hósdagur 19. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
14
tema Glykogen goymslubrek
Men nú vóru lunguni hjá Jónleifi
farin at versna. Tað er ein avleiðing
av GSD, og GSD sjúklingar í Bret
landi og USA hava mest sum allir
eitt andingartól, sum teir nýta um
náttina. Hetta bøtir munandi um
lívsgóðskuna hjá GSD sjúklingum,
tí slímið í lungunum minkar og tey
fáa aftur andað sum vant. Familjan
Debes setti seg aftur í samband við
Ulriku Steuerwald fyrr í ár, tí teimum
tørvaði hjálp til Jónleif. Ulrike skriv
aði teimum eitt skjal, har hon vísti á
hvat hon metti hann hevði tørv á. Og
á hesum skjalið var eisini andingar
tólið – sum Jónleif ongantíð fekk.
13. juli í ár varð Jónleif sendur til
Danmarkar. Familjan var skeptisk,
tí tey høvdu sera ringar royndir
við Ríkissjúkrahúsinum. Eisini her
kendu tey tað sum, at læknarnir ikki
lurtaðu eftir teimum. Men Jónleif fór
kortini.
– Ein sjúkrasystur á Mørkini og
eg fylgdi honum til Danmarkar. Hon
hevði pakkað honum matpakka til
fleiri dagar, tí hon visti hvussu um
ráðandi rætti maturin er fyri okkum
GSD sjúklingar. Hon hevði eisini
skrivað eitt nágreiniligt skema á
donskum fyri hvussu Jónleif skuldi
viðfarast hvønn dag. Tað var so fan
tastiska flott, sigur Rannvá.
Men tá sjúkrasysturin fór heim
aftur, eftir at Rannvá og Jónleif vóru
komin á Ríkissjúkrahúsið, var mat
urin og skemaði tveitt burtur.
– Tey søgdu tey vistu betur. Eg
royndi at siga við tey, at tey máttu
taka atlit til hansara kostætlan, tí
annars fór hann bara at blíva meira
og meira ússaligur, sigur Rannvá.
Men einki hjálpti. Og sum spátt
bleiv Jónleif verri og verri fyri.
Tú fert at doyggja
skjótt og pínufult
Meðan Rannvá royndi at greiða
sjúkrasystrum og læknum á Ríkis
sjúkrahúsinum frá GSD sjúkuni,
gjørdist Jónleif sjúkari fyri hvørja
løtu. Á Ríkissjúkrahúsinum kendu
tey til GSD, men tey tóku ikki hædd
fyri, at tað var munur á júst hvat slag
av GSD tú hevur. Tí vóru allir GSD
sjúklingar viðfarnir eins. Men hesa
ferð hildu tey ikki tað var GSD.
»Tú hevur ALS sjúkuna, og tú fert
at doyggja skjótt og pínufult, og vit
fara ikki at hjálpa tær, leggja teg í
respirator ella fáa gongd á hjarta
um tað steðgar. Men óttast ikki, tí
tað gongur skjótt«, segði læknin við
Jónleif.
– Eg royndi at greiða honum frá, at
okkara sjúka kann útviklast soleiðis,
at hon oyðileggur nervalagið, og at
tað helst var tað sum bagdi. Men
hann lurtaði ikki, sigur Rannvá.
»Hvat er tað tú sigur, fer hann at
doyggja nú?« spurdi Rannvá læknan.
»Ja, tað fer hann. Eg haldi tú skalt
senda boð eftir familjuni«, segði
læknin.
Og Rannvá so gjørdi. Restin av
Debes familjuni skundaði sær til Dan
markar, tí nú var endin hjá Jónleifi
komin. Men hvat? Einki hendi.
– Vit væntaðu hann fór at doyggja
innan nakrar dagar. Men har hendi
einki. Hann var akkurát sum hann
plagdi, greiður Rannvá frá.
Nakrar dagar seinni kemur sami
lækni á stovuna hjá Jónleifi.
»Vit hava eitt gjørt eitt mistak. Tú
hevur ikki ALS sjúkuna kortini« vóru
boðini.
