mánadagur 16. november 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 47 • 16. november 2015
40
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
S
tarvsfólk sum arbeiddu á Sorn
felli og í Mjørkadali vóru til
veitsluhald á Hotel Føroyum,
sum tá helt til á Kongabrúnni. Meðan
tey eru har, tóku nakrir ungir mans ein
av bilunum og blakaðu hann á sjógv.
Hesir Steyr Puch Haflinger vigaðu
so lítið, at fýra sterkir mans sum einki
kundu bera teir. Hetta kom eisini væl
við í kava, tí um bilurin stóð fastur í
eini kavafonn, so var bara at fara út og
bera bilin gjøgnum fonnina.
Bilarnir vóru serliga væl egnaðir
til koyringina til og frá Støðunum á
Sornfelli og Mjørkadali í kava. Tyngdar
punktið var lágt, teir vóru lutfalsliga
høgir frá vegnum og kláraðu seg væl
í nógvum kava. Hóast teir ikki vóru so
stórir, høvdu teir tilsamans 7 sitipláss.
Hesir Steyr Puch Haflinger, sum
vóru framleiddir í Eysturríki, vórðu
nýttir sum hernaðarakfør kring um í
heiminum.
Undir vanligari koyring vóru teir
drivnir av bakhjólunum, men við eini
stong inni í bilinum kundi forhjólini
eisini setast til so hann trekti á øllum
fýra hjólunum og eins og differentialið
kundi sperrast bæði aftan og framman.
Teir vóru lættir, vigaðu um 600
kg, høvdu 2-sylindraðan luftkøldan
boxaramotor oman á bakakslinum.
Karrossaríið var gjørt úr aluminium og
sett oman á eina stálrammu.
Tónleikarin Simme Arge Jacobsen,
sum eigur myndirnar, minnist at tá teir
komu út av hotellinum eftir at hava
spælt har, var kranabilurin í ferð við at
taka bilinum upp úr sjónum.
Her í Føroyum vóru fleiri av hesum
bilunum, sum mannamillum vórðu
róptir grísarnir.
Myndaeigari: Simme Arge Jacobsen
Hernaðarbilur á sjógv
Myndin er tikin á Kongabrúnni í Havn í
1960-unum. Ein hernaðarbilur hjá støðini í
Mjørkadali verður hivaður upp úr sjónum