týsdagur 17. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Sosiala hjartað
bankar hart
í vinstru síðuni
Rættindini og korini hjá teimum veikastu hava hægstu raðfesting
hjá Sonju Jógvansdóttir, sum í september var vald á ting
Árni Gregersen
Hon er 38 ára gomul og er
nývald á ting.
Sonja Jógvansdóttir still
aði upp til løgtingsvalið og
fekk heilar 1021 atkvøður.
Tey, sum valdu Sonju
Jógvansdóttir vita væl, at
hon í sínum politikki liggur
í vinstru síðu og raðfestir
korini hjá teimum veikastu
ómetaliga høgt.
– Eg eri blóðreyð og liggi
heilt úti á vinstraveinginum.
Tað standi eg við. Eg havi
ein politkk, sum hevur til
endamáls at betra korini hjá
teimum veikastu, so tað rað
festi eg ómetaliga høgt, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Gjøgnum
sítt
dagliga
arbeiði, sum samskipari hjá
Samtak, hevur samfelags
frøðingurin gjøgnum níggju
ár sæð skuggasíðurnar í sam
felagnum.
Hon hevur sæð korini
hjá teimum veikastu og hon
hevur sæð, at nógvar av
teimum skipanum við hava,
als ikki virka, men sleppa
teimum veikastu uppá fjall.
Hennara
vitan
sigur
henni, at tað ofta eru tey,
sum hava minstu orkuna,
sum koma illa fyri í teimum
skipanum, sum annars upp
runaliga eru gjørdar til at
lofta teimum veiku.
– Eg haldi ikki ein kann
lasta starvsfólkum fyri, at
tað ofta endar skeivt, men
meira teimum skipanum,
sum gjøgnum árini hava
verið fyri so ógvusligum
sparingum, at tær ikki longur
virka eftir ætlan, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Ov smáar upphæddir
Sonja Jógvansdóttir hevur
arbeitt fyri Samtak í níggju
ár. Hesi árini hevur hon
mangan sæð fólk koma illa
fyri av ymiskum orsøkum.
Næstan líka so ofta hevur
hon sæð, at hesi fólk ikki fáa
ta hjálp, sum tey eiga at hava
rætt til.
Tey renna seg fast í skip
anum, men ofta er tað eisini
so, at tær upphæddir fólk
eiga rætt til eru so smáar, at
tær muna alt ov lítið.
– Hetta kunnu vit ikki
leggja
starvsfólkunum
í
sosialu skipaninum til last.
Her er tað politiska skipanin,
sum svíkur, tí peningurin
verður ikki settur av í nóg
stórum upphæddum, sigur
hon.
Í sínum dagliga yrki fyri
Santak hevur hon sæð nógv
ar lagnur, sum koma illa fyri.
Fakfeløgini
royna
at
hjálpa, men ofta er gjøgnum
skygni í skipanunum ov
ringt. Hon leggur afturat, at
tað eisini eru aðrir stovnar
sum royna at hjálpa, men at
tað ofta ikki røkkur á mál.
– Vit síggja eina skugga
síðu av samfelagnum, har
fólk sum eru rakt av sjúku
ella øðrum ikki fáa hjálp at
fóta sær aftur. Tey, sum veik
ast eru, verða ofta slept uppá
fjall, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Hon heldur, at tað ofta
er so, at tey sum framman
undan eru sterk og hava
orku, fáa hjálpina, meðan
tað gongur meira striltið hjá
teimum veiku at fáa sama
stuðul.
– Ofta hava fólk, sum eru
rakt av sjúku og øðrum, ikki
menniskjasligt yvirskot at
berja seg ígjøgnum skipanir
nar, sigur hon.
Tænastulóg
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at tað eigur at vera soleiðis,
at vit hava eina sosiala tæn
astulóg við klárum gjøgnum
skygni.
