Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tað er væl skiljandi, at før­ oysk­ir pensjónistar rýma til Dan­markar. Tað staðfesti Arne Thorsteins­son, formaður í lands­felag­num hjá pen­sjón­ ist­unum, á eldraráðstevnu í Havn, leygardagin. Á ráðstevnuni vísti hann dømi um, hvussu nógv lægri tann føroyska fólka­pen­ sjónin er, aftur­ímóti teirri donsku fólka­pen­sjón­ini. Samstundis veksur mun­ urin alsamt – og harafturat er prísstøðið eini 15 prosent hægri í Føroyum, enn tað er í Danmark. Samstundis vísti hann á, at munurin ímillum føroysku og donsku fólkapensjónina, veksur alsamt, og at før­oysk­ ir pensjónistar verða meiri og meiri afturúrsigldir. Í tølunum, hann nevnir, hevur hann ikki tikið íbúðar­ ískoyti, og øll møgulig onnur ískoyti, danskir pensjónistar fáa, men sum føroyskir pen­ sjón­istar ikki fáa, uppí. – Gjógvin ímillum før­ oysk­ar og danskar pen­sjón­ istar veks­ur ár undan ári, so tað er einki at siga til, at før­ oy­ing­ar flyggja til Dan­mark­ ar á ellis­árum, sigur Arne Thorsteins­son Men hann heldur, at virt hava ofta hug at gloyma, at pensjónistar rinda eisini skatt – og teir pensjónistar, sum hava sínar egnu pen­ sjónir, rinda mangan meiri í skatti, enn teir fáa fólka­pen­ sjón. – Støðan í Føroyum er van­lukkulig, tí verðurleikin er, at meiri enn 20 prosent av føroyskum pensjónistum, ella fimti hvør pensjónistur, livir undir fátækamarkinum, sigur Arne Thorsteinsson. Hann sigur, at her er ser­ liga talan um fólka­pen­sjón­ istar, sum hava verið heima­ gangandi, ella sum ikki hava havt nakað serligt av inn­ tøku. – Nú verður nógv tosað um børn í fátækaváða, men tað er sum um at øll hava gloymt, at tað eru eis­ini nógv­ir pensjónistar, sum eru í fátæka­váða, sigur for­ mað­ur­in í pen­sjón­ista­felag- num. Hann leggur afturat, at tað er lutfalsliga bíligt at hækka fólkapensjónina hjá teim­um sum liva í fátæka­ váða, tí tað kostar ikki eina krónu í umsiting. Og tað heitir Landsfelagið Pensjónosta á landsins myndug­leikar um at gera. Felagið heitir eisini á polit­ Skilji væl at føroyingar flýggja til Danmarkar eldraráðstevna Landsfelag Pensjónista ‹ Hendan talvan vísir at seinastu 15 árini hevur grundupphæddin í føroysku fólkapensjónini staðið í stað og er einar 40.000 krónur fyri giftar pensónistar um árið, og 50.000 krónur fyri stakar pensjónistar. Men viðbøturnar eru hækkaðar nakað, so at tilsamans fer ein stakur pensjónistur góðar 100.000 krónur um árið og ein giftur pensjónistur fær upp ímóti 80.000 krónur. Arne Thorsteinsson samanbar eisini, hvussu gongdin í bruttotjóðarúrtøkuni, í Føroyum og í Danmark er. Í 2001 var hon góðar 200.000 krónur í Føroyum og slakar 260.000 í Danmark, men síðani er gloppið næstan burtur, tí nú er hon næstan líka høg í Føroyum, sum hon er í Danmark. Í Danmark verða pensjónirnar hækkaðar, so hvørt, lønirnar annars hækka. › Eg skilji væl, at føroyskir pensjónistar flýggja til Danmarkar, tí tað er ósømiligt, at heili 20 prosent av føroyskum pensjónstum liva í fátækadømi, var boðskapurin hjá Arne Thorsteinsson, formanni í Landsfelag Pensjónista, á eldraráðstevnu leygardagin