– Vit vóru lættað men eisini ill.
Hvussu kanst tú gera soleiðis við fólk,
spyr Rannvá.
Familjan Debes fór heim aftur og
tey kravdu, at Jónleif skuldi við.
– Jónleif fekk tað betur á Lands
sjúkrahúsinum, tí har fylgdu tey
kostætlanini, sum Ulrika gjørdi til
hansara, greiður Rannvá frá.
Men tað er eisini tað einasta, sum
familjan Debes metir, at Landssjúkra
húsið hevur gjørt rætt í sjúkraleguni
hjá Jónleifi.
Síðst í august í ár var Jónleif út
skrivaður av Landssjúkrahúsinum og
farið var aftur á Mørkina. Men longu
9. oktober varð galið aftur. Jónleif var
aftur innlagdur á Landssjúkrahúsið
millum annað tí, at hann hevði stórar
trupulleikar við at anda.
– Tá høvdu eg og Rúna havt fund
við sjúkrahússtjóran um viðgerð av
GSD sjúklingum. Og vit høvdu rópt
hart um tilmæli frá Ulriku um, at
Jónleif hevði tørv á einum andingar
tóli. Sjúkrahússtjórin lovaði at
fylgja tilmælinum frá Ulriku, men
andingartólið kom ongantíð, sigur
Rannvá, hóast tað varð bílagt.
Einki hendir meðan
eg eri her
Síðstu vikuna í oktober stóð illa til hjá
Jónleifi. Familjan vitjaði hann, og tey
sóu, at hann stríðist.
– Eg spurdi ein lækna, hví hann
ikki ringdi til Ulriku ella fylgdi
kostætlanini hjá Mørkini, men tey
vildu ikki. Tey søgdu bara, at »Ulrike
er ein barnalækni og arbeiðir ikki
her«, greiður Steingrímur frá.
»Hví vilt tú ikki keypa ráðgevin
frá Ulriku. Hon veit hvat skal gerast«,
segði Steingrímur ferð eftir ferð.
»Tú liggur á mínari deild, men tú
ert skeivt plaseraður. Eg eri komin
at hanga uppá teg« vóru boðini til
Jónleif.
Mikudagurin 28. oktober er
brendur fast í minni á Steingrími.
– Beiggi mín bleiv við at siga, at
hann fekk ikki anda. »Eg vil hava luft«
segði hann umaftur og umaftur við
læknarnar, men teir trúðu honum
ikki, greiður Steingrímur frá.
Boðini frá læknanum hendan
dagin vóru »Einki hendir meðan eg
eri her«.
– Tað segði hann meðan vit vóru
har, minnist Steingrímur.
»Tú hevur bert angist, og vit skulu
geva tær heilivág móti tí«, segði hann.
Og hesi boðini vóru fylgd. Hendan
dagin fekk Jónleif heilivág móti
angist, eftir tilmæli frá avvarandi
lækna. Og tað var hesin heilivágurin,
sum familjan Debes hevur illgruna
um, tók lívið av honum.
Logið um heilivágin
Á heiliváginum fyri angist – Oxapax
– stendur, at fólk við niðursettum
lungakapasiteti og illa fungerandi
livur skulu ikki taka heilivágin.
Familjan sá beinan vegin, at
Jónleif ikki toldi heilivágin. Hann
Eg fekk at vita,
at Bjarni á Steig,
yvirlækni, skuldi
hyggja journalin
ígjøgnum fyrst,
og eg skuldi fáa
hann dagin eftir.
Eg segði kortanei,
gekk inn á kon
tórið hjá honum,
og kravdi at fáa
journalin við«
Jónleif Debes doyði á Landssjúkrahúsinum leygarkvøldið 31. oktober
í ár. Óvist er hví hann doyði. Í sjúkrajournalinum manglar ein dagur –
30. oktober – og annars sæst, at sipað verður til tvær sjúkur. GSD og
eina neurologiska sjúku, sum ikki hevur nærri lýsing enn tað sama.
Mynd: Privat