Ein lóg, sum tryggjar
sosialu rættindini í samfelag
num, so tú til dømis veitst,
hvørja hjálp tú hevur rætt
til, kemur tú illa fyri.
– Tað er ein trygd í sær
sjálvum tá ið tú veitst, hvørji
rættindi tú hevur, verður tú
raktur av sjúku ella øðrum.
Tað gevur ein tryggleika
og skapar vón, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at nú noyðist
tú ofta at berjast, sjálvt um
tú veitst at tú hevur nøkur
rættindi.
– Mangan eru tað tey, sum
eru illa fyri, sum stríðast
mest og royna at taka
ábyrgdina, sjálvt um tey ikki
altíð megna tað. Tað er í teim
um førum, at samfelagið skal
taka sína ábyrgd, sigur hon.
Privat og alment
Í dag heldur Sonja Jógvans
dóttir, at privata vinnulívið
ofta er betri at átaka sær
sosialar ábyrgdir enn tað al
menna.
– Mongu sparingarnar eru
helst ein orsøk til hetta, men
tað er eisini ein spurningur
um hugburð. Hvat kann ein
gera og hvat eigur ein at gera
fyri at liva upp til samfelags
ligu sosialu ábyrgdina, sigur
hon.
Tá ið Sonja Jógvansdóttir
í summar valdi at stilla upp
fyri Javnaðarflokkin, so setti
hon sær sum mál at virka
fyri nøkrum rættindum í
samfelagnum. Talan er bæði
um sosial rættindir, men so
sanniliga eisini um nøkur
borgarlig rættindir.
– Og tað ætli eg mær
framvegis at arbeiða fyri. Eg
havi ikki lagt mína politisku
lívsleið soleiðis til rættis, at
eg skal gerast livibreyðs
politikkari. Eg havi setti mær
fyri at røkka nøkur mál, sum
fara at bøta um sosialu rætt
indini og borgarligu rættindi,
sigur hon.
Visjónin
Sonja Jógvansdóttir hevur
eina visjón fyri hetta sam
felagið.
Hon dugir at síggja inn í
hitt lovaða landið, har nógv
er munandi betri enn tað er
í dag.
– Í nógvum førum snýr
tað seg um at taka avgerðir.
Avgerðir, sum broyta støð
una frá tí, sum hon er í dag,
til betri rættindir og betri
gjøgnumskygni, sigur hon.
Sum nývald tingkvinna
kennir hon seg hava fingið
eina stóra ábyrgd.
– Eg haldi tað er ein tung
ábyrgd, sum hvílir á okkum,
sum eru vald á ting. Ein
ábyrgd, sum vit eiga at taka í
størsta álvara. Vit eru tey út
valdu, sum skulu tæna sam
felagnum.
Politikkarar eiga at duga
at hugsa í mannalagnumm
heldur enn í bara skipanum
og tølum.
– Tað er umráðandi hjá
okkum alla tíðina at hava í
huga, at vit eru vald at stýra
einum samfelag – ikki einari
fyritøku. Tað er hvørt sítt,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Sum hon sjálv hevur
nevnt, so er hon blóðreyð
og hoyrir til á ytsta vinstra
veinginum. Tí er tað nærum
sjálvsagt at hon sigur, at hon
virkar fyri, at virðini í sam
felagnum verða býtt øðrvísi
enn í dag.
Hon hevur eisini í privata
lívið sínum tikið lut í hjálpar
arbeiðnum hjá felagsskap
inum »Í menniskjum Góður
Tokki.«
– Tað innlit, sum eg havi
fingið tann vegin, umframt í
mínum dagliga yrki fyri Sam
tak, ger, at eg fari at berjast
fyri, at virðini í samfelagnum
verða javnari býtt, enn tey
verða í dag, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
arnig@sosialurin.fo
Sonja Jógvansdóttir
Her er tað politiska skipanin,
sum svíkur, tí peningurin verður ikki
settur av í nóg stórum upphæddum