hósdagur 19. november 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
19
granskarin
Tóku 100
myndir av
einari vomb
Fólkalívsfrøðingurin Robert Jo
ensen gjørdi frá 1950árunum
eitt stórt innsavningarbeiði, har
hann skrásetti hugtøk og orð
og lýsti siðir og mannagongdir í
samband við seyð. Granskingina
gav hann út í fleiri smáum bókum.
Fyri fýra árum síðan fór Jonhard
Mikkelsen, stjóri í Sprotanum,
undir at skipa tilfarið av nýggj
um, og seinastu tvey-trý árini hev
ur Sonja Kjølbro, grafikari, arbeitt
við at sniðgeva bókina.
– Bókin hevur ligið á teldu
skíggjanum so leingi, at tað kenn
ist løgið, at hon nú er liðug, sigur
Sonja Kjølbro.. Hon er einasti
fasti grafikari hjá Sprotanum og
umbrýtur allar tær á leið 30 bøkur
nar, sum Sprotin gevur út um árið.
– Ætlanin var ikki at geva eina
so stóra bók út, men verkætlanin
vaks skjótt, tí tað er so nógv góðs
í tekstinum.
Smálomb sum modellir
Myndirnar í bókini eru øðrvísi enn
í øðrum bókum um seyð. Nógvar
myndir eru heilt stórar og fylla
heilar síður, og nógvar myndir vísa
staklutir í seyði sum var talan um
listaverk. Í partinum um seyðalitir
eru litir og skortar víst við fittum
smálombum.
– Tað var Jonhard, sum fann
upp á, at vit skuldu brúka smá
lomb. Eg hevði leingi roynt at
funnið eina loysn, eg vildi hava
vakrar, ruddiligar myndir og var
farin at umhugsa málningar, tá
Jonhard ein várdag ringdi og
segði, at hann hevði gingið túr í
Vestmanna og sæð nøkur smá
lomb, og sjálvandi skuldu vit
brúka tey.
Eyðbjørn Jacobsen hevur tik
ið myndirnar av lombunum. Og
myndatøkurnar skuldu ganga
skjótt fyri seg, tí lombini eru bara
lítil nakrar fáar vikur.
– Lomb eru livandi og ófriðarlig,
men Eyðbjørn hevur dugað væl
at fáa lombini í kassan. Lombini
skuldu vera skjómut, skjórut,
gjørðut, vørmut, droput o.s.fr. Til
síðst manglaðu vit bara ein skort,
og so hoyrdu vit um eitt lamb í
Múla og lupu avstað. Og fingu tað
í myndatólið og í bókina.
Vombin, sum
ikki vildi við
Í upprunabókunum hjá Roberti
Joensen vóru tekningar av krovi
við nágreiniligum lista yvir nøvn
á ymiskum staklutum. Í nýggju
bókini hevur Archibald Black
gjørt vatnlitsmyndir av krovi og
ymiskum stykkjum.
– Vit gjørdu eina roynd at foto
grafera eitt sundurskorið krov,
men tað var alt ov trupult at fáa
tað at síggja rætt út, so vit bóðu
Archa mála í staðin. Hann er bæði
bóndi og listamaður og er komin
serstakliga væl frá arbeiðnum,
staðfestir Sonja Kjølbro.
– Robert Joensen er ruddiligur
og greiður í sínum teksti, og tí
vildi eg hava eitt ruddiligt snið
og reinar myndir. Men tað er eitt
skitið arbeiði at fletta seyð. Fjósið
hjá Archibald Black, sum er við
í bókini, er tó eitt undantak í so
máta.
– Vit tóku nógvar myndir, og
aftanfyri hvørja mynd í bókini
eru kanka eini hálvtrýss, sum ikki
kundu brúkast. Og viðhvørt máttu
vit bara uppgeva at fáa eina góða
fotomynd. Eg haldi, at vit tóku
hundrað myndir av einari kliptari
vomb, men vit fingu tað bara ikki
at rigga. Vombin vildi ikki síggja
út, sum vit vildu, so tað endaði við
einari tekning.
Hvat er tú stoltast um í bókini?
– Eg haldi, at vit kunnu vera
stolt av heildini. At teksturin
hjá Roberti er komin til sín rætt
í einari stórari bók, at føroyski
seyðurin tekur seg so væl út á
mattum pappíri, og at eitt lítið
føroyskt forlag kann geva eina so
flotta bók út.
Nýggja Seyðabókin við teksti eftir Robert Joensen
er higartil størsta bók, sum Sprotin hevur
givið út. Tað sigur Sonja Kjølbro, grafikari í
Sprotanum, sum hevur sniðgivið nýggju bókina.
fingu ræst kjøt einaferð um árið, tað
var á brúdleypsdegnum hjá mammu
og pápa, tann 31. november. Gerand
isdagar fingu vit fisk og grind, og
skerpikjøtið vardi leingi. Pápi plagdi
at sláa tað á borðið, og so skuldu vit
eta motturnar, sum duttu úr. Tær
skuldu dyppast í fløt og etast, tí tær
vóru fullar í vitaminum, segði hann.
Magna Thomassen smílist, tá hon
greiðir frá.
– Pápi bleiv ikki ríkur av at skriva.
Hann fekk viðurkenningar og heiður,
men nakra serliga inntøku góvu bøk
urnar ikki. Tað var dýrt at prenta bøk
ur tá. Eg minnist, at beint eftir at eg
var útlærd, brúkti eg meginpartin av
lønini tað fyrsta árið til at gjalda lán,
sum hann hevði tikið til at prenta
eina lítla bók.
– Men hann gjørdi tað ikki fyri
lønina. Hann sá virði í vitanini, og
hóast onkur kanska helt, at tað var
óneyðugt at skriva alt hetta niður, so
vóru fleiri áhugað í at hjálpa honum.
Tað var ikki altíð, at bøndurnir vistu
nøvnini, sum hann leitaði eftir. Og so
spurdu teir hvønn annan: Tú, Robert
spurdi meg um hatta, veitst tú tað?
Og so líðandi fekk hann savnað vit
anina og fest hana á blað. Og nú er alt
tilfarið um seyðin komin í eina bók.
Tað hevði dámt honum.