týsdagur 17. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. november 2015 · Nr. 133
ítróttur
fótbóltur
Aftanfyri Andorra
Føroyska U19 landlsliðið hjá monnum endaði aftast
í EM undankappingarbólkinum. Føroyar spældu
javnleik 1-1 móti Andorra í seinasta dystinum
Tróndur Arge
Føroyska U19 landsliðið hev
ur seinastu dagarnar luttikið
í EM undankapping í Rum
enia. Føroyar vóru í bólki
saman við Rumenia, ið var
vertur, og Sveis og Andorra.
U19
landsliðið
hevur
fleiri spælarar, sum hava
roynt seg í Effo-deildini. Tí
var væntað, at hetta var eitt
rímuliga sterkt lið, sum fór
til Rumenia. Úrslitini blivu tó
ikki so góð, sum vónað varð
frammanundan.
Føroyar
endaðu aftast í bólkinum –
eisini aftanfyri Andorra.
Iðraðu seg um
tapið fyri Rumenia
Í fyrsta dystinum spældi
føroyska U19 landsliðið móti
vertunum úr Rumenia. Talan
var í stóran mun javnandyst,
men í avgerandi løtunum
vóru rumenar betri.
Tað vóru tvey langskot,
ið avgjørdu dystin til fyri
muns fyri heimaliðið. Før
oyska liðið hevði fleiri góðar
deyðbóltsstøður, men megn
aðu ikki at umseta tað til
mál.
Sveis ov stórur biti
Annar dysturin hjá U19
landsliðnum
varð
móti
Sveis. Føroyska liðið spældi
við stórari trúgv upp á at
fáa stig, men aftur var mót
støðuliðið neyvari. Hóast
føroyska liðið í stóran mun
hevði tamarhald á dystinum
í fyrra hálvleiki, so fekk Sveis
tvey mál stutt fyri hálvleik.
Í eini roynd at kom inn í
aftur dystin, royndi føroyska
liðið at trýsta nakað. Tað
riggaði ikki, tí Sveis økti til
3-0. Tað endaði við einum
vónbroti og 4-0 til Sveis.
– Teir vóru nógv neyvari
og meir avgjørdir í teirra mál
royndum, meðan vit kanska
ikki vóru ordiliga klárir frá
byrjan. Sveisar vunnu eisini
teir flestu nærdystinar, segði
Betuel Hansen, liðskipari
á føroyska U19-liðnum við
heimasíðuna hjá FSF.
Javnleik móti Andorra
Í seinasta dystinum spældi
Føroyar móti Andorra. Hetta
skuldi verða dysturin, har
Føroyar høvdu góðan møgu
leika fyri at fáa ein sigur. Tí
verri, so gekk aftur galið fyri
føroyska U19 landsliðið.
Longu aftaná fimm min
uttir kom Andorra á odda.
Síðani stríddist føroyska og
lønin kom eit korter fyri tíð.
Tá javnaði Ari Olsen, sum
spælir við Skála. Tað gjørdist
eisini endaliga úrslitið. So
statt fingu Føroyar eitt stig
í undankappingini. Andorra
fekk somuleiðis eitt stig, men
hevur eina betri málúrtøka.
trondur@sosialurin.fo
Rumenia - Føroyar 2-0 (1-0)
1-0 Stoica, 42
2-0 Petre 82
Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen,
B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Mikkjal á Berg, KÍ – Betuel Hansen,
Silkeborg IF, Jákup B. Andreasen, KÍ – Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF,
Janus S. Samuelsen, Brøndby IF (Petur Knudsen, NSÍ, 69.), Teit Jacobsen,
HB (Pætur Petersen, B36, 81.) – Jákup Thomsen FC Midtjylland.
Føroyar - Sveis 0-4 (0-2)
0-1 Kwadwo Duah, 34
0-2 Kwadwo Duah, 39
0-3 Kwadwo Duah, 65
0-4 Andi Zeqiri, 75
Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen,
B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Mikkjal á Berg, KÍ – Betuel Hansen,
Silkeborg IF, Jákup B. Andreasen, KÍ (Janus S. Samuelsen, Brøndby IF, 72.)
– Petur Knudsen, NSÍ (Rói Heðinsson Olsen, EB/Streymur, 79.), Meinhard
E. Olsen, Vendsyssel FF, Teit Jacobsen, HB (Pætur Petersen, B36, 81.) –
Adrian Justinussen, HB
Andorra - Føroyar 1-1 (1-0)
1-0 Roger Nazzaro, 5
1-1 Ari Olsen, 74
Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen,
B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Daniel Johansen, HB – Petur Knudsen,
NSÍ (Pætur Ejdesgaard, HB 90+1.) Betuel Hansen, Silkeborg IF (Janus
Svabo Samuelsen, Brøndby IF, 75.), Jákup B. Andreasen, KÍ – Adrian
Justinussen, HB (Pætur Petersen, B36 75.), Teit Jacobsen, HB, Meinhard E.
Olsen, Vendsyssel
Venjarar hjá U19 landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen.
Stórskjúttin
hjá VÍF í Íslandi
Eitt av størstu talentinum í føroyskum
hondbólti royndarvenur í Íslandi
Tróndur Arge
Áki Egilsnes er í hesum
døgum í Íslandi og royndar
venur við ÍBV. Áki, sum er 19
ára gamal, hevur í ár verið
stórskjúttin á VÍF liðnum,
og á U21 landsliðnum.
– Eg havi ein dreym um
at royna meg sum yrkis
hondbóltsspælara. Tí havi
eg tikið av møguleikinum
at roynarvenja við ÍBV í
Íslandi, sigur Áki Egilsnes
við Sosialin.
Hann fór eftir dystin
móti H71 sunnukvøldið til
Íslands, har hann hevur
royndarvant síðani. Skuldi
skiftið blivið veruleiki, so
verður tað ikki fyrr enn í
januar.
– Eg taki eina avgerð, tá
eg kom heim. Skuldi tað
blivið til nakað, so verður
skiftið fyrst í januar, tí eg
havi spælt við VÍF í ár, sigur
Áki Egilsnes.
19 ára gamli bakkurin var
millum lyklaspælararnar, tá
VÍF farna kappingarár vann
gull í bæði landskappingini
og steypakappingini.
trondur@sosialurin.fo