Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133 Nøvn Minningarorð um starvsfelaga okkara Halbjørg Vest Poulsen Minningarorð um Kathrin Ó. Haraldsen Halbjørg vaks upp í Hvalba hjá mammu og pápa sínum saman við beiggj­anum Óla Hans. Tann 1. august 1992 byrjaði Hal­bjørg í táverandi Føroya Spari­kassa, sum seinni gjørdist Eik Banki, og hevði hon sostatt arb­eitt her í 23 ár, nú hon and­ að­ist. Halbjørg hevur arbeitt ymsa­staðni í Eik, og hevur tí arb­eitt saman við nógvum av okk­um – bæði í stabsdeildum og kundavendu deildunum. Alla­ staðni har hon arbeiddi, gjørdi hon sítt arbeiði til lítar og varð sera nógv avhildin. Halbjørg elskaði at lesa, og hevði tí eina stóra vitan um alt møguligt. Vit merktu væl henn­ ara stóru vitan, bæði við døg­urða­ borð­ið og í arbeiðinum. Hon var altíð góð í ráðum og hevði altíð eina meining um tingini – líka frá barna­uppaling til seinasta umfar í Premier League, og hetta frøddi okk­um starvsfelagar almikið. Halbjørg var hugnalig og var úti og ferðaðist saman við fleiri av okkum. Tveir túrar vóru til London, har Halbjørg var ferðaleiðari, og hevði hon ótrú­lig­ an sans fyri at finna runt. Vitjað varð millum annað í Buckingham Palace og til sangleikirnar Mama Mia og We Will Rock You. Halbjørg búði í fleiri ár í Tórs­ havn, har hon leigaði, áðrenn hon fyri nøkrum árum síðani keypti hús í Sandavági, sum hon var glað fyri. Nú sjúkan fór at gera um seg, hevði Halbjørg akkurát gjørt húsini tip top í stand. Ætlan henn­ ara var at keypa bil og njóta lívið. Hetta fekk hon ikki tíverri ikki nógva gleði av. Nú vit vóru til jarðarferðina í Hvalbi­ar kirkju tann 3. september, sást týðiliga á fólkamongdini, at Hal­bjørg og beiggin Óli Hans hava starvast í pengastovnum í Tórs­havn í nógv ár. Undarligur dag­ur, Smyril var fullur av fólki, sum skuldu til jarðaferð í Hvalba og øðrum, sum skuldu til 100 ára føð­ing­ar­dag aðrastaðni í oynni. Hóast ringa sjúkralegu gav Hal­bjørg ongantíð upp. Hon var rólig og positiv, og altið løtt at vera saman við. Saknurin er sera stórur, og er serliga stórur hjá tykkum mamma, pabba, Óli Hans og Randi, má Harrin styrkja tykk­ um í sorg tykkara. Æra verður minnið um okkara kæra starvsfelaga Halbjørg Vest Poul­sen. Starvsfelagar í Eik Góða mamma. Tað er við stórari sorg, at eg í kvøld havi sett mær fyri at festa nøkur orð á blað sum eina seinastu heils­ an til tín. Eg havi ikki orð fyri, hvussu hart og torført tað er, at tú ert far­in frá okkum. Saknurin eftir teg verður so ómetaliga stórur, og vit eru nógv, sum sita eftir teg við longsli. Sum tað bleiv sagt í kirkjuni hetta kvøldið: Ein mamma er ein mamma. Ja, tú vart í allar mátar ein mamma fyri okkum, og tú setti stóran prís uppá at vera ein góð mamma. Vit eru tríggjar systrar og eru uppvaksnar uppi í Fløtu­gerði saman við børnunum í nábo­ lag­num. Har livdu vit eitt trygt barna­lív og kendu ikki til lívsins trup­ul­leikar. Eg var eitt trygt barn við foreldrum, sum vóru góð við okkum og skapaðu eitt gott um­ hvørvi fyri okkum børn. Mamma gekk høgt uppí at halda heim­ið reint og pent. Hon bant og seym­ aði næstan øll okkara klædna­ pløgg. Vit skuldu vera væl ílatnar. Eg havi seinni mangan undrast á, hvussu mamma hevur havt tíð til at seyma og binda so nógv, tá hon bæði skuldi ansa trimum børn­ um, gera mat, vaska, strúka og ikki minst passa havan, sum hon helt í so góðum standi. Tá í tíðini var eingin vaskimaskina. Mamma var altíð í sving. Hon sat ong­an­tíð hendur í favn. Heimið var mamm­ usa domeni. Øll vit, sum kendu mammu, vita, hvussu dugnalig og ordilig hon var. Alt skuldi haldast á besta hátt. Mamma var heima, sum møður vóru tá, og babba var á Ísvirkinum. Babba var altíð á Ísvirkinum, hann arbeiddi nógv, sum eg seinni havi skilt. Men hon var har, og vit mangl­aðu ikki nakað. Tað var sera torført fyri mammu, at vit øll eru búsitandi í Dan­mark. Hon elskaði síni ommu­ børn og saknaði tey nógv, so at siga hvønn dag. Hon gleddi seg sum eitt barn, til vit komu heim. Tað vil altíð standa so týðiliga fyri mær, hvussu hugnaligt tað hev­ur verið at komið heim til Fugla­fjarðar. Mamma stóð í vind­ eyg­an­um og bíðaði. Ljós vóru tendr­að, og tað ang­aði av ný­bak­ aðum boll­um. Borð­ið var borðreitt við heima­gjørd­um við­skera, har skuldi sanni­liga einki mangla. Dreingirnir hjá mær elskaðu ommu sína og hava eisini dámað væl at koma til Føroyar. Serliga var tað Kristian, sum fór ein túr heim. Eg minnist síðst, Kristian og eg komu heim saman. Tá vit komu inn um gáttina, segði hann ”Oh, hvor er det skønt at være her igen. Dette er bare det hyggeligste sted i verden.” Ja, heimið í Fløtugerði var eitt hugnaligt heim, og tað er gott at minnast afturá. Men nú er tómt uppi í Fløtu­ gerði í teimum stóru reyðu hús­un­ um. Har er ongin mamma at koma heim til. Tað verður sera svárt hjá okk­um at koma heim, og eingin er at taka ímóti og bjóða okkum væl­komnum. Okkara tilknýti er burt­ur, og skjótt fara aðrar sálir og aðr­ir møblar at fylla tað reyða hús­ið í Fløtugerði. Sum áður nevnt, hava mamma og babba givið okkum ein góðan upp­vøkstur. Eitt ríkt lív við rík­ um innihaldi. Vit vóru í kirkju hvønn sunnudag. Vit ferðaðust nógv, eisini úti í víðu verð, og so­ leid­is varð okkara áhugi fyri at fjakka grundlagdur. Sangur og tón­leik­ur var ein stórur partur í lívi okkara. Mamma og babba sungu í kórinum alt tað, eg kann minn­ast. Eg haldi, at mamma og babba bæði hava verið góð fyri hesa bygd, tí tey vóru sera aktiv og stuðl­adu øllum tí, sum gekk fyri seg í bygdini. Mamma sat í nógv ár í kirkju­ráðnum, var aktiv innan skóta­arbeiðið í bygdini, arbeiddi í Pidd­asa Handli, spældi kort við teim­um gomlu á Vesturstovu og var vitjunarvinur eitt tíðarskeid. Hon tók sær eisini nógv av teim­ um gomlu í familjuni. Mamma hevði góð evnir at siga frá, og líka sum babba dámdi henni at fortelja okkum um ættina. Hon segði okkum um langommur og langabbar, skemtiligar hendingar í bygdini frá tátíðini og stuttligar fam­ilju­limir úr Kollafirði. Mær hevur altíð dámt at lurta eftir hennara søgum. Hon fortaldi so livandi, at eg sá øll hesi fólkini so týðiliga fyri mær. Mamma bleiv einkja, tá hon bert var 60 ára gomul. Babba var 67, tá hann doyði, alt ov ungur, eis­ ini av krabba. Hon hevði nú í 17 ár búð ein­ samøll, og hon saknaði babba hvønn dag. Eg fór ein túr til Føroyar í februar mánaði í ár. Mamma vildi koma niður við mær at vitja lang­ ommu­dóttrina. Hon ætlaði bert at verða burtur í nakrar vikur. Hon hevði tað ikki gott, tá vit fóru av landinum. Hon fór til lækna í Dan­ mark, og tríggjar vikur seinni kom dóm­urin: Krabbamein. Mamma varð búgvandi niðri hjá okkum í nærum eitt hálvt ár, tí hon skuldi í viðgerð í Danmark, og eg eri sera takksom fyri ta tíð­ ina, eg hevði hana búgvandi hjá mær. Eg havi mangan beundrað mammu, hvussu tolin hon var alla tíð­ina. Vit vistu øll, hvønn veg tað bar við henni, men at tað skuldi ganga so skjótt, var tað eingin av okk­um, sum hevði ímyndað sær. Nú hevur mamma fingið frið. Hon er farin heim. Hon stúrdi ikki fyri deyðanum, tí hon var sann­ førd um, hvar hon fór. Nú er hon sam­an við babba aftur, og har er gott at vera. Góða mamma. Takk fyri alt tað, tú vart fyri okkum øll. Takk fyri tann kærleika og ta umsorgan, tú gavst okkum. Takk fyri øll tey góðu minnir og allar tær góðu stund­ir, vit hava havt saman. Takk fyri øll tey vøkru klædnapløgg, tú helt áfram at binda til okkum øll. Tað fer at vera sera svárt at liva víð­ari uttan teg, saknurin er og verð­ur so ómetaliga stórur, men má Harrin hjálpa okkum til at gleð­ast um tað, sum vit fingu frá tær og ígjøgnum teg, heldur enn at syrgja yvir tað, vit mistu. ”Og når I sørger, søg da atter i hjertet, og I skal i sandhed indse, at I græder over det, der engang var jeres glæde.” Kahlil Gibran Anni Seinasta heilsan til mammu mína