bygnað, sum svarar til innihaldið. Haiku lýsir náttúruna í menniskjanum og menniskjað í náttúruni. Japanska haiku er býtt í 17 fonetiskar eindir, sum samsvara við okkara stavilsi. Haiku er ein opin hurð, sum tykist afturlatin. Eitt dýpið, sum tykist grunt. Fá orð um tað mesta. Fleiri føroyskir yrkjarar hava roynt seg við hesum tekstaslagi, men hetta er fyrsta savnið við upprunahaiku, sum er givið út í Føroyum. Sámal Soll Glasbúrið Hann leggur pennin frá sær og strýkur hondina ígjøgnum hárið, tykist at vera spentur ella fjálturstungin. Veruleikin er heldur tann, at hann er íðin eftir at koma í gongd við nakað, sum hevur ligið á láni ov leingi. Hann fer upp úr stólinum og gongur aftur og fram í køkinum. At enda steðgar hann á og fer eftir onkrum í køliskápinum. Hann setur seg við køksborðið aftur. Ølirnar, sum hann tók úr køliskápinum, setur hann á vindeygakarmin við síðuna av sær. William Smith Hinumegin garðin „Orðini høvdu tamarhaldið á okkum og hildu okkum tilvitað um, at syndansløn var deyðin og ævigt fortapilsi. Eg fekk ein óvissan grið fyri syndini ta løtuna, eg var í sunnudagsskúla, men so skjótt eg fór úr aftur sunnudagsskúlanum, var eg umgirdur av synd og freistingum og var glataður og kanska æviga for­taptur til næstu ferð, eg skuldi í sunnudags­ skúla.“ Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heilaspunan hjá sínum sunnudags­skúla­ lærara. Sunnudags­skúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur. Men friðskjólið á markinum millum frelsuna og fortapilsið er inniliga sambandið millum óvitan og ommuna, og í anganum frá kamfurdropum og henn­ara mutlandi samrøðum við Gud og Jesus finnur óvitin fyribils náðina. Líka til náðileysa óvissan ger teimum annað greitt. Rakel Helmsdal (ritstj.) Nýtt flog 60 skaldaspírar royna sítt flog í hesari bókini. Sendingin Góðan morgun Føroyar dró hesar skaldaspírarnar fram í ljós veturin 2014. Hetta var livandi og áhugaverdur bókmentatáttur. Ein bundin uppgáva varð sett, til dømis: Tú stendur á eini tokstøð saman við onkrum, tú kennir. Knappliga sært tú í vindeyganum í einum toki, at … Ella: Hurðin smelti harðliga í aftan fyri hana … Ger so væl! Legg høvdið í blot og bregda eina søgu saman burtur úr hesari byrjanini. Avmarkingin er, at teksturin skal vera 650 orð og skal verða sendur útvarpinum aftur um eina viku. Tá ið av tornaði, tólv sendingar seinni, høvdu 82 høvundar sent 153 tekstir inn. Hetta savnið hýsir 60 teimum bestu søgunum. Enna Garðshorn mikkelsen, Elsa Heinesen Kópakonan Søgnin um kópakonuna sigur okkum, hvussu fólk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Søgnin kann eisini takast úr hesum søguliga samanheingi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. „Kópakonan“ leiðir okkum inn í girnd, kærleika, at vera øðrvísi, at vera noydd at skapa sær annan samleika, sakn og sorg, fyrigeving og revsing. Umframt tað snarar søgnin seg inn á ymsar merkingar og týdningar, hon hevur fyri okkum nú á døgum, eins og hon man hava havt fyri fólk í 1800-talinum, tá ið hon var niðurskrivað. Bókin fæst á føroyskum og enskum. bókalistin Sprotin