Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 eldraráðstevna isku myndugleikarnar um at seta nýskipa pensjónsøki, so at gongdin verður vend. Hann sigur, at tað hevur verið soleiðis, at fólka­pen­ sjón­in hækkaði av sær sjálv­ um, so hvørt sum prístalið hækk­aði. Men nú er støðan enntá tann, at tann skipanin er tikin av, so at nú stendur pen­sjónin í stað, hóast prís­ talið hækkar. – Avleiðingin av tí er, at keypiorkan hjá pensjónistum alsamt minkar, sigur Arne Thorsteinsson. – Tað merkir so eisini, at tað liggur heilt og fult í hond­unum á politikarunum, hvussu fólkapensjónin verð­ ur hækkað. 20 prosent – Støðan hjá føroyskum fólkapensjónistunum er ein vanlukka, tí eini 20 prosent av teimum liva í fátækadømi, sigur Arne Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá pensjónistunum Mynd: Áki Bertholdsen Hendan talvan vísir tøku bruttotjóðarinntøkuna í Danmark og í Føroyum. Her eru allar inntøkur tiknar við, eisini ríkisveitingin úr Danmark. Í 2001 var hon slakar 240.000 krónur fyri hvønn føroying og tann danska var einar 250.000 krónur. Men síðani er nógv hent og nú er bruttotjóðar­inntøkan fyri hvønn føroying, væl hægri enn í Danmark. Kreppan, sum byrjaði í 2007, sæst týðuliga, men síðani síðst í 2009 hava pílarnar víst beint uppeftir. Arne Thorsteinsson sigur, at her er vert at leggja merki til, at upprunaliga vóru 220 milliónir av donsku ríkisveitingini markaðar til fólkapensjónin – hóast politikararnir sjálvandi kundi brúka tær til onnur endamál. Hendan talvan vísir munin á grundupphæddini í fólkapensjónini í Føroyum og í Danmark. Í Danmark er grundupphæddin tann sama bæði hjá støkum og giftum pensjónistum. Í 2001 var ikki stórur munur á grundupphæddini hjá einum støkum pensjónisti í Føroyum og í Danmark. Men ímeðan tann føroyska hevur staðið í stað líka síðani, er grundupphæddin í Damnmark nú hækkað upp í væl yvir 70.000 krónur. Í Danmark hevur grundupphæddin hjá giftum pensjónistum verið nógv hægri enn í Føroyum, Men ímeðan tann føroyska hevur staðið í stað á 40.000 krónum, er tann danska somuleiðis spolað heilt upp á yvir 70.000 krónur um árið. Í hesari talvuni ber til at síggja munin á eini føroyskari fólkapensjón, har grundupphæddir og við­bøtur eru taldar við. Í 2001 fekk ein stakur pensjónistur í Føroyum einar 78.000 krón­ ur í pen­sjón um árið, og nú er hon komin upp á góðar 100.000 krónur, men í Dan­mark er hon komin upp á góðar 160.000 krónur. Í Føroyum er pensjónin hjá einum gift­um pen­jónisti komin upp á slakar 80.000 krónur um árið, men í Danmark er hon ein­ar 125.000 krónur um árið. Og tað sæst eisini týðiliga, at munurin ímillum ta donsku fólka­pen­sjón­ina, og tað føroysku, veksur alsamt, tí í Føroyum er hon ikki aksin nakað serligt hesi seinastu 15 árini, men í Danmark er hon hækkað nógv. Á Eldraráðstevnuni varð upplýst, at talvur­nar hevur Hannes Gislason, professari í kunningar­ tøkni, gjørt eftir tilfari, Arne Thorsteinsson, for­ maður í Landsfelag Pen­ sjónista, hevur út­vegað. Keldurnar til tølini um før­oysku fólka­pen­sjón­ ina, er: www.logir.fo og keldur­nar til tølini um donsku fólkapensjónina, eru www.retsinformation. dk. Keldurnar til tølini fyri BTÚ, BNP, TBTI og DBNI, er Hagstovan. Tølini fyri BNP og DBNI í Danmark í 2015, eru mett tøl. Somuleiðis eru tølini fyri BTÚ og TBTI fyri Føroyar fyri ár­ ini 2013-2015, mett tøl. Bruttotjóðarúrtøkan, BTU á føroyskum, og brutto­nationalproduktet, BNP á donskum, er saml­ aða virðisøkingin í land­ inum í einum ári. Tøka brutto­tjóðarinntøkan tBTI á føroyskum, og DBNI á donskum, er saml­aðu inntøkurnar í land­inum, eisini ríkis­ veit­ingin, og lønir tjentar uttan­lands. aki@sosialurin.fo Um talvurnar: Meir á næstu síðu