týsdagur 17. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Umleið 10. hvør ungur í Dan
mark hevur fingið sær hol í
húðina, og í summum førum
sita hesi hol kring munnin.
Tøl vísa, at út við 27 pro
sent av teimum ungu, sum
fáa sær piercing kring munn
in, fáa trupulleikar av hesum
– trupulleikar, sum elva til
skaða á tenn og tannhald.
Piercing í munnholuni
skapar eitt frálíkt umhvørvi
fyri bakterium og ger tað
lættari at bera smittu. Tað
eru serliga ung, sum fáa sær
hol í tunguna, ið gerast fongd
við ígerðarsjúkum.
Ymiskar avleiðingar
Tá slímhinnan í tungini
verður gjøgnumborað, fáa
bakteriurnar lætta atgongd
til blóðið, og hetta kann føra
til bruna.
Piercing í munnholuni
kann eisini elva til talutrup
ulleikar og trupulleikar við
at eta.
Ofta hendir tað, at tenn,
sum sita nær við percing,
brotna, og tað kann aftur
elva til skaðar á tannhald og
tannkjøt.
75 prosent av øllum, sum
hava fingið sær hol í tung
una, siga, at tey javnan sláa
piercing’ina móti tonnunum
fyri at hoyra eitt ljóð. Tað
halda tenninar ikki til. Tað
eru eisini ung, sum siga, at
tey býta í piercing-ringin, og
tað er heldur ikki gott fyri
ungu tenninar.
At býta í ringin, kann
nevniliga – aftrat tannskað
um – eisini broyta tannstøð
una, soleiðis at glopp kann
koma millum framtenninar.
Ung við piercing uppliva
eisini, at tannkjøtið tekur seg
aftur frá tonnini, og tað kann
elva til eyman tannháls og
øktan vanda fyri tannhalds
bruna ella paradentosu.
Tá hol er í húðini, verður
hetta samstundis eitt stað,
har bakteriur trívast, og
hetta ger tað lættari fyri
smittandi sjúkum at treingja
inn í kroppin.
Ung, sum hava piercing í
tunguni, fáa nógv oftari sopp
í munnholuna enn ung, sum
ikki hava hol í tunguni.
Reinføri krevst
Piercing er ein partur av eini
mentan at prýða kroppin,
og tí tykist pína, tá inntrivið
verður framt og tær avleið
ingar, sum piercingin kann
hava við sær, meira avbjóð
andi og marksøkjandi enn
ræðandi.
Almennu tannlæknarnir
í Danmark ráða børnum
og ungum undir 18 ár frá at
fáa sær hol í og rundan um
munnholuna.
Hetta
gera
tannlæknarnir við atliti til
tannheilsuna
og
vanliga
munnreinføri.
Børn og ung hava tørv á
einari gjølligari kunning um
teir vandar og avleiðingar,
sum kunnu standast av hol
um í munnholuni.
– Eins og Heilsustýrið
mæla vit til, at ringurin ella
stongin, sum verður brúkt
til piercing, er úr ektaðum
metalli.
Almennu tannlæknarnir
mæla samstundis til, at fólk,
sum hava piercing, vaska
sær hendurnar - bæði fyri og
eftir – at tey hava nomið við
piercing’ina. Tey mæla eisini
til, at húðin, har piercing sit
ur og luturin sjálvur, verður
reinsað við sterilum salt
vatni til tess at byrgja upp
fyri bruna.
Kemur bruni í kortini,
verður mælt til at søkja sær
læknahjálp.
Greinin er skrivað av
Anne
Kaae-Nielsen,
sum
starvast innan kommunala
tannlæknaøkið í Danmark.
Kelda: De Offentlige Tandlæger
Vandar eru
við piercing í munninum
At stinga hol gjøgnum húð til ymiskar ”prýðislutir” ella ringar – tað, sum rópt verður ”piercing” – kann
elva til trupulleikar. Verður hol sett í tunguna, kann hetta eisini ganga út yvir tenn og tannhald og kann
í rigasta føri føra elva til eyman tannháls og øktan vanda fyri tannhaldsbruna ella paradentosu
Tað er sjáldan torført at
taka seg saman til at eta
ein ís. Tú hevur lætt við at
motivera teg, tí tað er so lætt
at síggja positiva vinningin,
sum er uppliving, smakkur
og njótilsi. Hetta er ein sterk
motivatión í sær sjálvum.
Aðrar avbjóðingar eru verri
at taka seg saman til, eitt
nú at fara út at renna ella
at dustsúgva. Men, tað ber
til at motivera seg, eisini til
tær keðiligu uppgávurnar.
Tað snýr seg um - júst sum
við ísinum - at fokusera á
tann positiva vinningin við
at gera uppgávuna. Spyr teg
sjálvan, hvat tú fært burtur
úr at gera tað. Tú kanst
hugsa eitt sindur longur
fram enn við ísinum, har tú
fært vinningin beinanvegin.
Til onkrar uppgávur ella
avbjóðingar eigur tú at
spyrja teg sjálvan: Hvussu
fari eg at hava tað aftaná?
Situr tú í sofuni og fegin
vilt renna tær ein túr, er
umráðandi at flyta fokus
frá, hvussu deiligt tað er at
sita í sofuni – til at hugsa,
hvussu deiligt tú fert at
hava tað eftir rennitúrin.
Um hetta ikki motiverar
teg, kanst tú eisini spyrja:
Hvussu fari eg at hava tað,
um eg ikki geri tað, og hvat
ynski eg at føla um ein
tíma? Um tú kortini velur
sofuna, kanst tú líka so
væl góðtaka valið og njóta
sofuna.
Kelda: www.fegin.fo
AT MOTIVERA SEG
Tá slímhinnan í tungini verður gjøgnumborað, fáa bakteriurnar lætta atgongd til blóðið, og hetta kann føra til bruna
Almennu tannlæknarnir
í Danmark ráða børnum
og ungum undir 18 ár
frá at fáa sær hol í og
rundan um munnholuna