mánadagur 16. november 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
28
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Bókajól
Vilmund Jacobsen
C
hristian Fróði Djurhuus, sum er
ættaður úr Hósvík, hevur skrivað
yrkingasavnið, sum hann kallar
“Úti í haganum meðan skýming dettur
úr vindeyganum”. Tað er forlagið
Sprotin, sum er útgevari av savninum.
Í fororðunum til yrkingasavnið sig
ur høvundurin, at hetta er hansara
triðja savn við yrkingum, og hann
ásannar, at savnið, sum nú er komið, er
skrivað í eini endurbúgvingarprosess
til tað betra, sum hann málber seg.
Christian Fróði vísir á, at nakrar av
yrkingunum bera dám av tí, hann róp
ar persónligar samtalur, feldar niður
á pappír.
– Men, eg haldi, at hesar yrkingar
hava sítt rætta pláss her.
Høvundurin sigur, at hann í mong
ár hevur stríðst ein stundum sera
einsaman bardaga við seg sjálvan og
hevur, sum mong eisini vita, stríðst við
eina sálarsjúku, nevnd skisofreni ella
hugklovningur, um tú vilt rópa tað so.
– At skriva hevur verið eitt sera frí
gevandi amboð til at hjálpa mær at
málbera tað, sum eg ikki havi megnað
at málbera á munnligan hátt.
Og høvundurin leggur aftrat:
– Eg havi nevnt fyri mongum av
mínum vinum, sum eisini skriva yrk
ingar, at hitt religiøsa hevur skert mítt
skrivliga hugflog. Men, hetta skal ikki
misskiljast, tí eg havi eisini skrivað
fleiri sálmar og sangir, sum ikki standa
í hesum savni, og sum eg persónliga
eri serstakliga glaður fyri.
Christian Fróði vísir á, at hann hev
ur upplivað ein sálarligan ágang, bæði
innanífrá og uttanífrá, og einastu ráð
ini hava verið at yrkt meg burtur úr
áganginum.
Hann sigur, at nakrar av yrkingun
um í savninum eru týddar úr skandi
naviskum málum, men passa eftir
hansara tykki inn í hetta savn.
– Tær lýsa á ein hátt, hvat mær
dámar at lesa, og hvat tað er, sum
gevur mær íblástur til at skriva. Tær
skandinavisku yrkingarnar eru ikki við
merktar sum umsettar.
Høvundurin vísir á orðatakið, at
“duld eru døpul mein”, og endar við
hesum orðum:
– Men, vónandi eru hesar yrkingar,
sum nú eru komnar í innbundna út
gávu, ikki alt ov mystiskar fyri teg sum
lesur, sigur Christian Fróði Djurhuus
um sítt egna yrkingasavn.
Vilmund Jacobsen
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur
av og á - eftir áheitan - givið út bøkur
til ung vaksin. Søgurnar í teimum báð
um stuttsøgusøvnunum, sum forlagið
gevur út í ár, eru frálíkar, nútímans
stuttsøgur, ið lesarar hava saknað.
- Ingun Christensen og Arnbjørn Ó.
Dalsgarð hava skrivað hvør sítt stutt
søgusavn, ætlað ungum í miðnáms
skúlaaldri og vaksnum. Søvnini eita
ávíkavist Skuggamyndir og So hon
starir inn í veggin.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
vísir á, at hetta eru nútímans stutt
søgur, har evnini eru tikin úr gerand
isdegnum, soleiðis sum vit øll kenna
hann.
So hon starir inn í veggin
Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki
tekur røttu avgerðirnar ella leggur á
annan bógv. Men, hvørjar avgerðir eru
tær røttu?
– Arnbjørn hevur skrivað 12 ógvu
liga forvitnisligar tekstir, har hann
spælir sær við skrivikynstrið. Søgurnar
í savninum seta fokus á spurningar,
sum vit øll stríðast við, og vit sleppa
at hyggja inn í menniskjasinnið, sum
mangan er torgreitt – ella ikki vil lata
seg binda niður.
Bókadeild Føroya Lærarafelag
vísir á, at í stuttsøgusavninum eftir
Arnbjørn Ó. Dalsgarð fáa vit innlit
í mannin og dreingin - og í plágaðu
mannasálirnar.
– Um tað trupla parlagið, har tey
eru givin at tosa saman, har tey brúka
nevarnar heldur enn orð, men eisini
um parið, sum kryddar tilveruna við
kynsligum spæli, um tann sum hjálpir
tær fram á leið - og um ikki at elta
sum fyri er slóðað. Samumtikið eitt
savn, sum er gróðursett mitt í ger
andisdegnum, her og nú.
Skuggamyndir
Bókadeild Føroya Lærarafelags vísir
á, at meðan søgurnar hjá Arnbirni
standa meira hvør sær, flættast søg
urnar hjá Inguni Christensen inn í
hvørja aðra og vísa, at vit so ella so
hava ávirkan hvør á annan. Í teimum
níggju stuttsøgunum letur høvundurin
fólk siga sína søgu, soleiðis at vit sum
lesarar hóma skuggamyndirnar aftan
fyri tey.
– Vit hitta unga dreingin, sum alla
tíðina kennir hvøssu eygnakøstini frá
foreldrunum; kvinnuna í reyða regn
frakkanum, sum fer til arbeiðis í lín
búðini við eymum handliði; mannin
við yvirskegginum, sum ikki longur
vil dylja, hvør og hvat hann er; myrk
hærdu gentuna, sum ikki finnur fóta
festi ímillum væntanir og krøv; tann
brúnoygda unga mannin, ið kennir
gráu eyguni á síðumanninum í buss
inum at vera óunnilig; gomlu lærar
innuna, ið mátar og vigar ferðafólkini í
bussinum; gamla mannin, sum trúliga
vitjar konu sína á ellisheiminum, og
ungu mammuna, sum stríðist við at
fáa gerandisdagin at hanga saman,
leggur Bókadeild Føroya Lærarafelags
aftrat.
Tvey nýggj og forvitnislig
stuttsøgusøvn
Saknur hevur leingi verið á nýggjum føroyskum stuttsøgum til ung vaksin,
men nú eru tvey spildurnýggj og viðkomandi stuttsøgusøvn komin út
– Eg havi upplivað ein sálarligan ágang, bæði innanífrá og uttanífrá, og einastu ráðini
hava verið at yrkt meg burtur úr áganginum. Tað hevur verið sera frígerandi at skriva,
sigur Christian Fróði Djurhuus, sum í mong ár hevur stríðst við sálarsjúku
Havi stríðst ein einsaman
bardaga við meg sjálvan
Hetta er triðja yrkingasavnið hjá Christiani Fróði Djurhuus. – Vónandi eru
yrkingarnar ikki alt ov mystiskar fyri teg sum lesur, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, sum
eisini er bókavørður og cand.
mag í filosofi, hevur skrivað 12
forvitnisligar tekstir, har hann
spælir sær við skrivikynstrið
Ingun Christensen hevur altíð dámað væl at skrivað; hon gjørdi
sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Seinastu árini
er hon av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ógvuliga
væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving