Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 18 Tað var sum seyður í rætt í Spaniastovu seinasta leygarkvøld, tá nýggja Seyðabókini var løgd fram. grafikarin og Seyðabókin: Í 1968 fekk Robert Joensen ment­an­ ar­virðisløn M.A. Jacobsens. Tá hevði hann skrivað og útgivið sjey bøkur um útróður, seyðhald og grind. Eftir við­urkenningina helt hann fram við arb­eiðnum og gav níggju bøkur út aft­ur­at. Um seyð, høgtíðir, glaðing og minnismyndir. – Arbeiðið at savna tilfar og geva bøk­ur út fylti meiri og meiri, greiðir Magna Thomassen, dóttir Robert Jo­ en­sen, frá. – Pápa dámdi væl at spæla tennis og krokk, men tað segði hann frá sær, tí hann vildi hava tíð at skriva. Hann hevði fulltíðarstarv sum skrivari í kommununi, so granskingin og skriv­ ing­in lá eftir arbeiðstíð. Hann fór við penn og pappíri á fjall, í rættina og í fjós­ið, og tá hann kom heim, skrivaði hann alt inn á maskin beinanvegin. Hann innrættaði sær eitt kamar á loft­inum, og tá tað var fult av hyllum, bók­um og pappíri, flutti hann inn í tað næsta, og soleiðis helt tað fram, til hann hevði yvirtikið so at siga alt loft­ið. – Tá hann byrjaði at seta hyllar inn í hjúnarkamarið, flutti mamma út og innrættaði sær eitt lítið kamar, har hon kundi sova uttan bøkur og papp­ír. Krúllstova og rithøvundaloft Robert Joensen fór átjan ára gamal nið­ur at ganga í skúla. Eftir lokið stud­entsprógv byrjaði hann at lesa til prest, men tá seinni heimsbardagi breyt út, var hann heima í feriu og fór ikki niðuraftur. – Í 1941 giftist hann mammu míni Petr­inu, og tey búsettust á Heygum og fingu tvær døtur. Mamma hevði fri­sør­stovu – krúllstovu kallaðu vit tað – og av tí at konur í Klaksvík arb­ eiddu í fiski, hevði hon ofta nógv at gera eftir vanliga arbeiðstíð. So ofta var tað pápi, sum tók sær av okkum eft­ir arbeiðstíð. – Pápi gav sær tíð til okkum. Bæði í døg­urðatímanum, tá hann sum oft­ ast hevði onkran lut við til borðið, sum hann skuldi greiða okkum frá. Og eftir skúlatíð, tá m.a. lærdi okkum at skjóta til máls í kjallaranum. Um kvøld­arnar setti hann seg at granska og skriva. Eg plagdi at hoyra hann ganga úti á loftinum. Hann gekk eftir gong­ini nakrar ferðir, og so setti hann seg við maskinuna at skriva. So upp aft­ur at ganga eina løtu og so innaftur í kam­ari at skriva. Soleiðis kundi hann arbeiða til langt út á náttina. Hvat segði mamma tín um arbeiðið hjá pápa tínum? – Eg hoyrdi hana ongantíð siga eitt øvut orð um tað. Eg haldi, at tey góvu hvørj­um øðrum frið at arbeiða. Hann brigsl­aði ongantíð henni, at hon klipti kon­um um kvøldið, og hon segði ong­an­tíð nakað keðiligt um hansara skriv­ing. Mamma var ein klók, lívs­ glað kona. Hon elskaði at loysa kross­ orða­gát­ur, stovuborðið hevði hon gjørt um til eitt borðtennisborð, og í døgurðatímanum tók hon ofta ein svingom við mammubeiggja mín­ um, sum var gamal drongur og át hjá okkum. Ræst kjøt einaferð um árið. Magna Thomassen minnist ikki, at henn­ara barnaheim var øðrvísi enn tað hjá hennara javnaldrum. – Tá tú ert barn, hugsar tú ikki so nógv um tað. Øll eru ymisk, men tíni foreldur eru bara tíni foreldur. Mamma var tann praktiska og handa­liga hjá okkum. Pápi plagdi at siga, at tað einasta handverkið, hann hevði gjørt, var navnaskeltið á nest­ in­um í Árnafirði. Tá hann fiskaði, rói hann bara fram við fjøruni, og hann slaktaði ikki seyð einsamallur. Vit Hann skrivaði bøkur um útróður, men tordi ikki út á streymasjógv. Hann var ikki fjallmaður, men skrivaði fleiri bøkur um seyð. Fyri arbeiðið fekk hann heiðurslønir og riddarakross, men inntøku fekk hann lítla. Tað sigur Magna Thomassen um pápa sín Robert Joensen. Pápi gekk altíð við penn og pappíri Mentan dorit hansen B øndur, røktingarmenn, fjall­menn, søguáhugað og fólk sum kendu fólka­lívs­ frøðingin Robert Joen­sen, vóru komin saman í gamla handl­in­ um, har Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, greiddi frá bókini, Magna Thomassen, dóttir Robert Jo­en­ sen, hugleiddi um pápan, og Niels Absalonsen, bóndi í Viðareiði, segði nøkur orð um arbeiðið hjá fólka­lívs­ frøð­ing­inum. Talan er um størstu bókaútgávu hjá Sprotanum. Grafikarin, Sonja Kjølbro, hevur staðið fyri snið­gev­ ing­ini, og Sosialurin hevur hitt hana og Magnu Thomassen til eitt prát um bókagerð og um mannin, sum gransk­ aði og skrivaði bøkurnar, sum nú eru savn­aðar í einari bók.