týsdagur 17. november 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vaskifólk til
Eysturkommunu
Eysturkommuna søkir eftir vaskifólki at byrja
04. januar 2016.
Talan er um starv á 35 tímar um vikuna og sum
er býtt millum dagstovnin Brúsa og Frítíðarheimið
í Leirvík. Starvið er ávikavist 15 tímar á
Frítíðarheiminum, sum er fyrrapart á degi og 20
tímar i Brúsa, sum er eftir kl. 17.00.
Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum
samstarvi við verandi vaskifólk á stovnunum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir skulu sendast til:
Eysturkommuna
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella
eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 04.
desember 2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ova Heinesen, umsitingarleiðara, á tlf. 730012
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og
bróður
Eirik Justinussen
Leirvík
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Giljagarði,
sum fóru so væl um hann líka til tað seinasta.
Tøkk til Osmund Justinussen, Eirik Skála,
Klæmint Sólskerð fyri vøkur orð og Ingvard
Joensen fyri vøkur orð á grøvini.
Tøkk langabbadøtrarnar, Maria og Ester,
fyri vakran sang.
Tøkk øll tit, sum hjálptu og bakaðu til ervið.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Hebron.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu pápa til
hansara seinasta hvíldarstað her.
Familjurnar vegna
Esther, Anni, Jógvan, Erhard, Kristian, Ata,
Ellintur við familjum
umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 16. november
2015, sambært løgtingslóg um
umhvørvisvernd, góðkent:
SEV Elverkið í Vági,
Á Oyrunum 25, 900 Vágur
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í
umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til :
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
maður, pápi, verpápi og abbi
Børge Sandberg Jensen
Kollafjørður
f. 14. Juli 1929 d. 25. September 2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á B6 sum vóru
um hann ta sein astu tíðina og tøkk til
Sverra Steinhólm fyri andaktir á stovuni.
Tøkk til prestarnar Marjun Bæk og
Theodor Eli Dam Olsen fyri troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til Hannu og Terja fyri tann vakra sangin.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar,
berarar og gravarar.
Tøkk fyri lán av bygdarhúsinum,
og tøkk til tykkum sum bakaðu, server aðu
og annars hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til kirkjuna.
Til seinast tøkk til øll tykkum, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Óluva, Carl Johan, Gunnvør og Randi
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Tað er ongantíð ov seint
at fáa smílið aftur
fyrst og fremst
www.in.fo
www.gevidblod.fo
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo