týsdagur 17. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
dart
Bárður aftur bestur
Bárður Olsen er greitt á odda í FM kappingin
í dart, eftir at hann um vikuskiftið aftur vann
einstaklingakappingina í 5. umfari í FM kappingini
Tróndur Arge
Bárður Olsen er 16 stig á odda
í FM kappingini, nú komið er
í helvt. Um vikuskiftið varð 5.
umfar í FM kappingini í dart
í hølunum hjá Vága Dart
felag.
Undirtøkan til kapping
ina var góð, og luttakaratalið
sær út til at verða javnt gott.
Tað vóru 39 luttakarar í ein
masleiki hjá monnum, og 12
luttakarar hjá kvinnunum. Í
tvímansleiki vóru 24 pør. Tað
er met fyri hetta kappingar
árið.
Bárður rennur undan
Við sigrinum leygardagin er
Bárður Olsen 16 stig á odda
í samlaðu støðunum í FM
kappingini. Bárður vann í
finaluni á Jan McIntosh. Her
var og slingur í valsinum
hjá argjamanninum, sum
vann greitt 5-0. Tað var
bara í seinasta settinum,
at Jan McIntosh megnaði
at geva veruliga mótstøðu.
Bárður hevði eisini dagsins
hægsta útgangin við 118. Í
tvímansleiki hjá monnum
vunnu Bogi Isaksen og Hans
Eivind Olsen. Hjá kvinnum
vann Joan Edvør Thomasen
í einmansleiki.
6. umfar verður í hølunum
hjá Havnar Dartfelag 5.
desember.
trondur@sosialurin.fo
Einmansleikur, menn:
Bárður Olsen, HDF
Jan Mc, HDF
Jørgen Meitelberg, HDF
Bogi H. Isaksen, KDF
Tvímansleikur:
Bogi Isaksen KDF
& Hans Eivind Olsen, Team Sandoy
Jan Erik Fjalstein & Bergur Kluftá, VDF
Niels Thomsen
& Jens Albert Simonsen, VDF
Jógvan Pauli Joensen, VDF
& Jørgen Meitelberg, HDF
Vinnarar í kappingini:
Einmansleikur, kvinnur:
Joan Edvør Thomasen, VDF
Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy
Sólveig Skorastein, HDF
Eyð-Britt Vatnhamar, HDF
Hægstið útgangur:
Menn: Bárður Olsen, HDF við 118
Kvinnur: Terja Ósá, KDF við 70
Tvímansleikur: Henning Thomsen
& Bárður Olsen, HDF við 116
Fagst pílar:
Menn: Naldo, HDF við 15 pílum
Kvinnur: Joan Edvør Thomasen,
VDF við 25 pílum
Tvímansleikur: Jógvan Joensen
& Magne Thomsen, VDF við 16 pílum
5. Umfar í FM: