Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-16, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2015síða 59

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 47 • 16. november 2015 27 Ókeypis lýsingarblað TEMA Bókajól Týddar BØKUR Kristín Marja Baldursdóttir Karitas – við ongum heiti Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jóns-dóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum. Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri, at øll børnini skulu hava útbúgving – gentur sum dreingir. Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli. Karitas hittir eina konu, sum málar. Hon sær, hvussu gávurík Karitas er, og sær til, at hon sleppur á lista­skúla í Keyp­ manna­havn á leið 1920. Aftur­komin til Íslands fimm ár seinni og vóngóð um at fara undir sítt listarliga lívsverk, verður hon við barn, endar á einum fátæks­ lig­um smáplássi, og lívið broytir kós. Til­veran verður ein kensluborin togan millum at fáa list og kærleika at trívast í ein­semi og fátækt – á smáplássi við sjómanni, fleiri børnum, í eini kroysu. Søgan er um tey kor, sum konufólk lótu sær lynda, tað hjálpsemið, sum gjørdi, at tær hóraðu undan, og tað ófatiliga seiggið, ið var í teimum. Gabriel García Márquez Hundrað ára einsemi Nógv ár seinni, andlit til andlits við avrættingarliðið, mintist Aureliano Buendía hin fjara seinnapartin, tá ið pápin tók hann við sær at síggja ísin. Hundrað ára einsemi er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hugflogi, alla tíðina á markinum millum søgu og søgn. Hundrað ára einsemi er ein av teimum stóru skaldsøgunum í heimsbókmentunum. Hon er týdd til flest øll mál, og milliónir av eintøkum eru seld kring heimin. Knut Hamsun Svøltur Stoltleiki og eyðmýkt í hornatøkum. Neyðin rekur ein mann út hagar, ið øll siðmenning verður skrædlað omanav, og eitt nakið, hungurstungið og fjáltrandi menniskja situr eftir.Hann hittir eina vælbjargaða gentu, sum ger, at fátæktin verður uppaftur sjónskari og beinleiðis rívur í eyguni.Hamsun kavar niður í sálardýpið og lýsir fepurgyklið hjá manni, ið er heilt úti á ytstu trom. Men kortini vinnur vónin á øllum. Vónin um eitt betri lív sloknar ongantíð. SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa fóta­festið aftur í lívinum. Knut Hamsun Men lívið livir Higartil eru tvey bind í tríbindaverkinum eftir Knut Hamsun um framtakshugaða mannin August týdd og útgivin. Bøkur­ nar eru Landastrokini og August. Hans Thomsen týddi og las bæði verkini í útvarpinum. Skaldsøgurnar verða fram­ vegis mettar sum nakað av tí allarbesta, sum Knut Hamsun skrivaði. Nú kemur triðja og seinasta bindið á marknaðin. Bókin eitur Men lívið livir, og tað er Edvard Olsen, sum hevur týtt hetta stórverk. Nú hitta vit tann aldrandi August á Segilsfossi. Hann er enn sum áður fullur av góðum hugskotum og góðum søgum og er eins væl útborin sum í teimum fyrru bókunum. Vit fylgja honum enn einaferð í kraftamiklu fram­taks­royndunum og eisini í hansara sein­astu verkætlan inn í deyðan. Knut Hamsun Sveimarar Sveimarar frá 1904 er ein óvanlig Hamsunbók, full av ljósum summar­ náttum úti við sjógvin í Norð­landi, fruktaleysum serenadum og góðsligum originalum. Hon er meinaleys og stuttlig í sínum sjálvspeiliga mutlandi frásøgustíli. Men eisini í lítlu bygdini er ein tilvera, sum er fylt við ást, girnd, falsi, øvund og spenningi – enntá ídnaðarnjósning, sum eingin gevur sær far um. Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari, er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki. Vit koma inn í umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum, moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar. Ein stórbær og undirhaldandi skaldsøga. Oysten Morten Ólavur Heilagi Í september 2010 finnur trúarsøgu­ frøð­ingurin, Øystein Morten, eitt gamal bein, sum tann katólska kirkjan sigur vera av Ólavi Heilaga. Vísindafólk á uni­versitetunum í Oslo, Uppsala og USA fara undir at kanna málið. Leitingin eftir Ólavi Heilaga er byrjað. Røntgen­myndir, karbontíðarfesting og DNA-bygnaðir vísa saman við nýggjum keldugranskingum ein heilt annan mann enn tann, Snorri skrivaði um. Hetta er frásøgnin um ein annan Ólav enn hann, vit kenna. Ein maður, sum kemur undan kavi sum leiguhermaður í Onglandi fyrst í 1000-árunum. Samstundis snýr henda bókin seg um trúgv og vón í miðøldini, um eina máttuga kirkju, umbýtt lík og um loynidómar, sum hava ligið goymdir hjá dómkapitlinum í Niðarósa. Leikarafelag Føroya LeikRead 2013 & 2015 Á skránni til reading-festivalin. LeikREAD, ið Leikarafelag Føroya varar av, er forvitnisliga afturvendandi tiltakið ‘Nordic Dramatrain’, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum Norðurlandi. Thomas Vinterberg, Mogens Rukov Veitslan „Velur tú ta gulu ella ta grønu røðuna?“ Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingna veitslu fyri ætt, vinum og kenningum. Hóast dóttirin Linda fyri kortum hevur tikið lívið av sær, skal veitsla nú haldast, og hini trý børnini hjá føðingardagsbarninum koma sjálvandi við. Elsti sonurin Kristjan, sum er tví­ bura­bróðir Lindu, kemur úr Fraklandi. Helena og unnusti hennara koma eisini. Yngsti sonurin, Mikkjal, er ikki boðin, tí hann er harðligur og óður í brennivíni, og pápin óttast, at hann spillir veitsluna. Men hann kemur kortini í veitslu saman við konuni Mariu. Kristjan er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Pápin velur ta grønu. Í grønu røðuni kemur ein ræðuligur loynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga.Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvisligur bardagi um sannleikan. Gunnar Gunnarsson Atvent ADVENT er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir í rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgisneytar, hundin Leo og geld­seyðin Eitil, ið er treystur slóðari. Á sjey­og­ tjúgundu ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistaraliga greiðir høvundurin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts á ferðini. Og so væl lýsir hann frá, tá ið Benadikt uttan at falla í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki, at tú kanst ikki leggja bókina frá tær, fyrr enn tú veitst, um Benadikt má lúta ella ikki. Gunnar Gunnarsson Jón Arason Bókin er um viðgitna og máttmikla katólska biskupin Jón Arason (1484- 1550). Tá ið trúbótin skuldi verða sett í verk í Íslandi eftir danskari fyriskipan, noktaði biskupur at lýða kongsins boð og setti seg upp ímóti hesi nýskipan. Drúgt og hatskt stríð tók seg upp partanna millum. Endin var, at Jón saman við synum sínum Ara og Bjørn varð hálshøgdur á Skálholti 7. novembur 1550. Henda skemdar gerð varð hevnd so dyggiliga, at viðhaldsmenn beindu fyri øllum teimum donsku embætis­monnum á Bessastøðum tann veturin. Grundað á hesar ógvisligu lagnu, skrivaði Gunnar Gunnarsson hesa skaldsøguna. Hon sigur frá barndómi og ungdómi Jóns, sam­lívinum við Helgu Sigurðardóttir, kirkju-liga embæti hansara og ógvisliga stríðnum, sum tók seg upp seinastu árini av lívi hansara. Heðinn Unnsteinsson Ver úlvur Eg var maður í úlvshami, vargur, útlagin. Mátturin í mær var mátturin í úlvinum … Orðið vargur merkir bæði úlvur og gud­loysingur. Henda bókin er ein einsýnd frásøgn um eina ferð inn í ein heim, sum eingin hevur tamarhald á, ein heim, ið summi kenna, og mong óttast, men øll áttu at roynt at skilt betur. Søgan um Héðinn Unnsteinsson er bæði ein sigurssøga og ein søga um at stríðast við fordómar, við skipanina og enntá málið sjálvt. Ver úlvur sigur ærliga, atfinningarsamt og opinskárað frá, hvussu ein maður fellur og síðan reisist aftur, ein maður, ið einaferð fekk staðfest sjúkuna maniodepressión. bókalistin Sprotin