týsdagur 17. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sleppa ikki við at avgera
okkara egnu lagnu
– Vit hava fleiri ferðir spurt, um vit kunnu sleppa
við, men landsstýrið hevur sagt nei hvørja ferð
Áki Bertholdsen
Pensjónistar sleppa ikki at
vera við í arbeiðnum at gera
eina nýggja pensjónsskipan.
Tað
staðfesti
Arne
Thorsteinsson, formaður í
Landsfelag Pensjónista, á
eldraráðstevnu í Havn, leyg
ardagin
– Sostatt sleppa vit ikki
at vera við í arbeiðnum, sum
hevur avgerandi ávirkan á
okkum, leggur formaðurin í
Pensjónistafelagnum, aftur
at.
Í nógv ár hava politik
ararnir arbeitt við at gera
eina pensjónsnýskipan og
í hesum sambandi hevur
landsfelagið hjá pensjónist
unum
fleiri
ferðir
biðið
landsstýrið um at sleppa við
í nevndina, sum skal gera ný
skipanina. Men tað vil lands
stýrið ikki og tað undrar
Arna Thorsteinsson almikið.
– Politikararnir siga, at
tað sjálvsagt, at fiskivinnan
er við í arbeiðnum at gera
eina
fiskivinnunýskipan.
Men tað er heilt ómøguligt
at lata pensjónistar vera
við í arbeiðnum at gera eina
pensjónsnýskipan, helt hann
turrisliga fyri.
Fáa ávirkan
Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvina í almannamálum,
vísir hesum aftur. Hon váttar,
at pensjónistafelagið er ikki
við í nevndini, sum skal gera
eina
pensjónsnýskipan.
Hetta er tí, at talan verður
um eina nevnd við umboðum
úr teimum politisku flokk
unum.
– Endamálið er at finna
eina politiska semju um eina
pensjónsnýskipan. Men tá
ið ein semja er funnin, fær
pensjónistafelagið
ríkiligt
høvi til at gera sínar við
merkingar til semjuna, sigur
Eyðgunn samuelsen.
Arne Thorsteinsson sigur,
at tað als ikki tað sama at
vera við í arbeiðnum at gera
nýskipanina, og bara at fáa
høvi til at gera viðmerkingar
til hana, tá ið hon er liðug.
– Eru vit heppin, verður
skrivið lagt við, tá ið upp
skotið verður lagt fyri løg
tingið, sigur hann.
Men hann heldur eisini,
at tá ið uppskotið er skrivað,
er ringt at fáa broytingar og
tí vil hann, at landsfelagið
hjá pensjónistunum skal fáa
ávirkan á arbeiðið at gera
sjálvt uppskotið.
Arne Thorsteinsson hev
ur víst á í øðrum greinum her
á síðunum, at eftir hansara
tykki, krevjast stórar broyt
ingar á pensjónsøkinum.
Eitt,
sum
krevur
at
verða broytt, er, at nú er
skipanin avtikin, har fólka
pensjónir hækka sjálvvirk
andi, so hvørt sum prísirnir í
samfelagnum hækka. Avleið
ingin av tí er, at keypiorkan
hjá pensjónistum minkar
alsamt, so hvørt prísirnir
hækka.
– Í roynd og veru merkir
hetta,
at
»fólkapensjónin
er sett til avvikling« segði
Ólavur
Christiansen,
bú
skaparfrøðingur, sum eisini
var við á ráðstevnuni.
– Vit liva í einum fólka
ræði, og sjálvandi verður
pensjónistafelagið spurt, og
sjálvandi fara vit at tosa við
pensjónistafelagið um ný
skipanina, kvittaði Eyðgun
Samuelsen.
Í hesum sambandi kann
viðmerkjast,
at
í
sam
gonguskjalinum
stendur,
at í sambandi við eina fiski
vinnunýskipan, skal »Ein
breitt samansettur arbeiðs
bólkur við fakligum førleik
um og vinnuligum royndum«
skal setast at gera politiska
myndugleikanum eitt til
mæli um eina nýskipan.
aki@sosialurin.fo
eldraráðstevna
Hetta er ein talva, Arne Thorsteinnson leggur stóran dent á,
tí hon vísir, skilliga, hvussu nógv føroyska fólkapensjónin
fellur afturímóti bruttotjóðarúrtøkuna. Danir brúka eini
20 prosent av samfelagskakuni til grundupphæddina í
fólkapensjónini. Í Føroyum vóru vit væl við fyri nøkrum
árum síðani, men síðani hevur fallið verið stórt og nú
brúka vit bara úr sløkum 12 prosent, upp í 14 prosent
av bruttotjóðarinntøkuni til grundupphæddina í
Fólkapensjónini, altso nógv minni enn danir, so vit verða
meiri og meiri afturúrsigld. Serliga eftir 2010 fara pílarnar
í Føroyum beint á høvdið. Tað hongur sjálvandi saman
við tí stóra vøkstrinum, sum hevur verið í samfelagnum,
men hetta vísir so eisini, at pensjónistarnir hava als ikki
fingið lut í búskaparvøkstrinum, sum hevur verið.
