Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu sær tín Seinastu árini hava vit sæð, at alsamt fleiri tiltøk verða stápla á beinini í desember mánaði Barbara Holm Endamálið er, at geva føroy­ ingum høvið at njóta jóla­ dagarnir til fulnar. Summi bjóða inn til ein alternativan jólafrokost. Onnur leggja seg eftir at veita eina hugnaliga løtu í jólarokinum. Her hava vit savnað eitt úrval av ti­l­ tøkum, sum tú millum ann­að kanst velja ímillum í jóla­døg­ unum. Gløgg og skrøgg á Tjóðpallinum Tjóðpallurin bjóðar inn til Café Gløgg allan jóla­mán­ aðin. – Her er dansur, sangur, látur og skrøgg fyri allar pengarnar. Kom í góðari tíð, set teg afturá við einum glasi av gløgg og gloym alt um strongd, jólatrøll og alt tað tú ikki fert at náa, meðan undir­ haldið fer fram á pall­inum, siga tey á Tjóð­pall­inum. Hevur tú brúk fyri einum coach, sum kann vegleiða teg? Hvussu nógv vil tú ofra fyri at finna teg sjálvan? Á pall­inum kennir tú uttan iva onkran aftur. Grannan, fastur tína ella kanska teg sjálv­an, tí her verður prikað til sjálvs­fatanina og gerandis­dagin. Á pallinum eru teir fýra royndu og stuttligu leik­ arar­arnir Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð. Og fyri at geva tí heila eitt musikalskt flog situr Magnus Johannessen við tangent­arnar og spælir við og undir. – Tak bindiklubban við og kanska eisini menninar – ella rættari makarnar – nevndina í kórinum, fimleikaliðið ella hana tú ongantíð hevur tos­ að orduliga við, men møtir í hinum bananum í svimji­hyl­ inum, sigur Tjóð­pallurin, Frumsýningin var fríggja­ kvøldið 13. november kl. 19.00. Spælt verður hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnu­kvøld kl. 19.00. So­ leiðis ber til at leggja kvøldið til rættis og byrja væl á Tjóð­ pallinum. Leygarkvøldini 5. og 12. desember verður spælt kl. 18.00. Jólaborðhald á Hotel Føroyum Hilmar Jan Hansen, 4 Fýrar og Kim Hansen standa fyri undir­haldinum á teimum jóla­frokostunum, sum Hotel Føroyar skipar fyri í ár. 28. november, 5. desember og 12. desember eru kvøldini, har Hotel Føroyar bjóðar inn til mat og undirhald. Á skránni er m.a.: Dura­snapsur, Vælkomu­ drykk­ur, Brellbiti: Jarð­ kneysa­súpan við krotum. Forrættur: Sild og svartkalvi við broysknum breyði og kremi. Millumrættur: Smør­ damp­að aspargus, rækj­ur og hollandaise­sós. Høvuðs­ rættur: Braiserað dunna og dunnu­confit, súrepla- og fersku­purée, pommes duchesse . Omaná: Mandlu­ rís, pana cotta og floss. Drykkju­vørur aftur við mat­inum. Kaffi/te, Konjak/ likørur. Jólaborðhald í Dansifrøi Tað feita lekkra jóla­borð­ haldið í Dansifrøi, sum fyri­ reik­ararnir málbera seg. Jólaborð í Dansifrøi verður 28. november, 5. desember og 12. desember kl. 18.30. Skrá: Vælkomudrykkur For­rættur: Royktur laksur Sjálvtøkuborð við fleska­ steik, dunnu og oksasteik við tilhoyri. Omaná: Mandlurís við kirsuberjasós. Kaffi/te Borðstjóri: Rógvi B. Dam Sangur og dansur við Punjab & DJ Jólaborðhald í Vestmanna Tað stuttliga jólaborðhaldið hjá Víf verður 28. Novembur. Fyriskiparanir siga, at sølan av atgongumerkjum verður byrjað heilt skjótt. Borð­ haldið fyri ein­stak­lingar, pør, bindiklubbar, vinarskarðar, fyritøkur, kommunur, ja øll sum vilja hugna sær saman undir góðum kørmum, siga fyrireikararnar. Tað er bert at hava tað góða lagið við. Tað er av­ mark­að nøgd av atgongu­ merkj­um, so tað er at verða tíð­liga úti, tá sølan byrjar. Jólaborðhald hjá Maggies í Nólsoy Maggies bjóðar tykkum til hugnaligt jólaborðhald 5. og 12. december. Borðhaldið byrjar kl. 17.30. Ternan fer úr Havn kl. 16.20 og úr aftur Nólsoy kl. 22.20. Matarlepin fyri kvøldið: Forrættur: Toskur dampaður í sitrus. Borðreiddur við salati og urtadypp. Hvítvín 33 cl. Høvuðsrættur: Svína­ kamb­ur marineraður við rams­leyki og pipari. Borð­ reiddur við eplum, sauterað­ um grønmeti og soppasós. Reyð­vín 33 cl. Omaná: Aftur við kaffinum, heimagjørdur Orange sjokuláta ísur við einum sløg av Cointrea Cognac Camus VS ella Baileys. Undir­hald: Terji Ras­mus­ sen undir­heldur við nøkr­um av sínum væl­um­tóktu sang­ um. Hákun Hansen trív­ur í nakrar sang­ir, eins og hann eisini spælur und­ir til felags­ sangin. Skemt­iliga íkasti stend­ur Nicolaj Falck fyri. Jóla- og familju­ konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri Sunnudagin 6. Desemb­ ur skipar Føroya Symfini­ orkest­ur fyri Jóla og Familju­ kon­sert. Ongi jól uttan jólakonsert við Føroya Symfoniorkestri. Skráin í ár fevnir um kendu Jólaouverturuna hjá Leroy Anderson, kendan filmstónleik, og vit kunnu gleða okkum at hoyra evnaríkar, ungar solistar framføra. Stóra barnakórið verður sjálvandi eisini við at seta sín heilt serliga, jólaliga dám á konsertina. Konsertir vera kl. 14.00 og 16.00. Atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo , í Norðurlandahúsinum og hjá Vísit Tórshavn