týsdagur 17. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
meldurin
Sosialurin
Sjálvt um nývalda kvinnan
á javnaðarlistanum fór úr
flokkinum, so stuðlar hon
framvegis samgonguni
Árni Gregersen
Tað kom sum ein skelkur
tann dagin, samgonguskjalið
skuldi skrivast undir, tá ið
Sonja Jógvansdóttir boðaði
frá, at hon tók seg úr Javn
aðarflokkinum.
Við 1021 atkvøðum var
samskiparin
hjá
Samtak
vald á ting, men tá ið sam
ráðingarnar
um
nýggja
samgongu millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og Fram
sókn endaðu, boðai hon frá,
at hon tók seg úr Javnaðar
flokkinum.
– Har var ov nógv sagt
og gjørt, sum eg ikki kundi
finna meg í, sigur Sonja
Jógvansdóttir í dag.
Hon kemur ikki nærri inn
á, hvat tað var, men hon ger
púra greitt, at hon framvegis
stuðlar
samgonguni
100
prosent.
– Ja, sjálvandi geri eg tað.
Eg arbeiði væl saman við
samgonguni og eg berjist
fyri at fáa samgonguna at
fremja tey mál, sum eg havi
sett mær fyri at røkka sigur
hon.
Borgarlig rættindi
Sonja Jógvansdóttir sigur, at
hon raðfestir sosial rættindi
høgt, men hon vil eisini
tryggja
øllum
borgarum
somu borgarligu rættindi í
Føroyum.
Hon vil hava hjúnar
bandslógina broytta, so tvey
av sama kyni kunnu giftast.
Lógaruppskot um broyt
ingarnar í hjúnarbandslógini
er í tinginum í løtuni og fær
skjótt viðgerð har.
Í
samgonguskjalinum
stendur lítið og onki um
hetta mál, men flokkarnir
eru samdir um, at tað er upp
til hvønn einstakan tinglim
hjá
samgonguflokkunum,
um tey taka undir við broyt
ingunum í hjúnarbandslóg
ini.
Sonja Jógvansdóttir livir
privat í parlagi við kvinnu
og hon hevur í nógv ár barst
fyri rættindunum hjá sam
kyndum.
Leysgangari
Nývaldi tinglimurin er leys
gangari í Løgtinginum eins
og fyrrverandi fólkafloks
kvinnan Annika Olsen.
Sonja Jógvansdóttir hev
ur svorið samgonguni trú
skap, men er altso ikki longur
limur í Javnaðarflokkinum.
– Men samgongan veit,
at eg eri stuðul undir henni.
Fyri meg hevði tað verið
meiningsleyst at felt sam
gonguna fyri at lata eina
høgravenda
samgongu
sleppa framat, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
arnig@sosialurin.fo
Úr samgonguni
áðrenn skjalið
varð undirskrivað
Myndir: Álvur Haraldsen
– Í nógvum førum snýr tað seg um at taka
avgerðir. Avgerðir, sum broyta støðuna frá
tí, sum hon er í dag, til betri rættindir og betri
gjøgnumskygni, sigur Sonja Jógvansdóttir