Verða fólkapensjónirnar í Føroyum og í Danmark, tá ið
viðbøtur eru taldar við, samanborið við bruttotjóðar
úrtøkan, sæst eisini, hvussu nógv gloppið ímillum
fólkapensjónina í Danmark og í Føroyum er. Og tað sæst
eisini, at gloppið alsamt veksur. Í 2001 brúktu danir góð
40 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til fólkapensjónir
til stakar pensjónistar, og føroyingar brúktu 37
prosent. Men síðani hevur pensjónin í Føroyum verið
í fríum falli, so at nú fáa føroyskir fólkapensjónistar
nógv minni part av samfelagskakuni, enn fyri 15 árum
síðani, men serliga grefligur er munurin, tá ið støðan í
Føroyum verður samanborin við støðuna í Danmark.
Hendan talvan er eisini, hvussu djúp, gjógvin ímillum
føroyskar og danskar fólkapensjónir, eru vorðnar. Í 2001
fingu stakir pensjónistar í Føroyum eini 33 prosent av
bruttotjóðarinntøkuni, men nú er tað fallið niður í 27
prosent, so stakir, føroyskir pensjónistar fáa minni og
minni part av samfelagskakuni. Í Danmark er gongdin
øvugt, har fingu stakir fólkapensjónistar sløk 42 prosent
av bruttotjóðarinntøkuni í 2001, men tað talið er nú
vaksið upp á góð 46 prosent. Og hjá giftum pensjónistum
er gongdin tann sama og gjógvin ímillum føroyskar og
danskar fólkapensjónistar verður djúpari og djúpari.
Tað kann geva baksláttur
at taka almennu fólkapen
sjónina frá teimum væl
bjargaðu, og teimum, sum
hava sínar egnu, góðu pen
sjónir.
Tað
heldur
Kristian
Kongshøj,
vælferðar
granskari á universitet
inum í Ålborg, sum helt
fyrilestur á eldraráðstevnu
í Havn leygardagin. Har
varð hann spurdur um, tað
er væntandi, at fólkapen
sjónin fer at hvørva, so
hvørt sum fleiri og fleiri
hava sínar egnu, privatu
pensjónir.
Hetta er eitt kjak, sum
eisini hevur verið rættiliga
heitt í Føroyum til tíðir, tí
summir flokkar tvíhalda
um, at fólkapensjónin skal
vera ein mannarættur hjá
øllum, eisini hjá teimum
sum hava sínar egnu pen
sjónir.
Hinvegin halda aðrir
politikarar, at tað er ongin
orsøk til at vælbjargað eis
ini fáa almenna fólkapen
sjón. Pensjónin eigur held
ur at verða brúkt til at lyfta
tey, sum ikki hava kunnað
spart saman til sína egnu
pensjón, upp, so at tey fáa
eina hægri fólkapensjón,
enn tey fáa ídag.
Kristian Kongshøj held
ur, at hjá nógvum í Dan
mark er almenna fólkapen
sjónin er eitt tjóðskaparligt
vartekin, og har eru tað
ongir politikarar, sum tosa
um at avtaka hana.
Men hann heldur, at
politikarar
gloyma,
at
skulu tey, sum spara saman
til sína egnu pensjón, missa
fólkapensjónina, tekur tað
hugin frá teimum at spara
saman til sína egnu pen
sjón.
Hetta er serliga gald
andi fyri tey, sum hava
tær lægru inntøkur, tí skal
revsingin fyri at spara
saman til sína egnu pen
sjón, vera, at tey afturfyri
missa ta almennu fólka
pensjónina, tekur tað hug
in til at spara, frá teimum.
Hann
sigur,
at
hjá
summum bólkum er veru
ligi skatturin av eini pen
sjón, sum er samansett av
ymsum veitingum, eisini
samansparing,
rættiliga
høgur. Ein orsøk er, at
tey, sum hava sína egnu
samansparingar,
missar
ávísar almennar veitingar,
sum verða ásettar eftir
inntøkuni, og tað er ein
trupulleiki.
Í løtuni verður sostatt
tosað
um
í
Danmark,
hvussu
skipanin
kann
broytast, fyri at eggja teim
um við lægri inntøkum,
at spara meiri saman til
pensjón. So heldur enn at
minka almennu fólkapen
sjónina til tey, sum spara
saman, kann úrslitið vera,
at hon hækkar eitt sindur.
aki@sosialurin.fo
Kann taka hugin frá fólki at spara
– Verða fólk, sum spara
saman til sína egnu pen
sjón, revsað við at missa
almennu fólkapensjón
ina, kann tað taka hugin
frá teimum at spara,
sigur Kristian Kongshøj,
vælferðargranskari