hósdagur 19. november 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
20
kostráð
Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur
Børn og rørsla
Bókadagar 2015 í Norðurlandahúsinum Í døgunum 20.-22. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment
tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða
orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt
samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini, og eru ætlaðir viðurkendum eins væl
og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.
Hetta hendir
um vikuskiftið...
Tað eru fleiri góðar orsøkir til, at vit, sum foreldur,
stuðla børnum okkara í einum rørslumerktum gerandisdegi
Børn, ið røra seg nógv í gerandisdegnum hava
størri sjálvsálit og verða ikki líka lætt strongd,
sum børn, ið ikki røra seg í gerandisdegnum.
Børn, ið brúka meira tíð uppá rørslu enn miðal,
klára seg somuleiðis væl í bókligu fakunum.
Børn, ið røra seg nógv í gerandisdegnum hava
eina lægri útbreiðslu av orsøkum, ið kunnu økja
um vandan fyri hjartakarsjúkum.
Tí er umráðandi at:
Stuðla barnið tínum til ein
rørslumerktan gerandisdag.
Tað er ein gáva fyri lívið.
Kom ígongd!
Danska Heilsustýrið viðmælir øllum børnum og
ungum undir 18 ár, at røra seg í minsta lagi 60
minuttir um dagin við miðal til høgum intensiteti.
60 minuttir
Rør teg í minsta lagið 60 minuttir um dagin.
Um teir 60 minuttirnar býtast upp, skal hvør
aktivitetur vara í minsta lagi 10 minuttir.
Høgur intensitetur
Í minsta lagið 3 ferðir um vikuna skal ein
røra seg við høgum intensiteti í 30 minuttir
fyri at viðlíkahalda ella økja um úthaldni og
vøddastyrkina. Rørslurnar skulu somuleiðis økja
um beinstyrkina og smidleikan.
Aðrir fyrimunir
Rørsla út yvir tað, ið verður mælt til, viðførur
enn fleiri fyrimunir fyri heilsuna. Børn, ið
røra seg nógv hava størri líkindi fyri at økja
um teirra beinstyrki og harvið at fáa sterkari
beinagrind. Rørsla hevur somuleiðis eina jaliga
ávirkan á sjálvsálitið hjá børnum og ungum. Eitt
rørslumerkt lív í barnaárunum kann vera við til
at fyribyrgja sjúku seinni í lívinum og økja um
líkindini fyri, at hann ella hon verður verandi
fysiskt aktivur sum vaksin.
Preiðið hesa vikuna
Hermispælið
Luttakarir: 5-20
Hvar: Innan- ella uttandura
Soleiðis gera tit: Luttakarirnir standa í einum
ringi. Vel ein luttakara, ið skal velja eina rørslu,
sum øll í ringinum skulu herma eftir. Tað kann
eitt nú vera einglahopp ella sprellimaður. Tá øll
hava gjørt 10 endurtøkur av rørsluni, velur ein
annar luttakari eina nýggja rørslu o.s.fr. Eisini
kunnu ymisk hjálpartól nýtast, eitt nú hulahopp
ringar, hoppiband ella líknandi.
mangt og hvat
Annika Hoydal
í Norðurlanda
húsinum
Allir føroyingar kenna
Anniku Hoydal. Um ikki av
navni, so gjøgnum ein av
hennara mongu sangum,
sum eru vorðnir fólkaogn.
Aldan verður sungin til
flestu veitslur, og børn
okkara verða løgd at sova
við Blunda blunda lítla
mín.
Í november fyllir Annika 70
ár, og í tí sambandi gevur
hon nýggja fløgu út, sum
eisini er eitt hátíðarhald
av samstarvinum við bróð
urin Gunnar Hoydal, sum
hevur skrivað nógvar av
tekstunum til sangir henn
ara, og av fimmti ára longu
yrkisleið hennara.
Útgávan eitur Endurljós og
er ein fagnan av lívinum
og listini, sum hon hevur
skapt saman við Gunnari.
Sangirnir eru fjølbroyttir,
summir spildurnýggir og
aðrir gamlir í nýggjum
hami.
Á konsertini fer Annika
saman við nøkrum av
Føroya fremstu tónleik
arum at framføra tónleik
av Endurljós og burturúr
hennara langa »hitt-lista«.
Annika er í toppform og
áhoyrararnir kunnu vænta
sær eina konsert, sum er
innilig og rørandi, men
eisini skemtilig. Konsertin
er endabresturin av
Bókadøgum, sum verða
20.-22. november í Norður
landahúsinum og niðri í
býnum.
Tónleikarar á konsertini verða:
Annika Hoydal - vocal
Jógvan Dahl - guitar
Eyðun Mohr Hansen - guitar
Torleik Mortensen - bass/
kontrabass
Per Ingvald Højgaard - trummur
Kristian Pauli Ellefsen - flygel,
harmoniku og keyboard
Angelika Nielsen - violin
Konsert...
Modellmynd