Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 15 gjørdist meira og meira fjarur fyri hvønn dag. – Leygardagin spurdi eg sjúkra­ systrarnar har, um tær veruliga hildu tað skuldi vera so. Tær hildu fyri, at læknarnir søgdu alt var sum tað skuldi, sigur Rannvá. Leygarkvøldið 31. oktober var Rannvá hjá Jónleifi til klokk­an 18.00 um kvøldið. Hon hevði sera torført við at fara, tí hon hevði illgruna um, at okk­urt var heilt galið. Men hon spurdi sjúkrasystrarnar, og tær søgdu alt var sum tað skuldi. »Heilivágurin er bara so«, søgdu tær. Komin norð bað Rannvá mann sín, Frederik, fara suður. Og komin á Landssjúkrahúsið ringdi hann eftir konu síni. Tá hevði Frederik ikki sæð Jónleif í nakrar dagar, og hann hevði trup­ult við at trúgva konuni, at støðan var versna so nógv. – Nú skilji eg hvat tú mein­ar við, segði hann, og bað meg skunda mær suður, sigur Rannvá. Rannvá fór suður aftur. Inn­komin á Landssjúkrahúsið rann hon eftir sjúkrasystrum og lækn­um og segði, at her stend­ur altso sera illa til. Tit mugu gera okkurt. Men boðini vóru tey somu. »Alt er sum tað skal«. Men klokkan 23.27 tað kvøld­ið doyði Jónleif. – Tey fóru ikki í panikk. Tað minnist eg. Eg skilji ikki hví. Tey vistu týðiliga ikki av, at hann fór at doyggja, tí tey søgdu alt var fínt. Men hví rea­ger­aðu tey so ikki harðari, spyr Rannvá. Torført at fáa sjúkrajournalin Týsdagin aftaná fóru Rannvá og onnur í familjuni til Havnar. Ørindini vóru at síggja líkið hjá Jónleifi. Hendan dagin ringdi Rannvá á Landssjúkrahúsið fyrst og segði, at hon skuldi hava sjúkrajournalin hjá Jónleifi við norður aftur. Komin á Landssjúkrahúsið vóru boðini tó, at tað kundi hon ikki fáa. – Eg fekk at vita, at Bjarni á Steig, yvirlækni, skuldi hyggja journalin ígjøgnum fyrst, og eg skuldi fáa hann dagin eftir. Eg segði kortanei, gekk inn á kontórið hjá honum, og kravdi at fáa journalin við, sigur Rannvá. »So mást tú bíða uttanfyri eitt bil«, segði yvirlæknin. Og tað gjørdi Rannvá. Eina løtu seinni kom yvirlæknin út við sjúkra­journalinum, men tá mangl­aði ein dagur. 30. Oktober – dagurin áðrenn Jónleif doyði – er burturi. Og hvat verri er, spurdi Rannvá eisini yvirlæknan hesa somu løtu, um hann hevði spurt Ulriku Steuerwald ella aðrar serfrøðingar eftir, áðr­enn hann gav Jónleifi heili­vágin móti angist. »Jaja, eg havi tosað við Ulriku fleiri ferðir" vóru boð­ini, sum Rannvá sigur seg fáa. Og hetta vátta Frederik, Steingrím og Hjørdis, sum vóru hjá Rannvu hesa løtu. Men her er ósemja í málinum. Fyrst av øllum sigur Ulrike Steuerwald seg ikki hava givið grønt ljós fyri, at Jónleif Debes toldi heili­ vágin móti angist. – Eingin lækni á Lands­sjúkra­ húsinum hevur spurt meg um GSD sjúkuna hjá Jónleifi í hasum umfarinum, sigur Ulrike Steuerwald við Viku­skiftis Sosialin. Og harnæst noktar Bjarni á Steig fyri, at hetta var tað hann segði. – Tað var ikki tað eg svaraði ja til. Eg segði, at eg hevði mang­an tosað við Ulriku um GSD sjúku í síni heild, men eg segði ongantíð, at eg hevði spurt hana um ráð í samband við júst handan sjúklingin, sigur Bjarni á Steig. Hann er bundin at tagnar­skyldu, og fær tí ikki greitt nærri frá hví Jónleif fekk heili­vágin móti angist, hvørjum hann doyði av, ella hví GSD fel­agið og tey avvarandi nú kenna seg svikin so dyggiliga. Hvat hendi? Jónleif hevur í mong ár strídst við versnandi heilsu. Tað vistu øll rundanum hann. Men hví 30. oktober manglar í sjúkra­journalinum, og hví Lands­sjúkrahúsið ikki spurdi Ulriku um ráð viðvíkjandi Oxapax, veit familjan ikki. Tey vita held­ur ikki akkurát hvørjum Jónleif doyði av. »Vit kunnu einki prógva«, siga tey. Men hetta kvøldið í november – bert smáar tríggjar vikur eftir Jónleif and­aðist – er eyðsæð, at familjan, forkvinnan í GSD felag­num og øll rundan um tey eru ill. Í teirra hugaheimi hev­ur sjúkrahúsverkið svikið tey so dyggiliga. Tey hava ikki lurtað nóg væl eftir teimum, tey hava ikki spurt um ráð frá ser­frøðingur uttanlands, og tey hava ikki sett seg inn í GSD sjúkuna. – Og nú er hann deyður. Okkara mál nú er bara tað, at onkur tekur okkum fyri fult. At onkur steðgar á og sigur, at tey vilja seta seg inn í, hvussu tey kunnu hjálpa okkum og øðrum GSD sjúklingum í Føroyum, so ikki fleiri noyðast at doyggja orsaka av skeivari viðgerð av GSD, siga tey uppgevandi hetta kvøldið, áðrenn næsti skar­in av samkenslufullum gest­um trínur inn á gátt til ein kaffi­ munn og eina smákaku. barbara@sosialurin.fo Rannvá Debes Isaksen, uttast til høgru, er ein teirra, sum livir við GSD3a sjúkuni. Hon kennir seg als ikki trygga í hondunum á sjúkrahúsverkinum. Her situr hon saman við mammuni Hjørdis og beiggjanum Steingrími Í summar var Jónleif Debes staðfestur at hava ALS sjúkuna og mett var, at hann fór at doyggja fáar dagar eftir. Nakrar dagar seinni mátti danski lækni tó viðganga, at tað var ein skeiv meting, og at Jónleif ikki hevði ALS sjúkuna kortini. »Tey fóru ikki í panikk. Tað minnist eg. Eg skilji ikki hví. Tey vistu týðiliga ikki av, at hann fór at doyggja, tí tey søgdu alt var fínt. Men hví reageraðu tey so ikki harðari« Mynd: Álvur Haraldsen