hósdagur 19. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
16
tema Glykogen goymslubrek
Taki atfinningarnar í álvara
Sjúkrahússtjórin
– GSD felagið hevur eftirlýst, at Ulrike Steuerwald verður sett í parttíðarstarv sum ser
lækni innan GSD, og hesum hevur Landssjúkrahúsið skipað fyri, sigur Johnny í Grótinum,
sjúkrahússtjóri. Eisini er innanhýsis kanning sett í verk av deyða Jónleifs
Barbara Holm
F
yrr í ár setti Johnny í
Grótinum seg í samband
við Ulrike Steuerwald, og
hevur hann somuleiðis verið
í samband við Debes familjuna, GSD
felagið og amerikanska serlæknan
David Weinstein. Hetta tí, at sjúkra
hússtjórin sigur seg taka óttan hjá
GSD felagnum í allar størsta álvara.
– Tað er als ikki nøktandi, at
GSD felagið metir sínar limir liva í
ótryggleika í hondunum á sjúkra
húsverkinum, og tí havi eg tikið
málið í størsta álvara, sigur Johnny
í Grótinum.
Sum vera man kann sjúkrahús
stjórin ikki úttala seg um málið um
Jónleif Debes, tí hann er bundin av
tagnarskyldu.
Men hann staðfestur, at ynski hjá
GSD felagnum verður gingið á møti
– helst innan árslok í ár.
– Vit hava longu betra um fleiri
viðurskifti, sum GSD felagið eftir
lýsti. Eitt nú hava vit økt um sam
skifti við onnur sjúkrahús, sum vit
samstarva við. GSD felagið hevur víst
á, at aðrir stovnar uttanlands ikki eru
eins uppmerksamir rundanum GSD
sjúkuna, og tí hava vit tikið stig til, at
Landssjúkrahúsið altíð sendir kunn
andi tilfar til onnur sjúkrahús, um
ein GSD sjúklingur skal av landinum,
sigur Johnny í Grótinum.
Kanning sett í verk
Hóast sjúkrahússtjórin er bundin av
tagnarskyldu, so ger hann greitt, at
Landssjúkrahúsið er farið undir at
kannað hvat hendi í sjúkratilgongdini
hjá Jónleifi Debes.
Eftir innleggingina á Ríkissjúkra
húsinum fyrr í ár, tá ið Jónleif av
misgáum var mettur at liggja til tað
síðsta orsaka av ALS, sendi Rannvá
Debes eina formliga klagu til sjúkra
húsverkið.
– Vit eru ikki komin so langt
sum at klaga seinastu viðgerðina av
Jónleifi, men tað fara vit, staðfestir
Rannvá Debes.
Men sjúkrahússtjórin hevur longu
sett í verk eina innanhýsis kanning,
eftir at hann frætti um ónøgdina
hjá Rannvu og familjuni hjá Jónleifi
eftir deyða hansara. Hann staðfestir,
at Landssjúkrahúsið sum stovnur
fegin vil halda eitt vakið eyga við
umstøðurnar.
– Eg eri fastur fúsur at taka sam
røðu við sjúklingar, avvarðandi og
feløg, um tað er okkurt tey eru ónøgd
við, sigur Johnny.
Og ónøgd er í Debes familjuni,
mugu vit staðfesta.
– Í hesum førinum hevur ein av
varðandi vent sær til mín og gjørt
vart við sína ónøgd, og tá kenni eg
tað púra natúrligt at fylgja málinum
upp og seta eina innanhýsis kanning
í verk, sigur Johnny í Grótinum.
Hetta bæði við atliti til at svara
viðkomandi aftur, og eisini við atliti
til at betra um skipanir hjá Lands
sjúkrahúsinum.
Sambært
Rannvu,
Frederik,
Steingrími og Hjørdis, sum øll vóru
til staðar tað løtuna, spurdi Rannvá
yvirlæknan, um hann hevði ráðført
seg við Ulriku Steuerwald ella aðrar
serfrøðingar í GSD, áðrenn hann
gav Jónleifi heilivágin móti angist.
Ein heilivágur, sum familjan Debes
og GSD felagið ikki meta vera púra
vandaleysan fyri GSD sjúklingar.
Men Bjarni á Steig afturvísir, at
tað var tað sum hendi.
– Eg svaraði ikki uppá, um eg
hevði tosað við Ulriku um júst hand
an heilivágin, sum tit sipa til har.
Eg svaraði uppá, um eg nakrantíð
hevði tosað við Ulriku um GSD og
viðgerðina av sjúkuni, og tað havi eg,
sigur Bjarni á Steig í viðmerking til
Sosialin.
Ulrika Steuerwald er burturstødd
í løtuni, og hevur tí ikki havt møgu
leika fyri at gjørt longri samrøðu
við Vikuskiftis Sosialin um GSD
og hennara royndir á økinum. Hon
sigur tó soleiðis í stuttari viðmerking
til hetta málið.
– Eg havi ongantíð tosað við
Bjarna á Steig um GSD ella viðgerð av
sjúkuni, og var heldur ikki eftirspurd
um nevnda heilivágin móti angist,
sigur Ulrika Steuerwald, lækni.
Hvussu er og ikki, so er í øllum
førum greitt, at ósemja er millum
ymisku partarnar av hesum mál
inum, og tað hevur givið tað úrslit,
at familjan Debes og GSD felagið
kenna seg vónbrotin av viðferðini á
Landssjúkrahúsinum.
barbara@sosialurin.fo
– Eg svaraði als ikki uppá, um eg hevði tosað við Ulriku Steuerwald um heilivágin móti angist,
sigur Bjarni á Steig, yvirlækni, tá ið hann verður spurdur um hvussu hann minnist handan
dagin, tá ið Rannvá Debes og familja hennara vóru eftir sjúkrajournalinum hjá Jónleifi
Ósemja millum læknar
Bjarni á Steig, yvirlækni
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri
Mynd: Álvur Haraldsen
Týdningarmikið er tó at undirstrika, at Bjarni á Steig ikki var ordinerandi lækni hjá Jónleifi Debes, og tí ikki er tann, sum hevur givið Jónleifi hendan
heilivágin. Ósemjan snýr seg um, hvørt yvirlæknin segði satt við familjuna Debes hendan dagin, og um hvørt kunningin frá Landssjúkrahúsinum
hevur verið nøktandi. Eisini snýr málið seg um, hvørt Landssjúkrahúsið ráðførdi seg við Ulriku Steuerwald um Jónleif ella ikki.