Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 jólamánaður út Geytin verður latin Fríggjadagin 11. desember kl. 19.00 verður Geytakvøld í Norðurlandahúsinum. Nýgg­ ir, føroyskir stutt­filmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinn­ ur filmsvirðislønina Geytin á 25.000 kr, sum Norður­landa­ húsið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geyta­standmyndini, ið Astrid Andreasen hevur snið­givið. Áskoðararnir fáa eis­ini høvi at velja sín yndis­film, og vinn­arin av áskoðara­virðis­ løn­ini fær 15.000 kr, sum Tórs­havnar Komm­una letur. at­gongu­merki 125 kr. Jólaborðhald í bygdar­ húsinum á Strondum Sjálvtøkuborð við fleiri heit­ um rættum og Hilmar Jan Hansen og Robert Mc Birnie skipa fyri øllum undir­hald­ inum. Um náttina fáa tey vitj­andi feska bollasuppu – kaffi – køkur og karamellur. Til dansin spælir LM Band. Jólahugni og gisting á Gjáargarði Á Gjáargarði finna tit hugna­ ligar karmar um jóla­borð­ hald tykkara í ár. Til ber at bíleggja jólaborðhald frá Gjáar­garði fram til jóla. Á skránni er: Vælkomu­ drykk. Jólaborð við heit­ um og køldum rættum Drykkju­vørur til borðhaldið. Hugnalig høli til kvøldhugna. Gisting í dupultkømrum við morgun­mati Jólamatskráin: Egg og sild • Royktur laksur • Rækju­ salat • Dunnusteik við Waldor­ffsalati og appelsin­ sós • Svína­háryggur við reyð­ káli,sós og eplum • Føroykst ræst kjøt við súltaðum rótum • Skinsa­kjøt • Livurpostei • Grønt salat • Grønmetisterta • Smør og breyð • Mandlurís við kirsu­berja­ sós omaná. barbara@sosialurin.fo Ekslusivt og stuttligt kvinnukvøld á Reinsarínum 27. november letur Reinsaríið dyrnar upp fyri einum stutt­ligum, ekslusivum kvøldið fyri kvinnur Barbara Holm Lat teg í tín cocktail kjóla, tak tínar vinkonur undir armin, og kom oman og njót eitt kvøld við drinks, skemti og álvara, tónleiki og kanska einum prikið til kvinnur. Á skránni verður: • Tónleikur við Lenu Anderssen • Tónleikur við Døgg Nónsgjógv • Pallborð við Henrik Old, Katrini Kallsberg og Tróndi Vatnhamar. Tey fara at viðgera nakrar spurn­ingar frá monnum um kvinnur. • Skemt við Sjúrður Skaale • Altjóða dagurin hjá ST móti harðskapi móti kvinn­um er fyri framman, og hesin merkir eisini Kvinnu­kvøldið. Hvussu ávirkar harðskapur í par­lag­num teg og tíni nærm­astu og hvussu er tað at liva við harðskapi í ger­andis­degnum? Tað kanst tú hoyra meira um á Kvinnu­kvøld­inum 27. november. Tiltakið byrjar klokkan 20.00 og atgongumerki fáast á reinsariid.fo barbara@sosialurin.fo